Næmingunum dámdi heilt væl hesar skúlastovur. (Mynd Vagnur)
Nógv hendur í høvuðsstaðnum í løtuni í hvørfall í grannalagnum hjá okkum. Í gjár koyrdu stórir trailarar í gøtunum, og seinni kom stórur krani omanvið, tí nú skuldu skúlastovurnar við Sjónleikarhúsið burturbeinast. Ja, so í gjárkvøldið kom eldur í húsini við Tinghúsvegin, har AA-felagsskapurin heldur til. Roykurin var øgiligur, og tað luktaði av brendum timbri langar leiðir. Næmingarnir í 8. og 9. flokki dámdu væl skúlastovurnar, men tær kostaðu ein bóndagarð at hita upp, tí el-ovnar vóru í hvørjari stovu.
Teir eru farnir avstað við fyrstu hálvari skúlastovu. (Mynd Vagnur)
Einaferð í vetur lýsti Tórshavnar kommuna bingjurnar til sølu, men eingin áhugi var at keypa. Eg spurdi ein av arbeiðsmonnunum, hvar teir fóru við skúlastovunum. Hann segði mær, at tær í fyrsta umfari skuldu goymast inni á Sundi. Tá so økið til nýggja skúlan á Fløtum var planerað, skulu bingjurnar setast upp við Landavegin og brúkast sum arbeiðsskúrar. Sløg tíggju ár eru liðin, síðani skúlastovurnar vóru settar upp, tí Kommunuskúlin vantaði skúlastovur. Men fyri fimm árum síðani hendi so tað, soppur var funnin í skúlanum, og skúlin niðurlagdur sum fólkaskúli.
Trongt var at sleppa framat hjá stóru bilunum. (Mynd Vagnur)
Ein abbadóttir gekk í skúlastovu við Sjónleikarhúsið, og henni dámdi væl at ganga har. Stovurnar vóru rúmligar og høgt var til loftið. Sum onkur segði við smíli, so var eisini stutt niðan í SMS. Tá eg stóð har og hugdi at, meðan teir fingust við at taka niður skúlastovunar, kom eg at hugsa um, hví allir skúlanæmingar skulu flytast úr miðbýnum. Ein lærari segði mær, at guli skúlin niðanfyri gamla realskúlan, er verðins besti skúli. Frálíkar stovur, gott spælipláss og so bara eitt hanagleiv oman í nýggja spæliplássið í Grasagarði. Púra ørt at niðurliggja henda skúla, har 1. 2. og 3. flokkur halda til.
Farvæl hálv skúlastova. (Mynd Vagnur)
Tað er eru ávísar kreftur í býráðnum, sum elska at leggja alt saman í stórar eindir. Men trúgv mær, hetta kemur ikki at betra um trivnaðin ella betru um pisakanningarnar. Royndir vísa aðrastaðni, at í stóru skúlunum smokka nógvir næmingar niðurímillum og finna seg ikki til rættis í stóru mongdini. (Vagnur)
So eru tvær tær fyrstu skúlastovurnar farnar inn á Sund. (Mynd Vagnur)Nú skúlastovurnar eru farnar, fáast nøkur parkeringspláss aftrat. (Mynd Vagnur)
Aimi Justinussen rør við Gongurólvi masters. (Mynd Vagnur)
– sigur 43 ára gamla Aimi Justinussen, sum rør við Gongurólvi kvinnum masters. Sjálvur stúrsaði eg við, tá eg hoyrdi frásøgumann Kringvarpsins siga í Vestmanna, at í Sortudíki hava vit siðvenju og hava gjørt av ikki at varpa út tildømis 6-mannafør við kvinnum masters og barnaróðrar. Tí fylgdi kringvarpsbáturin í Vestmanna ikki teimum trimum 6-mannaførunum Riddaranum, Gongurólvi og Fortunu, sjálvt um kringvarpsbáturin lá við málið og hevði stundir at siga okkum øðrum frá róðrinum. Hetta havi eg tosað við Aimi um, og hon er sera vónbrotin.
Eg kenni sum so ikki Aimi, bara sæð hana onkuntíð í Álakeri, men tá eg sá hana á Kappróðrarkjaki borðreiða við góðari viðmerking, fekk eg hug at fáa orð á hana. Tað skuldi vísa seg, at Aimi hevur fingið kappróður inn við móðurmjólkini og er av stórari kappróðrarfamilju í Vágum.
Gongurólvur masters. Á lærbekki bakborð situr Aimi Justinussen og stýriborð Sigrid Vesturgarð. Á rúmbekki bakborð situr Irena Nolsø og stýriborð Malan Erlingsson, og toftubekki bakborð situr Durita L. Jóansdóttir og stýriborð Anna Johansen. Róðurskvinnan eitur Elisabeth á Bakka. (Mynd Vagnur)
Janny, mamma Aimi, er systir eldsálirnar í Vágum Jógvan Hans Hansen, formann í Miðvágs róðrarfelag, og Hansinu á Plógv, sum vit í mansaldur hava kent frá kappróðri í Sandavági. Aimi róði sum ung við Ørnini úr Sandavági m.a. saman við mostur síni Hansinu og sigur soleiðis um róðrarlívsleiðina hjá sær higartil:
– Kappróður hevur altíð fylt heilt nógv í okkara familju. Fleiri okkara rógva ella hava róð, og fleiri eru sera virkin í lokalu kappróðrarfeløgunum. Eg róði sjálv eisini sum ung við Ørnini og var við at vinna FM-heitið fleiri ferðir. So kom tíðin, at eg flutti til Havnar at ganga í skúla, men eg koyrdi vestur í Vágar at rógva kapp um summarið.
Mynd av Riddaranum úr Miðvági tikin í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)
– Eisini eftir at eg gjørdist mamma á fyrsta sinni, helt eg fram at rógva. Elsti sonurin hevur heilt vist fingið kappróðurin inn við móðurmjólkini, tí hann var bara sjey mánaðir, tá eg fór aftur at rógva tá við 6-mannaførum. Sonurin vann í 2015 FM-heitið við Sílinum.
– Síðani kemur steðgur í kappróðurin, tá eg fari uttanlands í lestrarørdinum, fái familju og arbeiði. Hesin serligi kappróðarneisti, sum var tendraður á ungum árum, hevur tó altíð sitið í mær, og tá eg í 2012 hoyrdi, at nú var skipað fyri mastersróðrum, sá eg møguleikan aftur at vera við í hesi annars so sera tíðarkrevjandi ítrótt.
Jarnbardur avmyndaður í Vestmanna. Miðalaldurin umborð er 45 ár. (Mynd Hvannrók)
– Vit eiga son við autismu, sum krevur nógv, og tá er týdningarmikið at vera væl fyri til tess at ansa soninum ella rættari fylgja honum allan dagin, tí hann er ógvuliga aktivur. Í staðin at fara á onkurt fitnessentur, vildi eg heldur seta meg í kappróðrarbát aftur saman við góðum vinkonum. Henda ítrótt hugtekur meg, sum eingin onnur. Nú er ikki lætt at manna hesar bátar, men tað eydnaðist umsíður, sigur Aimi.
Ein ávís niðurgering av eldru rógvarum fer fram
– Eg merki mangan, at tað hongur eitt slag av niðurgerandi tóna yvir okkum eldri rógvarum í almenna rúminum. Hetta sæst á kjakinum um kappróður, og enntá onkur býtt viðmerking kemur frá viðmerkjarum, tá Kringvarpið onkuntíð hevur varpað okkara róður út.
Gongurólvur og Fortuna eru júst komnir á mál í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)
– Vit eru eldri rógvarar, sum hava royndir og hava nógv at geva róðrarfeløgunum og teimum ungu. Fleiri eldri rógvarar manna eisini nevndir í róðrarfeløgunum. Vit brenna fyri kappróðri og vilja tí nógv heldur seta okkum umborð á kappróðrarbát enn fara í okkurt fitnessentur. Eldri rógvarar geva heilt nógv til felagsskapin og eru við at menna tey ungu. Summi venja tey ungu, og vit eiga eisini ungar rógvarar umborð á bátunum. Kann nevna, at eini sonur mín vann FM-heitið við Sílinum í fjør, og kvinnur umborð á Gongurólvi eiga børn, sum rógva barnaróður í summar. Einki at ivast í, at teirra áhugi er kveiktur heimanífrá.
– Vit hava valt at rógva mastersróðrar, tí vit hava familju og hava ikki tíð at venja hvønn dag í viku, men vit venja tó nógv og hart. Venja vanliga tríggjar ferðir um vikuna og fara sum oftast í bátin flaggdagin. Eisini kemur fyri, at vit byrja fyrr inni í rógvimaskinum.
Gongurólvur og Riddarin masters kvinnur í Vestmanna. (Mynd Hvannrók)
– Tað, sum fleiri ikki vita, er, at masterskappingin er ein FM-kapping. At Kringvarpið ikki vil varpa hendan FM-róður út, hevur stóran týdning í vantandi viðurkenningini av masterskappingini. Hetta ger, at henda kapping ikki gerst so áhugaverd at luttaka í, og frammanundan er trupult at fáa mannað bátar í hesum aldursbólki. Vit síggja longu nú, at fleiri bátar eru burtur aftur, sum vóru partur av masterskappingini fyri fáum árum síðani. Eg vil siga, at tað er ein stórur missur fyri feløgini, at hesi blíva burtur aftur.
Mentanararvurin
– Nú hoyrist mangan um mentanararvin føroyskur kappróður, og tá haldi eg, at vit eiga øll at hjúkla um hesa mentan at rógva kapp, sum í Føroyum er farin fram sum skipaður kappróður í hundrað ár.
– Sjálvandi skuldi Kringvarpið sagt frá mastersróðrinum í Vestmanna, tá kringvarpsbáturin lá við málið og bara bíðaði. So má siðvenja/prinsip vera prinsip. Og sjálvandi skuldi Kringvarpið filmað barnaróðrarnar, tí føroyskur kappróður er bara stutt tíðarskeið um summarið, og FM-kappingin varir bara níggju vikur, sigur 43 ára gamla Aimi at enda.
Stórur báturin fylgir barnaróðrinum í Vestmanna. Stórur møguleikar eru at taka livandi myndir frá bátinum. (Mynd Hvannrók).
Leggjast kann aftrat, at umborð á Jarnbardi sita eisini eldri kvinnur, men tær valdu í ár at bjóða av í vanligu FM-kappingini og hava róð allar FM-róðrarnar. Miðalaldurin er 45 ár og hava flestar sum ungar róð við Jarnbardi og øðrum bátum. Um veturin rógva tær hvønn leygarmorgun, og tá summarið nærkast, verður meira ferð sett á venjingina. Hesar kvinnur eru so mikið væl fyri, at tær eru í betri venjing enn kvinnurnar, sum sita umborð á Gongurólvi.
Nógv verður tosað um 6-mannafarið Rádna úr Fuglafirði. Tær rógva heilt væl, men umborð situr kvinna, sum er farin um tey hálvhundrað árini. Umborð sita eisini mamma og tvær døtur hennara. Sig so tað. Sjálvur havi eg heilt stóra virðing fyri hesum kvinnum og eisini teimum eldru monnunum, sum sita umborð á 10-mannaførunum og øðrum bátum kring landið. Hesi geva so nógv til felagsskapin, sum vit ikki kunnu virða ov nógv. (Vagnur)
Mamma og dóttir. Mamman Malan Erlingssson rør við Gongurólvi masters, og dóttirin Heiðrun Erlingsson rør við Sílinum. (Mynd Vagnur)Mamma og sonur. Irena Nolsø rør við Gongurólvi masters og sonurin Levi Nolsø rør við Sílinum. (Mynd Vagnur)
Á ólavsøku 2004 var bara ein fótur millum “fiasko og succes”. Havnarbáturin tók Vágbing við einum fóti í seinastu tøkunum. Havnarbáturin mátti vinna róðurin til tess at gerast meistari. Vann Vágbingur, gjørdist Nólsoyingur meistari. (Mynd Álvur)
Sært tú gamlar róðrarmyndir, lupu rógvarar ikki á bláman í ovfarakæti eftir sigur. Hetta er nýtt fyribrigdi, men fyribrigdið kann gerast álvarsligt. Ikki er vandamikið at svimja á sjónum, men vandamikið at leypa á bláman beint eftir harðan róður. Pulsurin er høgur, andrenalinið ferðast skjótt í kroppinum, og tú sveittur. Leypur tú tá á bláman, kanst tú koma í eina sjokkstøðu, sum í ringasta føri kann føra til, at kroppurin lammast. Tú fært ikki anda og kanska svímar. Fyri nú nógvum árum síðani leyp rógvari á bláman á ólavsøku, og hann gjørdist álvarsliga sjúkur. Hann misti førleikan í beinunum, og tað gekk long tíð, áðrenn ungi maðurin kom fyri seg aftur. Alt gott um at vísa sína bleika vakra vælvanda yvirkropp á ólavsøku fyri nógvu áskoðarunum, men latið vera við at leypa á bláman, tí so kann ólavsøkán vera liðug á hesum sinni. Eitt er, at tit fáa krím, men verri er, at ti kunnu gerast álvarsliga sjúkir. Myndin omanfyri er frá 2004, tí Havnarbáturin vann FM-heitið á ólavsøku. Tríggir rógvarar lupu á bláman í ovfarakæti, og ein av teimum er rógvarin, sum liggur frammi í rong. Hann er ikki væl fyri, men hann koma fyri seg aftur, skal sigast. (Vagnur)
Tey vóna, at nógvar manningar koma til ódnartøkini 27. august. (Mynd Vagnur)
Í sambandi við at unga bygdin Norðdepil 28. august fyllir 150 ár, skipar Hvannasunds kommuna fyri hátíðarhaldi. Tey ætlaðu at hava kappróður á hátíðardegnum og vendu sær tí til fyriskipararnar av ódnartøkum, og teir komu beinanvegin við uppskotinum at hava fyrsta ódnartakið í Hvannasundi. Skráin fyri tey trý ódnartøkini eru løgd. Leygardagin 27. august verður farið til Hvannasunds, 10. september til Miðvágs og finalan fer fram í Runavík tann 24. september. Anna Arnfríðudóttir Andresen er nevndarlimur í Norðdepils-Hvannasund róðrarfelag, og hana havi eg tosa við. Og hon sigur.
Anna Arnfríðudóttir Andreasen er nevndarlimur í Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag. (Mynd Vagnur)
– Fyrst vil eg takka teimum, sum skipa fyri ódnartøkunum, at tey vildu koma til Hvannasunds nú Norðdepil fyllir 150 ár. Hetta gleða vit okkum til, og vit fara at gera alt, so manningarnar føla seg væl í bygdini. Tá vit práta við bygarfólkið um ódnartøkini, fegnast tey, tí kappróður hevur djúpar røtur í ungu bygdini. Vit hava 5-mannafarið Rituna, 6-mannafarið Sundabátin, og so er tað 10-mannafarið Norðingur, sum fór í knús í ódnarveðri í 2008. Hetta var bátur, sum Niclas í Koltri smíðaði.
– Nú er tað gleðiliga hent, at róðrareldsál í bygdini hevur bílagt nýtt 10-mannafar, sum vit vóna at fáa mannað næsta ár. Rógvarar úr bygdini rógva við bátum í Klaksvík og vónandi seta teir seg umborð á Norðing. Tú spyrt um tunlarnar og nógvu bátarnar, sum koma til ódnartøkini? Her gera vit soleiðis, at fólkini her norðuri verða kunnað, nær bátarnir koma ígjøgnum tunlarnar. Vit fáa so nakrar bátar ígjøgnum tunlarnar í senn. Hetta verður eingin trupulleiki.
Her síggja vit Sundabátin í 2008. (Mynd Álvur)
– Vit ætla at eisini at hjúkla um rógvararnar, so teir fáa góðan bita at eta. Ikki er heilt avgjørt, hvar ódnartøkini skulu avgreiðast, men eg rokni við, at tað verður sunnanfyri byrgingina. Tit skulu øll vera hjartaliga væl komin til ódnartøkini í Hvannasundi, og eg vóni, at allar manningarnar, sum hava róð í summar, koma norður, sigur Anna at enda.
Ritan á ólavsøku í 2005. (Mynd Hvannrók)
Eg kann upplýsa, at úr Havn fara fólk mannsterk til Hvannasunds leygardagin 27. august. Teir eru har Teitur Samuelsen og Fróði Magnsussen, og so kemur Magni Nielsen at leggja út startin. Brøðurnir Jón Johansen og Trúgvi Johansen standa fyri startinum og dømingini. Ódnartøkini verða eisini fyriskipað í góðum samstarvi við Róðrarsambandið.
Á vetri 2008 fór neystið í sor í ódnarveðri, og bátarnir fóru so illa, at onkur kundi ikki umvælast..
Nú havi eg fylgt kappróðri alt mítt lív og havi altíð havt serliga virðing fyri teimum smáu plássunum, sum hóast trupulleikar og manningartrot megna at manna bátar. Tað var í fjør, at kvinnur høvdu mannað 6-mannafarið Sundabátin, men fingu ongan at rógva ímóti. Í ár rógva dreingir við 5-mannafarinum Rituni. Seinnu árini hevur verið torført at manna bátarnar, og kanska ódnartøkini kunnu geva sítt íkast, at fleiri fara at rógva har norðuri.
Eg vóni inniliga, at allar manningar, sum hava róð í summar, møta upp í Norðdepli leygardagin 27. august at ynskja Norðdepli tillukku við teimum 150 árunum. Á henda hátt eisini siga Norðtdepil-Hvannasunds róðrarfelag takk fyri alt tað, sum róðrarfelagið hevur gjørt fyri føroyskan kappróður. (Vagnur)
Tey vóna, at nógvar manningar koma til ódnartøkini 27. august. (Mynd Vagnur)
Í sambandi við at unga bygdin Norðdepil 28. august fyllir 150 ár, skipar Hvannasunds kommuna fyri hátíðarhaldi. Tey ætlaðu at hava kappróður á hátíðardegnum og vendu sær tí til fyriskipararnar av ódnartøkum, og teir komu beinanvegin við uppskotinum at hava fyrsta ódnartakið í Hvannasundi. Skráin fyri tey trý ódnartøkini eru løgd. Leygardagin 27. august verður farið til Hvannasunds, 10. september til Miðvágs og finalan fer fram í Runavík tann 24. september. Anna Arnfríðudóttir Andresen er nevndarlimur í Norðdepils-Hvannasund róðrarfelag, og hana havi eg tosa við. Og hon sigur.
Anna Arnfríðudóttir Andreasen er nevndarlimur í Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag. (Mynd Vagnaur)
– Fyrst vil eg takka teimum, sum skipa fyri ódnartøkunum, at tey vildu koma til Hvannasunds nú Norðdepil fyllir 150 ár. Hetta gleða vit okkum til, og vit fara at gera alt, so manningarnar føla seg væl í bygdini. Tá vit práta við bygarfólkið um ódnartøkini, fegnast tey, tí kappróður hevur djúpar røtur í ungu bygdini. Vit hava 5-mannafarið Rituna, 6-mannafarið Sundabátin, og so er tað 10-mannafarið Norðingur, sum fór í knús í ódnarveðri í 2008. Hetta var bátur, sum Niclas í Koltri smíðaði.
– Nú er tað gleðiliga hent, at róðrareldsál í bygdini hevur bílagt nýtt 10-mannafar, sum vit vóna at fáa mannað næsta ár. Rógvarar úr bygdini rógva við bátum í Klaksvík og vónandi seta teir seg umborð á Norðing. Tú spyrt um tunlarnar og nógvu bátarnar, sum koma til ódnartøkini? Her gera vit soleiðis, at fólkini her norðuri verða kunnað, nær bátarnir koma ígjøgnum tunlarnar. Vit fáa so nakrar bátar ígjøgnum tunlarnar í senn. Hetta verður eingin trupulleiki.
Her síggja vit Sundabátin í 2008. (Mynd Álvur)
– Vit ætla at eisini at hjúkla um rógvararnar, so teir fáa góðan bita at eta. Ikki er heilt avgjørt, hvar ódnartøkini skulu avgreiðast, men eg rokni við, at tað verður sunnanfyri byrgingina. Tit skulu øll vera hjartaliga væl komin til ódnartøkini í Hvannasundi, og eg vóni, at allar manningarnar, sum hava róð í summar, koma norður, sigur Anna at enda.
Ritan á ólavsøku í 2005. (Mynd Hvannrók)
Eg kann upplýsa, at úr Havn fara fólk mannsterk til Hvannasunds leygardagin 27. august. Teir eru har Teitur Samuelsen og Fróði Magnsussen, og so kemur Magni Nielsen at leggja út startin. Brøðurnir Jón Johansen og Trúgvi Johansen standa fyri startinum og dømingini. Ódnartøkini verða eisini fyriskipað í góðum samstarvi við Róðrarsambandið.
Á vetri 2008 fór neystið í sor í ódnarveðri, og bátarnir fóru so illa, at onkur kundi ikki umvælast..
Nú havi eg fylgt kappróðri alt mítt lív og havi altíð havt serliga virðing fyri teimum smáu plássunum, sum hóast trupulleikar og manningartrot megna at manna bátar. Tað var í fjør, at kvinnur høvdu mannað 6-mannafarið Sundabátin, men fingu ongan at rógva ímóti. Í ár rógva dreingir við 5-mannafarinum Rituni. Seinnu árini hevur verið torført at manna bátarnar, og kanska ódnartøkini kunnu geva sítt íkast, at fleiri fara at rógva har norðuri.
Eg vóni inniliga, at allar manningar, sum hava róð í summar, møta upp í Norðdepli leygardagin 27. august at ynskja Norðdepli tillukku við teimum 150 árunum. Á henda hátt eisini siga Norðtdepil-Hvannasunds róðrarfelag takk fyri alt tað, sum róðrarfelagið hevur gjørt fyri føroyskan kappróður. (Vagnur)
Tvey er stig er millum dreingjabátarnar Fípuna føgru og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)
Seinasta leygarkvøld var eg í brúdleypi hjá einum bróðursoni. Tá borðhaldið var hálvrunnið kemur ein toftamaður til mín og sigur nakað soleiðis. – Roknar tú við Vagnur, at Eysturoyingur vinnur á ólavsøku. Eg plagi altíð at hava eitt svar, men hesuferð var einki svar. Svaraði manninum. – Tey fýra 10-mannaførini hava verið so jøvn í summar við trimum ymsum vinnarum, at vónleyst er at gita, hvør bátur vinnur á ólavsøku. Endaði at siga, at eg vónaði, at Havnarbáturin vann, tí so hava øll tey fýra 10-mannaførini vunnið róður í summar. Róðrarteinurin í Havn er jú bara 901,25 metrar, og søgan sigur okkum, at vit hvørja ólavsøku fáa okkurt óvæntað úrslit.
Eysturoyingar er meistari. Bátarnir á ólavsøku verður heilt vist javnari enn á myndini. (Mynd Hvannrók)
Ólavsøkaróðrarnir eru serligir, tí nakrir bátar hava longu vunnið meistaraheitið, og aðrir bátar síggja sær møguleikan at enda róðrarárið væl. At vinna á ólavsøku saman við túsundtals áskoðarum, er sum at vinna eina steypafinalu, og róðrarárið er mest sum bjargað. Ein longri stegður hevur verið síðani fjarðastevnu, og summar manningar leggja heilt nógv fyri í venjingini til tess at vinna á ólavsøku. Eisini er soleiðis, at bátarnir, sum longu eru meistarar, vilja eisini vinna í ólavsøku. Sum ein rógvari segði mær einaferð, at eitt meistaraheitið er ikki tað sama vert, uttan tú eisini vinnur á ólavsøku.
Fer hetta kanska at henda á ólavsøku eins og í Sørvági, tá Teistin vant burturúr Erlu kongsdóttir. Uttan iva ikki. (Mynd hvannrók)
Í 10-mannafarsróðrinum havi eg einki boð, tí bátur kann missa alt á gólvið, miseydnast starturin. Og hvussu koma teir hundrað metrarnir, sum vanta í fult mál, at ávirka róðrarnar. Tann bátur, sum ikki leggur hart út, hevur mest sum ongan møguleika. Atl talar eisini fyri, at Nevið reyða vinnur 8-mannafarsróðurin, og øgiliga spennandi at síggja, hvussu leikar fer millum 6-mannaførini við monnum Smyril og Hvessing. Har kann alt henda.
Eg vóni, at serliga Sølmundur 6-mannafar við kvinnum kann geva Rádna kapping heilt til mállinjuna, tí hetta hava nógvu áskoðararnir uppiborð. Eg veit, at Jarnbardur ætlar sær triðja plássið, men hvat siga so tær umborð á Páll fanga. Teistin 5-mannafar við kvinnum bukaði av Erlu kongsdóttir á vestanstevnu fyri síðan at vera settur á pláss í Vestmanna av Erlu kongsdóttir. Dreingjaróðurin er altíð spennandi og javnur, og vit fáa at síggja annan róður enn tann í Vestmanna, tí tá fingu bátarnir nærri landi ringan start í streyminum. Junkarin, Tjaldrið og Kollur mistu tá nógv í startinum.
Dugi ikki rættiliga at síggja, at Gullbrandur og Knørrur kunnu taka Nevið reyða á ólavsøku. Men kanska fáa vit júst óvæntaða úrslitið her. (Mynd Hvannrók)
Tær umborð á Firvaldi við gentum eru stinnar, men vónandi fær báturin kapping í ólavsøku. Har frammi eru serliga Firvaldur, Drekin og Falkur. Barnaróðurin er eisini spennandi, tí javnt er frammi í oddinum. Kappingin millum genturnar stendur uttan iva millum Píl, Fípuna føgru, Sílið g Spógvan, meðan dreingirnir umborð á Jallinum, Títlingi, Firvaldi og Havfúnni fara uttan iva at kappast um fyrsta plássið. Vit eru øll fegin um, at so nógvar barnamanningar hava róð í summar. Veðurgudarnir hava verið góðir við barnamanningarnar og sjálvandi eisini hinar manningarnar.
Firvaldur við gentum hevur longu vunnið meistaraheitið. (Mynd Hvannrók)
Tað løgna við teimum sjey FM-róðrunum er, at einki FM-heitið endar í Suðurstreymoy. Barnamanningarnar kappast ikki um meistaraheitið men um stevnuheitið. Tvey FM-heitið enda í Suðuroy. 5-mannafarið Firvaldur av Tvøroyri og 6-mmanafarð Smyril við monnum úr Vági. Tvey FM heitið enda í Klaksvík. 8-mannafarð Nevið reyða og Fípan fagra 5-mannafar við dreingjum og tvey FM-heitið enda í Fuglafirði. 6-mannafarið Rádni við kvinnum og 5-mannafarið Erla kongsdóttir við kvinnum. Síðani hevur Eysturoyingur heimahoyrandi á Glyvrum longu vunnið meistaraheitið.
Fari at endutaka, tað eg skrivaði í grein um ódnartøkini seinast í august mánað og í september mánað. Heiti á allar manningarnar at møta upp í Hvannasundi leygardagin 27. august at hátíðarhalda, at Norðdepil fyllir 150 ár. Eisini at siga Nordepils-Hvannasunds róðrarfelag takk fyri alt, sum felagið hevur givið føroyskum kappróðri. Góða ólavsøku og góðar ólavsøkuróðrar øll somul. (Vagnur)
Rógvarar fáa í dag av allar bestu líkindum at rógva. (Mynd Vagnur)
Veður, streymur og vindur er stórur partur í føroyskum kappróðri, men ikki er neyðugt at hugsa um hetta seinnapartin, tí tað er av fagrasta veðri allan róðrarteinin frá Argjalandi og inn á Havnarvág. Hugdi í veðurkortið, og tað sigur 3 til 8 m/s, men í morgun er mest sum stilli. Hann er norðan í ættini, og tá hann sigur frá eitt sindur av sól seinnapartin, so kunnu bátarnir vegna sólarlot fáa lítið lot ímóti ella framman á stýriborð. Er talan um steym, so rekur vestfallið átta tímar og eystfalli fýra tíma í Nólsoyarfirði. Er vestfall, so kann reka fram við Molanum, og teir sunnastu bátarnir kanska fáa heilt lítið mótrák, men komin inn um Molan er einki rák.
Undir Argjalandi var blikalogn í morgun. (Mynd Vagnur)
Klokkan hálvgum níggju í morgun var Bjarti Mohr formaðurin í Havnar róðrarfelag longu á fótum, og borgarstjórin gekk í miðbýnum og hevði eyguni við, at alt er í lagi. Á byggjuni stóð 5-mannafarið Firvaldur á vogni væl bonaður, og júst tá eg taki myndina, kemur ein dani fram við og spyr, um hetta eru bátarnir, sum skulu rógva í dag, og hvar teir rógva. Eg peikaði og segði frá, og tá eg segði honum, at 7000 fólk sóu ólavsøkuróðrarnar í fjør, so svaraði hann. – Hold da op.
So er spurningurin, hvørjir bátar fara fyrstir um málið. (Mynd Vagnur)
Nógvar gitingar eru um róðrarnar í dag, og fólk eru spent. Var í Álakeri í gjárkvøldið og hitti fyrikomandi rógvarar umborð á Nevinum Reyða. Hitti eisini rógvaran, har árin brotnaði, og teir máttu rógva við sjey monnum. Teir vóru komnir til Havnar við bátinum at rógva málið. Nevið reyða er mest sum meistari, men eg merkti á monnunum, hvussu stóran týdning tað hevur fyri teir at vinna á ólavsøku. – Ringt verður sova í nátt, segði ein rógvari við smíli, tá teir fór norður aftur við bátinum, sum skuldi vaskast og bonast, áðrenn leiðin gongur aftur til Havnar ólavsøkuaftan. Góða ólavsøkuróðrar og góða ólavsøku øll somul.
Formaðurin í Havnar róðrarfelag Bjarti Mohr vinstrumegin og dómarin og hjálparmaðurin Jón Johansen vóru tíðliga á fótum í morgun. (Mynd Vagnur)
Til seinast havi eg eitt hjartasuff í sambandi við róðrarnar. Vóni ikki, at útvarpsbátur, dómarabátar og hjálparbátar sigla so skjótt á róðrarøkinum, at teir øsa upp sjógvin. Aldurnar sláa aftur frá bryggjukantunum, og tað tekur sína tíð, áðrenn aldurnar leggja seg aftur. Hetta havi eg víst á óteljandi ólavsøkur, men summir menn lurta ikki og hava til fragt at vísar fólki, hvussu skjótt báturin siglir. Vit skulu allar fyrst hugsa um rógvaran. (Vagnur)
Firvaldur stendur so vakur á vogni á Bursatanga. (Mynd Vagnur)
Nærmast Vestmenningur, síðani Hvítravnur, Skálabáturin og Kongurin. (Mynd Vagnur)
Eg plagi altíð at standa á “Ískaini” og hyggja at kappróðri, tí tá sært tú út undir Argjaland og yvir á 200 og 300 metrar merkini. Og so plagi eg at taka myndir av bátunum, tá teir halda leiðini út á málið. Torførari var í ár, tí nú er eingin Vilhjálmur Tórsheim og Tummas Sørensen. Vilhjálmur er farin. Hesuferð var einsamallur maður í eftiransingarbáti, men summar manningar lurtaðu ikki, tá hann bað tær ikki rógva á róðrarøkinum út á málið. Tí var torførari hjá mær at taka myndirnar. Havi nógv tilfar frá ólavsøkuróðrunum, sum eg komi at leggja á heimasíðuna. Byrji fyrst við eldru rógvarunum.
Hesir eldri rógvararnir umborð á Konginum hava hildið saman í fleiri ár. (Mynd Vagnur)Hvítravnur úr Sandavági við sjáldsama samasetta litinum. (Mynd Vagnur)
Var spentur, hvussu nógv 10-mannafør við eldri monnum møttu á ólavsøku, jú, fýra manningar: Vestmenningur, Skálabáturin, Hvítravnur og Kongurin, sum er gamli Ormurin. Eitt árið róðu hesar manningar saman við vanligu 10-mannaførunum, men hetta riggaði slett ikki. Tí eldru manningarnar megnaðu ikki at fylgja við, og so fingu tær heldur ikki kapping sínamillum, tí teir lógu so langt hvør frá øðrum.
Tað var tann tíð, tí Skálabáturin vann fleiri ólavsøkuróðrar. (Mynd Vagnur)
Tey, sum stóðu á “Ískaini”, hildu, at menninir umborð á Vestmenningi vóru alt ov stinnir at rógva í hesum bólki. Sóust út at vera í nógv betri venjing, menninir vóru í miðal eisini yngri enn miðalaldurin umborð á hinum bátinum. Havi til stuttleika hugt at tíðunum hjá Vestmenningi og Eysturoyingi, og eg stúrsaði við. Eysturoyingur, sum var aftasti bátur í vanliga róðrinum hevði tíðina 4.14.11 og Vestmenningur tíðina 4.14.32. Tað vil siga, at Vestmenningur kundu saktans róð sama við vanliga 10-mannførunum.
Næsta ár skulu vestmenningar syrgja fyri at melda til vanligu 10-mannaførini. (Mynd Vagnur)
Áhugavert at síggja hesi fýra 10-mannaførini, tí eg kenni so nógvar rógvarar umborð á hesum bátum, sum á yngri árum hava vunnið mangan FM-róður, men framvegis dáma at seta seg við árarnar. Felagsskapurin drívur verkið, siga ein mær. Onkur segði, at 10-mannafarið Kongurin heldur skuldi itið Heindrikkur Kongur til heiðurs fyri prins Hendrik, nú hann er farin frá við eftirløn og ikki orkaði at fylgja drottningini til Føroya.
Við 200 metrarmerkið tekur Gongurólvur Riddaran og vinnur róðurin. (Mynd Vagnur)Gongurólvur vann ólavsøkuróðurin. (Mynd Vagnur)Riddarin úr Miðvági fekk reytt kort. Hvi, veit eg ikki. (Mynd Vagnur)
Mær dámar ikki orðið master, sum ikki hoyrir heima í føroyskum kappróðri. Eg skrivi oftast til dømis 6-mannafør kvinnur eldri: Var spentur, hvussu nógvar manningar komu á ólavsøku. Tíverri vóru bara tvey 6-mannafør við kvinnum Gongurólvur og Riddarin. Í Vestmanna róði eisini Fortuna. Riddarin legði seg á odda frá byrjan, men inni á hálvum Molanum fór Gongurólvur fram um og vann róðurin. Síggi seinni, Riddarin fekk reytt kort, men hví, veit eg ikki.
Falkur vinnur tepran sigur við einum sekundi. (Mynd Vagnur)Falkur úr Hósvík møttir altíð upp á ólavsøku. Haldið fram við góða siðunum. (Mynd Vagnur)Alla mín tíð hevur Greivin róð á ólavsøku. Fantastiskur bátur við eygkenda litinum. (Mynd Vagnur)
Stór gleði fyri meg at síggja fleiri enn hundrað ára gomlu bátarnar Greivan av Signabø og Falk úr Hósvík, sum hvørt ár seta sín dáma á ólavsøkuróðrarnar. Teir róðu inn í Vágsbotn á ólavsøku, tá eg var smádrongur, og bátarnir kom framvegis á ólavsøku. Haldið fram at manna bátarnar næstu árini. Næsta tilfarið, sum kemur á heimasíðuna, eru myndir frá barnaróðrinum. (Vagnur)
Títlingur fer fystur um málið og vinnur fyrsta sigurin í ár. (Mynd Vagnur)
Eitt veit eg við vissu, og tað er, at barnaróðrarnir ongantíð aftur vera avgreiddir, meðan skrúðgonga er, og ólavsøkan verður sett. Gjørdist heilt bilsin, tá eg sá, hvussu nógvir áskoðarar vóru komnir á Eystaru bryggju at hyggja at barnaróðrunum stundisliga klokkan trý. Alt var klárt. Dómarabátar, eftiransingarbátar, og barnaróðurin var varpaður út á til áskoðararnar á bryggjuni. Hetta kundi ikki vera betur. Havi ikki áður sæð barnaróður á ólavsøku, men hetta skuldi gerast róðrarupplivilsi av teimum heilt stóru.
Títlingur vinnur her sín fyrsta róður á árinum við Jallinum í hølinum. Eisini fyrsti sigurin hjá Havnar róðrarfelag á árinum. Stór frøi í Álakeri. (Mynd Vagnur).
Tú sært ikki vakrari sjón enn fyrsta at síggja ellivu dreingjamanningar og seinni tólv gentumanningar spíla seg út á Havnarvág. Nú er tað soleiðis, at mín persónligi áhugi var fyrst og fremst Títlingur við dreingjum, men sjálvandi eisini hvussu gekst hinum bátunum. Títlingur hevur fyri meg serliga søgu. Minnist seint eitt kvøldið í 2007, at foreldur og ungir rógvarar bíðaði eftir Sílinum ella Drekanum, sum vóru úti og vandu, men vóru ikki komin inn til tíðina. Tey ungu sluppu ikki at venja.
Her eru vit farin inn um 200 metrarmerkið. Vinkulin nakað skeivur, men Títlingur er fremstur. Vit síggja eisini nærmast Silju, Falk, Drekan, Teklu, Firvald, Jallin og síðani Títling. (Mynd Vagnur)Her síggja vit allar teir ellivu dreingjabátarnar. Upplivilsi at síggja. (Mynd Vagnur)
Ikki havi eg verið nevndarlimur í Havnar róðrarfelag, men eitt slagi av hjálparmanni. Hugsaði hesa løtuna: – Hetta ber ikki til, vit mugu fáa ein 5-mannafar bara til barnaróður, tí Sílið og Drekin eru so nógv upptiknir. Segði hetta við Jákup Jacobsen, sum tá fekst við barnaróður í felagnum. Vit gjørdu skjótt av og bílagdui nýtt 5-mannafar frá bátasmiðinum Terja Reinert Jacobsen á Hjalnesi. Jákup og eg útvegaðu eisini peningi, sum báturin kostaði. Tá hevði Sámal Hansen í Runavík úr at gera at smíðja kappróðrarbátar.
Her síggja vit nærmast gentubátarnar Frúnna, síðani Sílið, Píl, Fípuna Føgru, og næst Molanum Havfrúnna, Vit síggja eisini koma undan Ørnina, Svaluna (úr Vági), Spógvan og og Falk. (Mynd Vagnur)
Stórur spenningur var, tá báturin kom í neystið tíðliga í 2008, og tey ungu dámdu væl bátin. Eg helt, at vit skuldu finna eitt vakurt fuglanavn at geva bátinum. Tað bleiv til “Títlingur”. Báturin hevur vunnið nógvar róðrar síðani 2008, og tá Títlingur við dreingjum fór fyrstur um málið ólavsøkuaftan, var gleðin heilt serlig, tí hetta var fyrsti sigurin hjá Havnar róðrarfelag á árinum. Sig so tað. Seinni vann eisini Gongurólvur eldri við kvinnum.
Nærmast Kollur, síðani Ørnin, Frúgvin og Svalan úr Vági. (Mynd Vagnur)Reyðkollur er reyði báturin úr Kollafirði, sum fyrstu ferð er við á ólavsøku. (Mynd Vagnur)Tólv barnamanningar við gentum liggja klárar á málinum. (Mynd Vagnur)
Vit, sum stóðu á “Ískaini” ólavsøkuaftan høvdu á orðið, hvussu vakurt tað var hesi síggja hesi litføgru 5-mannaførinini við nógvu unglingum umborð spenna seg út. Aldursmunur er innanborða, og tað vita rógvarar eisini. Tað er at eftirmeta rætt. Tú kanst rógva barnaróður sum tólv, trettan og fjúrtan ára gamal. Munur er á tólv ára gomlum unglingi og fjúrtan ára gomlum unglingi. Næsta ár eru summir rógvarar ov gamlir, og so koma aðrar manningar fram í oddin.
Stórt herðaklapp at barnaróðurin var varpaður áskoðarunum. Haldi, at tað var tvøramaður, sum plagar at varpa út fótbólt, sum meistarliga segði frá róðrunum. Stór virðing fyri barnaróðrinum og stóra tøkk. Ólavsøkuaftan tók eg eisini myndir av einstøku manningum, tá tær komu fram við “Ískaini”. Myndirnar skulu klippast til og koma á heimasíðuna nakað seinni. (Vagnur)
Áhugavert og spennandi at fylgja 10-mannaførunum í summar. Ormurin var stinnast á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard)
Fólk hava hildið ólavsøku, men enn er ikki alt tilfarið hjá mær komið á heimasíðuna. Havi lagt út frá barnaróðrunum og róðrunum við eldru manningum. Nú koma nakrar góðar málmyndir, sum Hans Højgaard hevur tikið. Síðani havi eg klipt myndir til av mest sum øllum manningum, sum komu fram við “Ískaini”, og so havi eg nakrar myndir, sum eg tók av róðrunum á 200 metrar merkinum. Sjálv eftirmetingin av stevnunum skal eisini skrivast. Hetta kemur alt eitt sindur seinni. Eg havi so onkra áhugaverda søgu aftrat frá ólavsøkuróðrunum. 6-mannafarið Hvessingur átti óvæntaða úrslitið, tó ikki so óvæntað, tí Smyril formáddi sær ikki nógv á ólavsøku og ei heldur Eysturoyingur.
Hvessingur vann tryggan sigur og var á oddan allan teinin. (Mynd Hans Højgaard)
Tá tað omanfyri er sagt, var mesti spenningurin í 10-mannafarsróðrinum. Løgna var, at Eysturoyingur fekk ringan start, og hann megnaði slett ikki at svara aftur. Heldur var tað Havnarbáturin, sum legði seg á odda væl fylgdur av Orminum. Drekin reyði var nakað aftari, men hevði frálíkan endaspurt. Fyri meg var løgið at hoyra á “Ískaiini”, tá kvinnan á málinum fyrst segði: – Tey róptu nummar tíggju fyrst, so var tað Havnarbáturin, men eg sá frá “ískaini”, at meira krút var í endaspurtinum umborð á Orminum, og at hann var heilt har frammi.
Rádni 6-mannafarið við kvinnum úr Fuglafirði hevur verið einaráðandi í summar. Vinnur her í stórum stíli á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard) Her síggja vit 6-mannaførini við kvinnum nærmast Fortunu, síðani Jarnbard og Páll Fanga. (Mynd Hans Højgaard)
Heilt løgið at síggja 6-mannaførini við monnum, tí Hvessingur hevði sum ongantíð áður veruliga tak á Smyrli, sum ikk formáddi sær so nógv henda dagin. Kanska var ein av orsøkunum, at báturin var meistari, men tað trúgvi eg ikki, tí at vinna á ólavsøku er nakað heilt serligt. Rokni ikki við, at nøkur manning dámar at tapa á ólavsøku, tá meistaraheitið er vunnið.
Nevið reyða gjørdi bart eisini á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard)
Dreingirnir umborð á Fípuni føgru endutóku sigurin frá fjarðastevnu, og tað sama gjørdu Firvaldur við gentum, Rádni við kvinnum, Erla kongsdóttir við kvinnum og Nevið Reyða. Sannførandi sigrar og uppiborin meistaraheitið. Kundi hugsað mær at nevnt Sølmund við kvinnum, sum eg roknaði við fór at gera serligan vørr á ólavsøku, men báturin fekk ringan start og fekk slett ikki fatur í Rádna, sum báturin fekk í Vestmanna.
Erla kongsdóttir við kvinnum vinnur her ólavsøkuróðurin og meistaraheitið. (Mynd Hans Højgaard)
Róðrarárið 2016 gjørdist serligt á tann hátt, at nakrar manningar vóru so mikið góðar, at lítil spenningur var í róðrunum alt árið. Eisini er undrunarvert, at so stórur munur er á bátunum í fleiri róðrum. Sjálvandi er tað manningin og venjingin, men eg haldi, at munurin er dekan ov stórur. Her hugsi ikki um yngru manningarnar, har aldursmunur er á rógvarum.
Genturnar umborð á Firvaldi hava verið stinnar í summar og vunnið allar róðrarnar. (Mynd Hans Højgaard)
Sá á Facebook, at í sambandi við gallaveitsluna skal ársins felag veljast. Veit ikki, um tey telja saman samlaðu stigini hjá øllum feløgunum, men tað rokni eg ikki við. Ársins felag má antin vera kappróðrarfelagið í Fuglafirði ella Klaksvíkar róðrarfelag. Bátarnir Rádni og Erla kongsdóttir við kvinnum vinna meistaraheitið, og 8-mannafarið Gullbrandur er nummar tvey í FM-kappingini. Fara vit til Klaksvíkar, er Nevið reyða meistari og tað sama Fípan fagra við dreingjum. Felagið hevur eisini staðið seg heilt væl í barnaróðrunum.
Fípan fagra við dreingjum vinnur ólavsøkuróðurin og meistaraheitið. (Mynd Hans Højgaard.)
Vit kunnu øll vera nøgd við róðrarárið 2016, tá talan er um tal av bátum. Serliga ungdómsmanningarnar er øktar, og tað er at fegnast um. Vónandii síggjast vit øll aftur næsta róðrarár. Til seinast vil eg heita á allar manningar kring landið um at koma til ódnartøkini í Hvannasundi leygardagin 27. august. Norðdepil fyllir 150 ár, men manningarnar skulu eisini koma til Hvannasunds at takka Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag fyri alt tað, sum felagið hevur gjørt fyri føryskan kappróður. So vil eg at enda takka Hansi Højgaard fyri góðu myndirnar á mállinjuni. (Vagnur)
Fípan fagra við gentum barnaróður vinnur her ólavsøkuróðurin. (Mynd Hans Højgaard)Títlingur við dreingjum vinnur trygt barnaróðurin á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard)
Hetta má vera fyrsta felagsmynd av meistarunum nakrantíð. (Mynd Hans Højgaard)
Hans Højgaard tók felagsmyndina av meistarunum 2016. Tað plagar annars at vera torført at savna allar rógvararnar, tí teir skulu so nógv eftir steypahandanina. Myndin fer í søguskrínið, har nógvar aðrar myndir eru goymdar. Eg plagi at siga í skemti: – Stuttligt einaferð hjá rógvarum at vísa abbabørnunum. Í løtuni klippi eg til myndir av bátunum, sum komu framvið “Ískaini”, og so er tað eftirmetingin av stevnufyrireikingunum, sum skal skrivast. (Vagnur)
6-mannafarið Hvessingur vann á ólavsøku. (Mynd Vagnur)
Eg plagi okkurt árið at taka myndir av øllum bátunum, sum koma fram við “Ískaini” ávegis út undir Argjaland. Tað gekk væl, tá Vilhjálmur Tórsheim, sáli, var eftiransingarmaður, men hesuferð aktaðu summar manningar ikki so væl einsamalla mannin í ansingarbátinum. Nakrar manningar fóru út á róðrarøkið og vóru í summum førum ov langt úr landi at fáa góða mynd. Kom á “Ískaini” klokkan 14.30, men tá vóru nakrar barnamanningar longu úti á máinum. Eisini er onkur bátur farin tíðliga út á Argir at fyrireika seg til róðurin. Kanska okkurt navn er komið skeivt fyri, tí einstakir bátar hava ikki navn og onkur ikki nummar. (Vagnur)
Fantastiskt at síggja jøvnu 10-mannaførini í summar. (Myndir Vagnur)
Hetta eru so tær seinastu myndirnar, eg tók frá “Ískaini” ólavsøkuaftan. Stór uppliving at síggja nógvu bátarnar og fleiri heilt spennandi róðrar. Bátatalið var stórt í summar og serliga í yngru árgangunum. Vónandi verður eins nógvar manningar róðrarárið 2017. (Vagnur)
Tvey hundrað metrar frá málinum er Havnarbáturin fremstur, men Ormurin átti seinasta krútið í byrsuni og vann.Í hesi løtu er tað bara Eysturoyingur, sum ikki megna at hanga í .Sum 10-mannaførini hava verið jøvn í summar.Erla kongsdóttir við kvinnum nærmast vann ólavsøkuróðurin og meistaraheitið. Fípan fagra og Teistin bjóða av.Her síggja vit Drekan og Teklu við kvinnum.Fípan fagra var stinnasti dreingjabáturin í summar. Stór kapping um næstu plássini.Stórur aldursmunur í dreingjaróðrinum, tí er munurin eisini stórur fram til fremstu bátarnar.Dreingjaróðurin er altíð áhugaverdur.Hetta eru aftastu dreingjabátarnir sum heilt vist koma longur fram næsta ár.6-mannaførini við kvinnum Rádni og Sølmundur.6-mannaførini við kvinnum Páll Fangi, Fortuna, Jarnbardur og Skúgvur.Hvessingur vann tryggan sigur á ólavsøku. Smyril fann ikki rættiliga stevið og síðani Lómur.Her síggja vit 6-mannaførini nærmast Tvørabátin, síðani Fortunu og nærmast landi Riddaran og Gongurólv.Firvaldur av Tvøroyri vann allar róðrarnar í summar.Stórur kapping var um næstu plássini í genturóðrinumAldurmur er stórur millum gentubátarnar.Nevið reyða hevði frílíkt róðrarár í summar, og nú verður spennandi, hvønn bát hesir menn manna næsta róðrarár.Her síggja við nærmast Knørr og síðani Argjabátin.
Óli Debes vinnur 400 metrar svimjikapping á ólavsøku í 1961. Svimjikapping var eitt av hæddarpunktunum á ólavsøku tá í tíðini. Heilt nógvir áskoðarar vildu síggja kappingarnar. Her síggja vit mergjaðar armar, sum veruliga vilja nakað. (Myndaeigari: Harald Debes)
Hevur tú antennuna frá og eyguni opin, fært altíð okkurt at skriva um. Og av tilvild koma søgurnar mangan og serliga eldru søgurnar og myndirnar. Nú er nakað síðani, eg skrivaði grein um tey tíggju systkini Debes við Tinghúsvegin í Havn. Í barndómsheiminum Tinghúsvegur 35 búgva brøðurnir Hammer og Harald Debes. Tá Harald vildi vísa mær verkstaðið hjá sær, vísti hann mær eina mynd av beiggjanum Óla Debes, sum vit øll kendu serliga frá uttandurasvimjihylinum. Óli er farin, og beiggin Harald eigur húsini hjá Óla. Í stovuni standa nøkur steyp, sum Óli vann í svimjikappingum, og millum annað eitt trýtornað vakurt steyp av gamla slagnum. Hetta mátti eg kanna nærri og havi tosað við beiggjan Hammer Debes um steypið. Og Hammer sigur soleiðis um beiggja sín.
Hammer Debes við steypinum, sum beiggin Óli vann í 1961. (Mynd Vagnur)
– Beiggi mín Ól Debes var av sterkastu monnum, og honum dámdi væl at svimja. Vit báðir vóru fastir gestir í uttandura svimjihylinum í Gundadali, sum lat upp í 1959. Longu frá byrjan vildu fólk hava okkum at svimja kapp, men vit vildi ikki rættiliga bjóða okkum fram, tí so nógvir áskoðarar komu at hyggja. Óli var meira framligur enn eg, og hann svam heilt nógv, ja, mest sum hvønn dag. Men so á ólavsøku í 1961 fingu tey okkum báðar og Andor Hansen at svimja kapp á ólavsøku. Heilt nógvir áskoðarar høvdu á ólavsøku 1961 leitað sær í Gundadal at fylgja svimjikappingunum.
– Vit skuldu svimja 400 metrar bringusvimjing, og tað eru sekstan longdir. Óli var í nógv betri venjing enn eg, og hann vann trygt kappingina og eg bleiv seinast. Óli fekk steyp, sum Dagblaðið gav at kappast um. Eitt av teimum gomlu trýtornaðu steypunum. Óli var skemtingarsamur maður, og tá Martin Holm eftir sigurin segði við Óla í mikrofonini: – Tú ert óførur Òli, so svaraði Óli: – Tað veit eg, og eg visti, at eg fór at vinna. Og láturin frá nógvu áskoðarunum hoyrdist um allan Gundadal, sigur Hammar, sum annars eitur Hammershaimb Debes.
Myndin er júst frá ólavsøkuni 1961, tá Óli vann 400 metrar kappingina. (Mynd Havnin – fólk og yrki. )
Sjálvur minnist eg væl Òla og Hammer í svimjihylinum. Umframt teir báðar vóru millum annað eisini Hans Johannes Clementsen, Sverri Djurhuus og Robert Mohr Poulsen, sum á ólavsøku drógu áskoðarar í Gundadal at hyggja at svimjikappingum. Óli og Hammer og teir stóðu fyri frálíka skemtinum, har teir millum annanð kavaðu í konufólkaklæðu frá vippunum. Minnist, at ein kapping var at svimja tvær longdir við skei í munninum, har egg lá. Mistu teir eggið, máttu kava á botn eftir egginum og halda fram.
Svimjihylurin lat sum sagt upp í 1959, og beinanvegin fóru tey undir at skipa fyri svimjikappingum. Eingin verulig skipað venjing var frá byrjan, men sum árini gingu, kom gongd á. Heilt stórur áhugi var millum manna fyri svimjikappigunum, og tað síggja vit eisini á myndunum omanfyri. Tak meg ikki í tí, men eg haldi tað var Óli ella ein av teimum eldru, sum eina ólavsøku skuldi svimja tvær longdir undir vatninum. Hetta høvdu áskoðarar ikki áður sæð nakran gjørt.
Óla Debes, sum var skemtingarsamur maður, kenna vit eisini í øðrum samhangi, tí tað vóru teir báðir Óli og Johannes (Lill) Michelsen, sum í 27. januar í 1960 stovnaðu fyritøkuna Demich. De stendur fyri Debes og Mich fyri Michelsen. Óli hevði lært til rørsmið hjá Eivind Mouritsen. 10. november 1982 var fyritøkan seld øðrum og er í dag ein stór fyritøka, sum heldur til úti við Stiðjagøtu í vesturbýnum. Óli var føddur 5. august 1927 og doyði 8. januar 2010. (Vagnur)
Nýggi Havnarbáturin í 1950. Aftast f.v: Johannes Arge, Klæmint Jacobsen, Óli Debes, Símun Hellisdal, Harald Debes og Niels Jacobsen. Fremst f.v: Finnur Hansen, Hammer Debes, Erhardt Næs og Helgi Justinussen. Hassi á Krákusteini vantar á myndini. (Myndeigari: Debes brøðurnir)
Tá eg var inni í gólvinum hjá Haraldi og Hammer Debes søgdu teir mær, at Harald, Hammer og Óli í 1950-árunum róðu kapp við nýggja Havnarbátinum. Við nýggja Havnarbátinum, hugsaði eg, og so at leita í bókini Drekin eftir Niels Juul Arge. Jú, mín sann. Árini 1950, 1951, 1952 og 1953 róður tveir Havnarbátar á ólavsøku og stevnum kring landið. Nýggi Havnarbáturin og gamli Havnarbáturin. Og her var eisini áhugaverd róðrarsøga at fara eftir.
Eg síggi í bókini Drekin, at Havnar róðrarfelag í 1947 keypir 10-mannafarið Tofta Regin frá Føroya ítróttafelag í Keypmannahavn. Oliver Holm, bátasmiður, smíðaði bátin 1944/1945 í Frederikssund. Sami Oliver Holm arbeiddi seinni á Tórshavnar skipasmiðju og virkaði sum formaður í nógv ár. Stríðsárini í Danmark hildu nógvir føroyingar til í Keypmannahavn, tí teir sluppu ikki heim. Tey róðu hesi árini eisini kapp á ólavsøku við Langelinju. Kappingin stóð millum sunna-og norðafjørðs menn. Ov lítið var við 10-mannafarinum Sigmundi Brestisson, og tí mátti eitt 10-mannafar útvegast aftrat.
Mynd frá 1950. Báturin við 3 talinum er gamli Havnarbáturin og báturin við 1 talinum er nýggi Havnarbáturin. Manningin á gamla Havnarbátinum vóru (úr rongini og frameftir) Niclas Ludvig, Poul Arne Joensen, Sigurð Danielsen, Andreas Debess, Leivur Nielsen, Kristian Andreasen, Mortan Mortensen, Adelhart Telling, Johan H. Olsen, Arne Debess og Hákun Jacobsen. (Mynd: Bókin Drekin)
So stórur áhugi var eftir stríðsárini at sleppa at rógva við Havnarbátinum, at nevndin í Havnar róðrarfelag helt, at 10-mannafar mátti keypast aftrat Havnarbátinum. Men tað byrjaði ikki væl, tí tað var noktað Havnar róðrarfelag at hava tvey 10-mannafør við á ólavsøku og á stevnum kring landið. Hvørt felag kundi bara rógva við einum 10-mannafari. Í 1950 bar so til. Flaggskipið í felagnum var gamli Havnarbátinum, og umborð á nýggja Havnarbátinum, sum báturin æt, sótu í 1950 brøðurnir Óli, Hammer og Harald Debes sum vit síggja á myndini ovast. Eg havi spurt Hammer, hvat hann minnist til hesa tíðina.
– Eg minnist, at tveir norskir træbátar róðu sum gestabátar eina ári á ólavsøku. Bátarnir, sum tú sært á myndini, vóru ikki líkir føroysku bátunum. Styttri og breiðari bátar og uttan iva eisini tyngri. Hesir høvdu ongan møguleika ímóti føroysku bátunum og vóru langt aftanfyri. Vit róðu av Gulanum og inn í Vágsbotn og bátarnir vóru Gamli Havnarbáturin, Suðuroyingur, Nýggi Havnarbáturin, Vestmenningur og Klaksvíkingur. Gamli Havnarbáturin vann, og vit í nýggja Havnarbátinum gørdust nummar trý.
Undir krígnum var hildið, at ov lítið var at hava eitt 10-mannafar í Keypmannahavn. Tí lótu tey nýtt 10-mannafar smíða í 1944/1945. Báturin fekk navnið Tofta Regin, sum Havnar róðrarfelag seinni keypti. (Mynd: Bókin Drekin)
– Tú spyrt, um vit vandu harð og nógv. Jú, vit vandu heilt nógv, og eg minnist, at tað eina kvøldið róðu vit heilt inn á Nes, og sum kvøldið leið, gjørdust familjurnar í Havn bangin um okkum. Tá var eingin fartelefon og telefon var ikki í hvørjum húsi. Vit komu ikki á Havnina aftur fyrr enn á midnátt, tí Salamon Joensen prestur á Nesi bjóðaðu okkum inn til drekkamunn, og hann vildi so fegin eisini vísa okkum kirkjuna, sigur Hammer at enda.
Sum sagt, róðu tveir Havnarbátar árini 1950, 1951, 1952 og 1953, men í 1954 sæst, at nú er aftur alt við tað gamla, og bara ein Havnarbátur rør næstu árini. Hvar nýggi Havnarbáturin endaði sínar dagar, síggi eg ikki nakrastaðni. Kann enda at skriva, at í 1956 og 1957 mannaðu teir tvey 10-mannafør í Vági. Ormin langa og Vágbing. Mær er sagt, at menn í einum býlingi í Vági mannaðu Vágbing, og menn í øðrum býlingi mannaðu Ormin langa. Sig so tað.
Annars skilti eg ongantíð, at Róðrarfelag Knørrur gav 10-mannafarinum hjá felagnum navnið Ormurin langi, tí hetta navn er heimahoyrandi í Vági. (Vagnur)
Svein Rógvi situr á lærinum stýriborð við ár hjá Klaksvíkingi, og Hjálmar á toftubekki stýriborð rør í búna hjá Klaksvíkingi. Svein Rógvi við stórum smíli ávegis út undir Argjaland ólavsøkuaftan. (Mynd Vagnur)
Nú veit eg ikki, um nakar annar enn eg hevur lagt til merkis nakað umborð á Orminum á ólavsøku, sum er heilt serligt í føroyskari rógving. Hyggur tú at myndini omanfyri, sum eg tók ólavsøkuaftan, so hevur Svein Rógvi tikið árina umborð á Klaksvíkingi við sær til Havnar og umborð á Ormin. Hyggur tú fyrst at myndini omanfyri og síðani á myndini niðanfyri, so rør Hjálmar á toftubekki stýriborð í búnanum hjá Klaksvíkingi, sum er reyður og hvítur, meðan hinir umborð í Orminum rógva í vanliga bláa litinum. So er spurningurin, hvat vit kunnu leggja í alt hetta. Eg havi mína tankar um árina hjá Svein Rógva og búnan hjá Hjálmi, sum er heilt óvanligt í føroyskum ítrótti.
Fer tildømis fótbóltspælari úr KÍ í Klaksvík til Havnar at spæla við HB ella B36, so letur hann seg ikki í KÍ búnan fyrsta landskappingardyst. Hetta er nú ikki loyvi. Eg havi kent Svein Rógva, síðan hann var smádrongur í Havn. Bæði foreldrini eru úr Havn, sum eg eisini kenni væl. Nú kenni eg ikki Hjálmar, men havi einar tvær ferðir tó prátað við henda róliga og fyrikomandi mannin um kappróður.
Felags fyri Svein Rógva og Hjálmar er, at teir hava vunnið mangan kappróður og eru tveir av kendu monnunum umborð á Klaksvíkingi. Og serliga Svein Rógva dámar væl at boða Føroya fólki frá sigrunum á Facebook í einum meira skemtiligum og vinarligum høpi. Hann dugir eisini heilt væl at sleppa framat Norðlýsinum, bara okkurt rørdi seg umborð á Klaksvíkingi á sinni. Nógvar vælvandar yvirkroppar hava vit eisini sæð í fjølmiðlunum.
Her síggja vit eisini reyð/hvítu árina hjá Svein Rógva og reyð/hvita búnan hjá Hjálmi. (Mynd Hvannrók)
Tá eg hoyrdi, at Svein Rógvi og Heini Hátún vandu 10-mannafarið Ormin, so visti eg, at okkurt áhugavert fór at henda. Og so var. Menn vóru skiftir út umborð, tá ikki gekst nóg væl, og umborð komu tríggir góðir royndir rógvarar. Svein Rógvi og Hjálmar vóru tveir av hesum. Skrivaði í grein, at Ormurin fór við hesum at koma longur fram í feltið, men at vinna á tildømis Eysturoying, roknaði eg ikki við. Men her fór eg skeivur.
Mær er sagt, at tá Svein Rógvi gjørdist venjari hjá Orminum, segði hann klárt og tíðuliga. – Vit venja í Kollafirði og ikki í Havn. Eingin av teimum ungu toyrdu at mukka, verður sagt. Síðani tekur Svein Rógvi árini, sum hann róði við umborð á Klaksvíkingi við sær til Havnar og umborð á Ormin. Hvør skal siga: – Fylgja tit hesi árini, sum hevur vunnið so nógv, kemur heilt vist nakað gott at spyrjast burturúr. Nú veit eg ikki, um Svein Rógvi hvørt venjingarkvøld tók reyð/hvítu árina við sær til Klaksvíkar at goyma undir songini, men tað rokni eg ikki við.
Haldi, at tað er djarvt at Hjálmari Hátún at fara í reyða/hvíta búnan, sum hoyrir til Klaksvíking og umborð á Ormin. Rokni við, at her vil hann vísa ungu monnunum umborð á Orminum, at fylgja tit mær, sum vit gjørdu umborð á Klaksvíkingi, so kunnu vit vinna. Og Ormurin vann fyrst í Vestmanna og síðani á ólavsøku við reyð/hvítari ár heimhoyrandi umborð Klaksvíkingi og við manni á toftubekki í reyð/hvítum búna, hann brúkti umborð á Klaksvíkingi. Sálarliga átakið hjá teimum báðum bar frukt, tí Ormurin vann og hálaði hinar umborð upp á tindin. Guð viti, hvar slíkt stendur skrivað í sálarbókunum. Eg má bara bukka og siga, at tit báðir eru óførir.
Ja, so er spurningurin, hvar henda reyð/hvíta árin og reyð/hvíti búnin heldur til róðrarárið 2017. Livst so spyrt. (Vagnur)
Økið við Skansan fær tíbetur frið, og sjóvarmálin Yvir við Strond fær eisini frið.
Tá eg um dagarnar sá myndina av útbygda havnarlagnum í Havn, so haldi eg, at hetta er besta loysnin í løtuni men í framtíðarhøpi bara næstbesta loysnin. Vit verja tíbetur Skansan og sjóvarmálan Yvir við Strond, men nýggja havnarlagið gerst ongantið nakað prýði fyri Havnina og tess innsigling. Bingjur eru órudd og alt annað enn vakurt. Í kjakinum um havnarlagið eru nógvu ferðamannaskipini nevnd, men tey eru ikki teknað á myndina.
Úr kamarsvindeyganum hjá okkum hava vit gott útsýnið suður í Nólsoyarfjørð og síggja øll farmaskipini og ferðaskipini, sum koma á Havnina. Bingjuskipini gera skjótt av og liggja heilt fáar tímar við bryggja, so fara tey aftur suður ella norður gjøgnum fjørðin. Tá vit hugsa um bryggjukantar, so eru føroysku fiskiskipini vorðin størri og nógv færri seinastu kanska tjúgu árini. Mangan liggur einki skip við bryggju uttan okkurt ferðamannaskip ella skip, sum eru til umvælingar hjá skipasmiðjuni.
Hyggja vit enn einaferð eftir myndini omanfyri, so er ikki góð frákoyring frá útbygda havnarlagnum. Allur flutningur tað veri seg trailarar og onnur akfør mugu fara Yvir við Strond. Tí er útbygda havnarlagið bara næstbesta loysnini. Høvuðsstaðurin átti at bygt eina góðshavn uppi á Sandvíkarhjalla ella inni í Sundi, tí har er laga manni við flutningi í allar ættir. Og serliga tá Eysturoyartunnilin er liðugur. Men so langt hugsa politikarar ikki Havn.
Tá politikarar í Tórshavnar kommunu siga, at vit tosa um sjey hundrað arbeiðspláss, sum kommunan kann missa, um havnarlagið ikki verður útbygt, so er hetta tað reina møsn, má eg siga. Kundi hugsað mær at fingið vitað, hvørji hesi arbeiðspláss eru. Strandfaraskipini, Norrøna, ferðamannaskip og onnur skip koma altíð á Havnini, um havnarlagið verður víðkað ella ikki. Politikarar sleppa alt ov lætt at sleinkja slík tøl fyri borgaran, tí einki hald er í hesum tølum.
Nú havi eg stóran áhuga í kappróðri, og útbygda havnarlagið kemur at betra um venjingarumstøðurnar hjá kappróðrinum og serliga, tá hann er eystan ella høgur í ættini. Ja, kanska fær Argja róðrarfelag nú høvi at bjóða til kappróður fram við Argjalandi. (Vagnur)
Endaveggurin á fimleikahøllini skal takast niður, og skal leingjast til fullan hondbóltsvøll. (Mynd Vagnur)
Tey eru spent á Argjum og annars í hondbóltsfelagnum ÍA, tí nú er økið við skúlan um at vera liðugt sprongt og slættað. Síðan skal núverandi fimleikahøll leingjast til fullan hondbóltsvøll, og einir tvey hundrað áskoðarar kunnu sita í høllini. Tað er TK Verk, sum ger arbeiðið. Á Argjum búgva fleiri enn tvey túsund fólk, og fleiri koma aftrat. Tí hevur hondbóltsfelagið ÍA allar møguleikar at mennast sum hondbóltsfelag, og nýggja høllin er liðug longu 1. februar 2017.
Nógv er at spreingja í sambandi við nýggju høllina. (Mynd Vagnur)
Tá tú stendur við økið og hyggur inn á bera betongveggin, so er løgið, at kommunan ikki bygdi fullan hondbóltsvøll frá byrjan. Mær er sagt, at hetta kom tá at dýrka skúlan níggju milliónir. Tey áttu at sæð eitt sindur inn í framtíðina, tá tey vita, at so nógv fólk koma at búgva á Argjum. Báðar fimleikahallirnar lagdar saman hava fulla hondbóltsbreidd og mál, men vøllurin er ov stuttur.
Á Argjum hevur verið kjakast, um nýggj høll skuldi byggjast við fótbóltsvøllin, men sjálvanadi er allar best, at høllin er við skúlan, tí har eru nógvu børnini. Tey kunnu brúka høllina í skúlatíð og eftir skúlatíð. Spennandi at fylgja við, hvussu hondbóltsfelagið ÍA fer at mennast næstu árini. Eitt er høllin, annað er at fáa góðar venjarar at taka sær av ungdóminum á Argjum. (Vagnur)
Ljóta svarta dapra barakkin skuldi verið beind burtur fyri nógvum árum síðani. (Mynd Vagnur)
1 februar 1962 var seinasti dagur, Sanatoriið í Hoydølum varð brúkt sum sjúkrahús. Sanatoriið var niðurlagt, og sjúklingarnir fluttir oman í nýggju tuberkladeildina í J.C. Svabosgøtu. Átta sjúklingar vóru innlagdir fyrsta dagin. Barakkin var ongantíð ætlað sum annað enn ein fyribilsloysn, tí 19. juni 1962 var grundarsteinur undir Landssjúkrahúsið lagdur, og tá Landssjúkrahúsið var liðugt bygd, skuldu tuberklasjúklingarnir flytast í nýggja sjúkrahúsið. Tá skuldi henda ljóta dapra, svarta barakkin takast niður, men nú eru 54 ár liðini síðan 1962, og barakkin stendur har enn.
Sanatoriið í Hoydølum var bygd í 1907, og 12. juni 1908 kom fyrsti tuberklasjúklingurin í Hoydalar. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Tá eg fyri nøkrum árum síðani var á vitjan á Landssjúkrahúsinum, sá eg vakran bókling við góðum myndum, sum segði frá bygningum og virkseminum á Landssjúkrahúsinum. Men ljóta svarta barakkin var ikki at finna í bóklinginum. Uttan iva, tí hetta var ikki bygningur at vísa fólki. Fyri kanska tíggju árum síðani stóð at lesa onkrastaðni, at innan trý ár skuldi svarta barakkin takast niður, men hon stendur har enn.
Henda fyribilsloysnin frá 1962 skuldi fyri nógvum árum verið tikin niður, tí hon misprýðir økið har á leiðini. Og barakkin minnir okkum eisini á týningarlegurnar í Týsklandi og Pólandi undir seinna heimsbardaga. Niðan fyri Landssjúkrahúsið oman ímóti sjóvarmálanum grava tey í løtuni út fyri nýggjum sálarmiðdepli, sum veruliga treingir til. Ótíðarhóskandi bygningarnir oman fyri vegin eru frá 1970-árunum, og summi av hølunum minna meg um myndir sæddar av fangahúsum á Balkan. Alt er betong bæði veggir loft og gólv. Lítil hugni, má eg siga.
Á sumri næsta ár endar eitt 54 ára langt tíðarskeið í Hoydølum, tí tá flyta miðnámsnæmingarnir úr Hoydølum út í Marknagil. Hasin betongbygningurin í Hoydølum er einki prýði í annars vakar økinum. Áhugavert at fylgja við, hvør so skal húsast í Hoydølum. (Vagnur)
Sum smádreingir plagdu vit at renna undan aldunum í Vágbotni. (Mynd Havnarmyndir -fyrr og nú)
Í mínum ungu døgum minnist eg í tveimum førum, at Molin í Havn varð longdur og umvældur, og at betonkisturnar á botni hildu ikki í ódnarveðrinum á lágættunum. Síggi fyri mær stóru aldurnar, sum skolaðu upp um Molan og hildu leiðini inn í Vágsbotn. Frá landnámstíð var Havnin hvørki kyrrupláss ella góð skipahavn, og gamlar myndir sýna eisini skipini liggja fyri akkerið á redini, har smábátar førdu fólk og farm í land og umborð. Gjørdist veðrið ov vánaligt, rýmdu skipini inn á Skálafjørðin.
Sagt verður, at alt broyttist, tá ið grótkast varð gjørt á Skansaboða og “Nyhavn gjørd. Brotasjógvarnir vórðu tá steðgaðir í grótkastinum og eftir hetta komu ikki fleiri brotasjógvar inn um Molan, sum hevur sína søgu. Vilt tú vita alla søguna um Molan, finnur tú alt tilfarið í bókini “Verjir fyri Havnarvág”, sum Mikkjal Helmsdal, sáli gav út í 1994. Á blaðsíðu 155 í bókini stendur at lesa, at 18. februar 1922 verður sáttmáli undirskrivaður, og søgan um Molan byrjar. Søgan um Molan, sum broytti Havnina frá einum brimplássi til eina góða skipahavn, har skip kunnu liggja í øllum veðri.
Brotasjógvarnir kundu vera øgiligir á Skansaboða. (Mynd Fornminnissavnið)
Í 2004 stongdi Tórshavn Havn Molan fyri vanliga fólkinum, hetta var gjørt vegna altjóða trygdarkrav. Tey ungu í dag kenna óivað ikki “ein kaitúr”, men hevði Molin sloppið at sagt frá søgum av Molanum, var tilfar til nógvar bøkur. At fara ein túr út á Molan var so stórur partur av lívinum hjá havnarfólki. Vit eldru minnast eisini øll fríggjarapørini, sum eftir dansin í Sjónleikarhúsinum og Klubbanum fóru sveimandi út á Molan. Á Molanum var so friðarligt, og útsýnið vakurt suður í fjørðin, yvir á Argir, inn í Havnardal og í Hoyvíkshagan.
Eg minnist væl, tá ið aldurnar fóru upp um bryggjukantin inni í Vágsbotni, sum myndin omanfyri vísir. Aldurnar vóru mangan so ógvusligar, at tær steðgaðu ikki fyrr enn uppi við Mejaríið nú Tjóðpallin. Ungfólk plagdu at bjóða aldunum av, tey stóð á stórum kassum, og ofta fingu tey karm. Eisini var “sportur” at renna undan aldunum. Minnist eisini, at mangan sukku træbátar í ódnarveðrinum, og sum vit síggja á myndini eru bátar uppdrignir. Men onkuntíð var hetta ikki nógmikið, tá ið aldur vóru størstar.
Men hetta er alt søgu. Havnarviðurskiftini í Havn eru í dag av teimum bestu í landinum og kyrt er í Vágsbotni. (Vagnur)