Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all 1110 articles
Browse latest View live

Úr myndasavninum – Hugleiðingar um okkara fyrsta rottanga og vesi

$
0
0
Betongrottangi sæst til høgru.
Betongrottangi sæst til høgru, og húsini hjá okkum koma undan vinstrumegin. Smádrongurin er Torbjørn beiggi mín.

Føroyska samfelagið er nógv broytt í allar mátar, síðani vit vóru børn í 1950-árunum. Húsini hjá okkum eru bygd í 1941, og í húsinum var einki nútíðar vesi men bara nátthús og bukka. Minnist einki ringt at fara á bukkuna, men stórur dagur var heima hjá okkum, tá rottangi var grivin í bøin uttanfyri, og bukkan skift út við nútíðar vesi. Minnist væl, tá nýggja vesið var sett upp, og betongrørið grivið í jørðina oman til rottangan. Síggi fyri mær bukkumenninar við langum gummihandskum koma inn til okkara eftir bukkuni, sum síðani var stoytt í bukkubilin. Tá var Bukkvald Yviri við Strond, og alt frá bukkunum fór í havið.

Skamt frá okkum er Rættará, og rørið frá rottanganum var grivið út í ánna. Hetta var áin, vit spældi í, men eftir at húsini har á leiðini fingu vesi, gjørdist áin so mikið skitin, at vit fingu forboð at spæla í ánni. Minnist, hvussu illa tað luktaði úr ánni, tá turkur var um summarið. Nakað av trupulleika stóðst av nýggja vesinum, tí hallið frá vesinum oman í tangan var í minna lagi, og tí typtist rørið av og á. Og so at steyta við stórari jarnfjøður.

Vit eru fimm systkin, og á myndini síggja vit Torbjørn beiggja mín í bundnari troyggju, sum mamma bant. Ja, so gingu vit mest í stuttum buksum um summarið, og so í “plusfourbuksum”, sum Torbjørn er í. Fittur smádrongur. Myndin er tikin fyrst í 1960-árunum. Í lágu húsunum niðanfyri hjá okkum búðu Wenzel og Mia Hammer.

Húsini uttast til høgru áttu Charles og Hansa Bærentsen, og brúnu húsini áraka elsteyran áttu Sámal og Anna Debes. Eg minnist væl Annu, men Sámal var farin fyri mína tíð. Tey bæði áttu tríggjar døtur: Helenu, Miu og Fíu. Síðani koma húsini hjá Helenu og Demmus Hentze. Húsini eru øðrvísi enn hús har á leiðini, tí rammurnar í vindeygunum eru úr jarni, og so er ein “smartur” bogin útbygningur vestureftir. Demmus og tey keyptu húsini frá Peturi Rein, syni Niels og Hansinu Rein. Tey bæði áttu børnini Lisu, Annu, Ebbu, Esther, Miu, Petur og Hagga. Petur flutti av landinum nakað eftir kríggið.

Skúlalærarin frú Mohr átti næstu húsini. Har var skúli í eina endanum, og frú Mohr og maðurin Jens við familju búðu í hinum endanum. Hetta var alt fyri mína tíð, tí í húsunum hjá frú Rein búðu Oluf og Dorthea Dam, sum áttu fýra børn, millum annað Marius Dam, sum vit kenna sum lækna og politikara. Sum vit síggja á myndini er nógvur bøur, og traðir vóru líka frá Landavegnum  oman í Hornabø. Í 1968 kom Venjingarskúlin og seinni skúlin á Trøðni. (Vagnur)


Úr myndasavninum –Áhugaverdar fótbóltsmyndir úr Íslandi í 1954

$
0
0
Flestu spælararnir høvdu ikki flogið áður. Stanandi f.v: Símun Poulsen, Heri Jensen, Venna Mortensen, Ólavur Lambaa, Jákup Luth, Kjartan Festirstein, Gunnleivur Hansen, Arnold (Alli) Hansen, Jona Jacobsen, Marius Johan Jensen, Heini Jacobsen og Mannbjørn Mortensen. Húkandi í miðjuni Jógvan Johansen og Eivind Dam. Fremst Bent Olsen og Petur Clementsen.

Av tilvild kom eg fram á myndabók, sum Kemm Poulsen eigur eftir mammubeiggjan Petur Clementsen, sála, Petur á Sandi róptur. Svørthvítu myndirnar eru frá fótbóltsferð í Íslandi, og menninar á myndini minnist eg allar. Altíð áhugavert at fáa at vita meira um eldri myndir og í hesum førinum um Íslandsferðina í 1954. Allir spælararnir á myndini eru farnir uttan Eivind Dam, sum býr á Boðanesheiminum. So at leita víðari, og í bókini Havnarmenn í Gundadali, sum Jógvan Arge skrivaði og kom út í 1994, er at lesa nøkur orð aftast í bókini um fótbóltsferðina í Íslandi í 1954.

Íslandsferðin í 1954. Aftast frá vinstu: Jákup Luth, Ólavur Lambaa, Gunnleivur Hansen, Kriss Guttensen, Heri Jensen og Arnold Hansen. Fremst frá vinstru: Símun Poulsen, Petur Clementsen, Heini Jacobsen, Jona Jacobsen, Kjartan Festirstein, Hans Marius Mikkelsen, Venna Mortensen, Marius Johan Jensen, Bent Osen og ókendur.

Í 1954 fylti Havnar Bóltfelag hálvhundrað ár, og hetta skuldi hátíðarhaldast á ymsan hátt. Fyrsta málið var at vinna meistaraheitið, men hetta miseydnaðist, tí um hetta mundið hevði KÍ eitt so mikið góð lið, at meistaraheitið fór norður til Klaksvíkar. Hetta árið vóru bara fýra lið í bestu deildini. KÍ, HB, B36 og TB

Føroyska og íslendska liðið kom inn á fótbóltsvøllin.

Fyrsta juli í 1954 kom norska liðið Aurskog Itredslag til Føroya. Norska liðið var eitt frálíkt fótbóltslið, og HB spælararnir lærdu av norðmonnum, hvussu týdningarmikið tað var spæla bóltin í staðin fyri bara at sparka bóltin upp í luftina fram á vøllin.

Føroyska liðið. Frá vinstu: Òlavur, Kriss, Jógvan, Bent, Arnold (Alli), Brynjer, Kjartan, Heri, Eivind, Mannbjørn og Venna.

Havnarmenn sóu fram til uttanlandsferðina í august mánað, og í bókini er at lesa, at hetta var fyrsta føroyska ítróttaferðin vestur um hav eftir seinna heimsbardaga. Við í ferðalagnum vóru ellivu spælarar úr HB, fimm úr B36 og so tvørámaðurin Mannbjørn Mortensen, sum búði í Vestmanna.

Føroyska liðið spældi millum annað í Reykjavík, Ísafirði og Akureyri.

Ferðaleiðari á ferðini vóru nevndarlimirnir í HB Heini Jacobsen Heini í Kjøt róptur og Símun Poulsen, sum var væl kendur í Íslandi, har hevði arbeitt í nøkur ár. Føroysku liðið spældi nógvar dystir um landið í Íslandi millum annað í Reykjavík, Ísafirði og Akureyri.

Her síggja vit føroyskar og íslendskar spælarar á somu mynd.

Á ferðin var hetta fyrstu ferð, at flestu spælarar sótu í flogfari, tá teir flugu millum Akureyri og Reykjavík. Føroyska ferðalagið fekk stórfingna móttøku í Ìslandi, ja, bornir á lógvum alla staðni.

Sum hetta er góð mynd av føroyskum og íslendskum fótbóltsspælarum.

Sum vit síggja á myndunum, so vóru útferðir gjørdar, og mangt blómutyssi var handað føroyska liðnum. Løgið at síggja føroysku spælararnar, tí sum smádrongur seinast í 1950-árunum minnist eg fleiri spæla í Gundadali.

Teir hugna sær í Íslandi í 1954. Frá vinstru: Heini, Jógvan, Símun, Eivind, Kjartan, Brynjar, Alli og Venna.

Sum áður sagt omanfyri, so eru allir spælararnir farnir uttan Eivind Dam, sum býr á Ellisheiminum. Og Eivind var um hetta mundið ein av bestu fótbóltsspælarum í landinum, og Eivind skeyt eisini tíggju av teimum trettan málunum, føroyska lið skeyt á Íslandsferðini.

Nógvir áskoðarar sóu dystirnar.

Alíð áhugavert at skanna eldri svarthvítar myndir. Myndirnar í myndabókini eru bara ellivu sentimetrar breiðar, men tá tú skannar tær størri, sum gerast persónarnir størri og klárari. Síggi á myndunum, at allir spælararnir eru ikki á øllum myndunum. (Vagnur)

Nakrir av okkara monnum saman við íslendingum. Frá vinstru: Mannbjørn, Jógvan, Marius Johan, Kriss, Heri, Brynjer, Hans Marius og Símun. Í trappuni: Jákup Luth, Petru og Ólavur. Helena kona Símun uttast til høgru.
Petur á Sandi, Eivind Dam og Hans Marius Mikkelsen vitja innandura svimjihyl. Tá var eingin slíkur í Føroyum.
Nógvir vakrir fossar eru í Ìslandi.
Kjartan Festirstein, Hans Marius Mikkelsen, Mannbjørn Mortensen og Jákup Luth við ein av vøkru fossunum
Føroysk liðið búði á skúlum kring Ísland. Áhugavert at síggja bilarnar, og føroyska ferðalagið vitjaði nógvar kirkjur.
Føroyska liðið ávegis til dyst. Ì dag hevði hetta verið rópt vandasigling.

Úr myndasavninum – gamlar góðar myndir vekja altíð góð minni

$
0
0
kjkjkjkkj
Borgarstjórin i Havn Sigfred Skaale handar Brynjer Gregoriussen vakra FM-steypið.

Myndin omanfyri er frá 1965 og tikin á grúsvøllinum í Gundadali, tá HB vinnur FM-heitið. Myndin er fyri meg serlig, tí eg kendi væl nógvar persónar á myndini. Eg sá tá hvønn dyst í Gundadali, og tá var ein HB-ari ein HB-ari og ein B36-ari ein B36-ari. Nú er torført at fáa skil á, hvar ymsu spælararnir spæla, tí teir skifta felag eins og vit onnur skifta hosur alt eftir, hvussu nógva løn teir fáa. Tíðirnar broytast, og vit eldri hava torført at fylgja nýggju tíðini í fótbóltinum.

Sigfred Skaale var borgarstjóri í Havn árini 1958 til 1967. Liðskiparin hjá HB Brynjer Gregoriussen var útbúgvin elektrikari og arbeiddi hjá Einari Mikkelsen. Seinnu árini av arbeiðslívinum var Brynjer húsavørður í Tórshavnar kommunuskúla. Á myndini síggja vit tríggjar B36 spælarar, sum eru farnir. Høgrumegin Ólav Olsen málverja stendur Herálvur Andreasen, sum var frálíkur framherji og ikki at gloyma poppsangari. Síðani Ìmund Hansen, sum er pápi Sámal Hansen, sum er í nevndini í B36. Uttast til høgru kemur høvdið á Eifinn Nolsøe undan. Eifinn kendi eg heilt væl, men tí verri fóru Herálvur, Ìmund og Eifinn alt ov ungir.

Myndin sýnir ikki bara borgarstjóra, steyp, spælarar og áskoðarar. Vit eru í árinum 1965 og síggja niðan á Nabb, sum vit róptu økið, har høllin á Hálsi varð bygd. Nabb var eitt partafelag, og uppi á “Nabb” turkaðu tey fisk. Sjálvandi var skeivt á sinni at geva høllini á Nabb navnið høllin á Hálsi. Tí økið er ikki nakar hálsur, tí hálsurin er har, sum høllin hjá Dansifrøi stendur og eystureftir. Á myndini eru fleiri áskoðarar, sum eg kenni. Áhugavert og stuttlig mynd, sum eg kom fram á í bókini “Teir kundu væl listir og leikir” eftir Suna Merkistein. (Vagnur)

Úr myndasavninum –Áhugavert at síggja sluppina hjá abba

$
0
0
Ternan á sleipistøð á Skála Skipasmiðju. Ternan var upphøgd í 1934. (Mynd Tórshavn)
Ternan á sleipistøð á Skála Skipasmiðju. Ternan var upphøgd í 1934. (Mynd Tórshavn)

Eg havi áður skrivað um abba mín Christian Christiansen, sum eg ongantíð havi sæð, tí hann doyði í 1944. Men tá ið eg kom fram á mynd av sluppuni Ternuni, sum langabbi mín Havnar-Jógvan og synirnir Christian og Sámal keyptu frá Sørini Müller í 1910, helt eg, at myndin átti pláss á heimasíðuni.

Ternan, sum vit síggja á myndini, var bygd í Grimsby í 1877 og var 80,55 brt. Langabbi Havnar-Jógvan og synirnir keyptu sluppina frá Sørini Müller í 1910. Annars er at siga um Havnar-Jógvan, at hann sambært fólkteljingina í 1870 tá var komin til Eiðis at vera í handli har, sum danin Jens Jørgen Kruse skipari av Rømø rak fyri Jørgen Bech & Sønner. Á sumri 1879 kom Havnar-Jógvan og konan Elisabeth Mariane Debess, sum eisini var úr Havn, til Norðdepils at stjórna útihandli hjá Jørgen Bech & Sønner har norðuri. Havnar-Jógvan keypti seinni handilin í Norðdepli frá Jørgen Bech & Sønner.

Brøðurnir Sámal og Christian Christiansen.
Brøðurnir Sámal og Christian Christiansen.

Tá ið  Christian og bróðurin Sámal, sum eru føddir á Eiði, vóru komnir til mans, keypti Havnar-Jógvan saman við synunum fyrstu sluppina “Jubilee” til Norðdepils. Christian og Sámal nomu sær skiparaútbúgvin, Christian í Danmark og Sámal í Føroyum. Fyrstu árini førdi skipari úr Gøtugjógv “Jubilee”, men frá ár 1900 førdi abba hana, til teir heystið 1903 keyptu sluppina King Arthur, sum gjørdist ein av kendu havnarsluppunum inn til seinna heimsbardaga. Christian abbi og bróðurin Sámal fluttu til Havnar og bygdu sær hús við Landavegin. Abbi bygdi húsið í 1902, og Sámal nakað seinni.

Á heystið í 1909 endaði “Jubilee” sínar dagar sum vrak í Skotlandi. Sluppin var á veg til Bretlands við fiski, tá ið hon kom ov nær landi í Skotlandi, har útgrunt og flúrut er, og har endaði Julilee sum vrak. Stutt eftir keyptu teir “Ternuna” frá Sørini Müller úr Havn. Hana førdi Sámal til 1927, tá ið hon varð løgd, og annað skip “Grundick” keypt í staðin, so brøðurnir Christian og Sámal høvdu framvegis tvey skip at føra. (Vagnur)

Havnar kirkja fyllir 230 ár í desember mánað komandi

$
0
0
Í 1788 búðu 600 fólk í Havn. (Mynd Vagnur)

Eg havi altíð havt áhuga í gomlum bygningum í Havn, tí teir siga okkum nógv um søguna. Nógvir vakrir og áhugaverdir bygningar eru í høvuðsstaðnum, men eisini nógvir ljótir betongkassar, sum misprýða býin. Eg havi kagað eitt sindur í søguna hjá Havnar kirkju, sum varð vígd í 1788.

Í 1976 varð høvuðsstaðurin býttur í tvær sóknir ein vestari partur og ein eystari partur, sum umfataði part av Havnini, Hoyvík, Hvítanes, Kalbak og Nólsoy. Havnar kirkja var tá einasta kirkja í eystara parti í Havnini, nú er Hoyvíkar kirkja komin aftrat.

Vit vita um eina kirkju úti á Reyni frá 1609,  men í 1788 bygdu tey Havnar kirkju, sum var so mikið stór, at øll fólkini í Havn 600 fólk sluppu í kirkjuna. Tá var sjálvandi eingin Vesturkirkja og Argja kirkja. Í 1865 fór stór umvæling fram í Havnar kirkju, millum annað fekk hon nýtt torn, og kirkjan var so mikið broytt í skapi, at havnarfólk hildu seg hava fingið nýggja kirkju.

Tað tók fýra ár at byggja Havnar kirkju, og eg havi hoyrt tvær søgur, hvussu alt tilfarið til kirkjuna kom úr Norra.

3. sunnudag í advent í 1788 var Havnar Kirkja vígd,.

Ein deknur segði mær, at orsøkin, at stokkarnir eru so bulmiklir í kirkjuni, og at kirkja bleiv so stór, er, at tey keyptu eina stóra timburhøll í Norra og fluttu alt tilfarið til Føroya. Men roknskaparbøkurnar siga aðra søgu, tí har sæst, hvat tilfar varð keypt úr Norra á vanligan hátt, og talan er ikki um eina stóra timburhøll.

Í 1788 búðu 600 fólk í Havn, og í Havnar kirkju rúmast 600 fólk. Sært tú gamlar myndir av Havnini, síggjast svørtu lítlu sethúsini við flagtaki, og so henda stóru hvítu kirkja uttanfyri bøgarðarnar. Tá var Bringsnagøta mark millum gomlu Havnina og hagan.

Til 1923 guldu fólk fyri stólapláss í kirkjuni, og tað eru enn fólk, sum minnist, hvar í kirkjuni teirra familja sat. Í 1942 blivu tølini slettað, so at fólk ikki longur áttu ávís pláss í kirkjuni, men tølini eru komin á aftur benkurnar, so kirkjan kann varðveitast í uppruna líki.

Tríggjar altartalvur eru i kirkjuni, tann nýggjast er frá 1830. Serligar messing ljósakrónur eru í kirkjuni, sum fólk halda stava sum olmussa frá útlendskum handilsskipið, sum var í havsneyð við Føroyar. Undir loftinum hongur Norska Løva, har søgan sigur, at skipið fór á land á Lambavík nýggjársaftan í 1707,  skipið fórst í briminum, men menninir bjargaðust. Søgan sigur, at manningin bygdu modellið og gav kirkjuni úti á Reyni modellið av Norsku Løvu. Undir loftini hanga eisini føroyskir árabátar og annað skip. Alt silvurið á altarinum, sum  hevur áhugaverda søgu, er alt fingið sum gáva frá havnarfólki.

Havnar kirkja er friðað, og tí er mangan torført at fáa broytt ymist í kirkjuni. Skal ein nagli og fjøl flytast, so kann einki gerast uttan loyvi frá Fornminnisavninum. Síðani Hoyvíkar kirkja er bygd, er minkað við fólki í Havnar, tí fáar barnafamiljur búgva har á leiðini. Mest eldri fólk koma í kirkjuna.

Fleiri umvælingar eru framdar í kirkjuni seinnu árini, og fyri nøkrum árum síðani varð kirkjutornið umvælt. Timburmaður segði mær, at tað løgna varð, at tað var nýggjasti viðurin, sum var rotin, og ikki nógva av tí hundað ára gomla viðinum. Tilfarið var betri fyrr.

Nógv kann skrivast um Havnar kirkju, og hevur tú´áhuga í meira tilfari, so finst lítil bóklingur um kirkjuna. Tilfarið í bóklinginum eru tveir fyrilestrar um kirkjuna, sum vórðu hildnir í útvarpinum. Eg kom at gerast kirkjuráðslimur í Havnar kirkju í fýra ár, og tá fekk eg meira innlit í kirkjuna, enn eg hevði frammanundan. Havnar kirkja er vøkur og hugnalig kirkja. (Vagnur)

 

 

.

Píkarnir slíta ikki bara vegirnar, teir órógva eisini ferðsluna heilt nógv

$
0
0
Nógvastaðni sæst vatnið renna í foyrunum, sum pikarnir hava slitið niður í vegin. Vegirnir eru asfalteraðir soleiðis, at hægst er á miðjuni, so vatnið kann renna í ristirnar. Men vatnið rennur eftir slitnu foyrunum frá píkunum. (Mynd Vagnur)

Nú nærkast tíðin, tá  20% av bilunum í høvuðsstaðnum aftur sleppa ótarnaðir at oyðileggja okkum vegirnar. Óhumskan frá slitna asfaltinum frá píkunum dálkar bæði bilar, fólk og náttúru. Ófatuligt, at hesi bilar sleppa at gera hetta. Men píkarnir oyðileggja ikki bara vegirnar, teir ávirka eisini ferðsluna á fleiri mótum

Fríggjamorgunin í seinastu viku hevði Kringvarpið áhugavert prát við løgreglumann um ferðslu. Eitt evni vóru súkklurnar á vegunum, har spyrjari ilskaðist inn á súkklur, sum koyrdu mitt á vegnum og harvið darvaðu bilferðsluni.

Løgreglumaðurin segði, at súkklurnar skulu halda seg til høgru á vegnum inn ímóti gongubreytini. Trupulleikin er bara nógvastaðni í Havn, at píkarnir hava grivið so djúpar foyrur í vegirnar, at nógvir bilførar sleppa sær undan at koyra í foyrunum, men heldur koyra kloss at hvítu miðlinjuna ella kloss at gongubreytina, tí har er slættari at koyra.

Her fara vit um brúnna á Argjum, har vit síggja, hvussu nógv píkarnir slíta vegirnar. (Mynd Vagnur)

Kom at hugsa um hetta nú ein dagin, eg koyrdi aftan fyri tveir bilar á ringvegi. Annar bilurin koyrdi kloss at gongubreytini, meðan bilurin nam næstan við hvítu miðlinjuna. Hevði ongantíð áður hugsa um hetta, men gjørdi hetta sjálvur hesa løtu. Tú heldur teg burtur frá slitnu foyruni, tí har er óslættari at koyra, men leitar inn at gonguteiginum ella at miðlinjuni.

Hetta má sigat at vera ógvuliga óheppið, tí hvar skulu so súkklurnar vera, tá bilførarar halda seg kloss at gongubreytini?. Heilt óskiljandi, at eingin fær gjørt nakað við henda stóra afturvendandi trupulleika, tí eg eri heilt vísir í, at tað er ikki neyðugt at koyra við píkum nakrastaðni í Havn. Hevur tú røttu dekkini, so er eingin trupulleiki. Havi ongantíð koyrt við píkum og koyri í øllum veðri.

Foyrurnar í vegunum síggjast serliga, tá tað regnar. Nógva vatnið rennur sum smáar áir í slitnu foyrunum, heldur enn at fara í ristirnar, sum nógvar tað sama kundu verið burturbendar, tí vatnið fer nú aðrar vegir. (Vagnur)

Nakrar hugleiðingar um ein personbil Opel kadett B

$
0
0
Hesin Opel Kadett B stendur høll í Rituvík.
Hesin Opel Kadett B stendur í høll í Rituvík.

Tá ið eg 1967 kom í læru sum bilmekanikari hjá Vilhelmi Nielsen, sum umboðaði bilmerkini Opel, Vauxhall og Bedford, vóru bara 2000 persónbilar í Føroyum, og av teimum vóru umleið 400 hýravognar. Lærutíðin sum lærlingur frá 1967 til 1971 og tíðin sum sveinur til 1974 er góð tíð at minnast aftur á. Skjótt í lærutíðini bleiv eg serliga góður við bilsniðið Opel Kadett B, sum General Motor framleiddi frá 1965 til og við 1973. So skjótt, sum eg fekk koyrikort, keypti eg mær ein brúktan Opel Kadett B, og ikki gekk long tíð, so kendi eg hvonn krók og hvønn lut í bilinum.

Motorin í Opel Kadett B er ógvuliga einfaldur og gott pláss er í motorrúminum.
Motorin í Opel Kadett B er ógvuliga einfaldur og gott pláss er í motorrúminum.

Letur tú í dag upp motorhjálmin í bili tínum, so sært tú næstan ongan motor, men bara nógv ymisk filtur og slangur. Nýtíðarbilarnir trekkja flestir við fórhjólinum, tí er mangan trongt í motorrúminum, tí motorurin stendur tvørturum, meðan í Opel Kadett B, sum var ógvuliga einfaldur bilur, stóð motorurin aftur í fram og trekti við bakhjólunum. Motorurin í Opel Kadett B var so mikið einfaldur og lítil, at plássið var gott í motorrúminum, og lætt var tí at koma fram at motorinum, um eitthvørt skuldi umvælast.

Vanliga motorstøddin í Opel Kadett B bilinum var 1,1 litur eisini nevnt 1100 rúmsentimetrar. Óivað vita fólk mangan ikki, hvat 1,1 litur motor merkir, tó at hetta merkir nakað við støddina á motorinum. Hækkar litratalið, so kraftar motorurin meira. 1,1 litur motor merkir, at tey fýra sylindararúmini, har stemplini ferðast, rúma 1100 rúmsentimetrar og harvið 1,1 litur. Jú, fleiri sylindararnir eru og jú breiðari diametur er í sylindarrúminum, jú fleiri rúmsentimetrar og jú meira motororka.

Sum lærlingur keypti eg einaferð ein Opel Kadett B við skaða og gjørdi hann aftur við hjálp frá strarvvinum. (Mynd Vagnur)
Sum lærlingur keypti eg einaferð ein Opel Kadett B við skaða og gjørdi hann aftur við hjálp frá starvsvinum. (Mynd Vagnur)

Vegirnir miðskeiðis í 60 árununum vóru ikki asfalteraðir, tí gekk ikki long tíð, so máttu búsningar skiftast í svingarmum og stýrilið skiftast. Eisini kom mangan fyri, at fjaðrar brotnaðu, men tað ringasta av øllum var, at bilarnir vóru mest sum slett ikki rustviðgjørdir, tá ið teir komu til Føroya, og tí fór rusturin avstað við bilunum eftir fáa ár. Hjá Vilhelmi Nielsen kundi tú við tíðini fáa bilin rustviðgjørdan, og hetta hjálpti beinavegin,og bilarnir hildu longri.  Mekanikararnir hjá Vilhelmi Nielsen sluppu at umvæla sínar bilar um kvøldarnar, og gjørdu vit okkum sjálvandi dælt av møguleikanum.

Nú er umvælingin komin so mikið áleiðis, at skermur, frontplátan og hjálmurin eru komin á pláss. (Mynd Vagnur)
Nú er umvælingin komin so mikið áleiðis, at skermur, frontpláta og hjálmurin eru komin á pláss. (Mynd Vagnur)

Opel Kadett B var ein frálíka góður bilur við góðum einfaldum motori. Lætt var at arbeiða upp uppá motorin, tí hann hevði ikki yvirleggjandi knastaksul, og tí var lætt at taka av tildømis toppstykkið og ikki minst at skifta kobling.

Eg haldi, at Opel Kadett B, sum var týskur bilur, var ein nógv betur bilur enn Vauxhall Viva, sum var enskur bilur av somu stødd sum Opel Kadett B. Tá ið eg gjørdi sveinastykki í 1971, høvuðsumvældi eg motor úr einum Opel Kadet B. Kann minnast, at eg byrjaði at tryggreinsa motorrúmið og motorin klokkan átta um morgunin, og á middegi lógu allir motordeilirnir vaskaðir á verkstaðsborðinum. Tá í tíðini var bensinið ikki eins reint og nú, tí kom svart sót á ventilar og stempulringar. Í sveinaroyndini skuldi stempulringarnir og legur skiftast, og ventilar slípast.

Eikurin Liindenskov blaðstjórin eigur henda Opel Kadett B. Bilurin er í góðum standi. (Mynd Vagnur)
Eikurin Lindenskov blaðstjórin á Sosialinum eigur henda Opel Kadett B. Bilurin er í góðum standi. (Mynd Vagnur)

Eg havi altið ynskt mær at eiga vetranbil Opel Kadett B, men tá ið eg fyri nøkrum árum síðani hevði møguleikan, tók eg ikki av, tí annar bilur stóð í mínum bilhúsi. Herfyri var eg í Rituvík og hugdi at einum Opel Kadett B, men eg keypti ikki bilin, tí ov nógvur rustur var nógvastaðni. Allir bilar hava sín veikleika, og tað hevur Opel Kadett B eisini. Hurðarnar rustaðu ov skjótt í neðra, og soleiðis var eisini við bilinum í Rituvík. Eg síggi á alnótini, at fólk spyrja eftir hurðum til Opel Kadett B.

Fólk siga ofta við meg, at lætt er hjá mær at hava bil, tí eg kann umvæla bilin sjálvur. Hetta er ikki veruleikin, tí eg kann einki gera við bil mín, tí eg havi ikki atgongd til verkstað og harvið lyftara. Bilarnir eru nú so mikiið framkomnir við telduboks í bilinum, og nýtast skulu serlig amboð til sjálvt tær minstu umvælingarnar, at ein eldri og fyrrverandi bilmekanikari má eisini koyra bil sín á verkstað, um okkurt er áfatt. Finni eg ein góðan Opel Kadett B onkrastaðni í útlondum, so liggi eg framvið at keypa bilin. (Vagnur)

Opel Kadett A var framleiddur í árunum 1962 til og við 1965. Ein 1.0 litur motor var í bilinum.
Opel Kadett A var framleiddur í árunum 1962 til og við 1965. Ein 1.0 litur motor var í bilinum.

Fyrstu stóru ábendingarnar eru longu at hóma í bestu mansdeild

$
0
0

Altíð spennandi at sita á síðulinjuni og fylgja við fyrstu hondbóltsdystunum í bestu deildunum. Hetta verður gjørt til tess at kanna dómaraseðlarnar, tí nógv verður ikki farið í hallirnar. Ein dómaraseðil sigur heilt nógv, tí har sært tú leikgongdina, og hvør skjýtur málini. Kappingarleisturin hjá monnum er broyttur, so nú ræður um at vera millum fýra tey bestu liðini í grundspælinum, ætlar tú tær at vera við í kappingini um meistaraheitið. Hetta er frálíkt. Dómaraseðlarnir higartil boða frá fyrstu áhugaverdu ábendingunum. Eisini frálíkt, at bæði in.fo og jn.fo og Norðlýsið skriva um hondbólt. Vit onnur kunnu gera okkurt glepsið av og á. Men fyrst til manskappingina.

Mest áhugaverda úrslitið higartil var mikukvøldið í Kollafirði millum KÍF og H71, har meistaranir fingu veruligan avsmurning 32-22. Men tá tú hyggur í dómaraseðilin, so sært tú, hví so er. Á H71 var Petur Krogh ikki við, og sum eg skilji lagnum, lærir hann til meiarist hjá MBM og skal tíggju vikur á skúla í Danmark. Hinvegin skeyt útlendski spælarin hjá KÍF Borko Cupara úr Montonegro trettan mál. Hetta er alt áhugavert.

H71 liðið viknar 35% uttan Peter Krogh, tí hann spælir á høgra bakkplássi og er stóri málslúkin á H71 liðnum. Vit sóu hetta seinasta kappingarár, tá Peter kom aftur til Føroya á nýggjárinum. Uttan Petur Krogh vann H71 ikki meistaraheitið, so einfalt er tað.

Finnur Hansson spælandi venjarin hjá Team Klaksvík hevur slóðað fyri nýggja kappingarleistinum í bestu mansdeild, men tað kemur ikki óvart á meg, um Team Klaksvík ikki verður millum fýra tey bestu liðini. Liðið tapti 32-18 fyri Kyndil og tapti mikukvøldið 23-20 fyri Neistanum í Klaksvík. Seinasta kappingarár var liðið ógvuliga óstabilt.

Kyndilsliðið hevur seinnu árini fingið katastrofala byrjan í kappingini. Ì fjør tapti liðið einar fýra útidystir á rað, og fara vit tvey trý ár aftur í tíðina, so var liðið darvað av spælaraloyvum og upphaldsloyvum. Ì fjør fekk liðið ikki luft undir veingirnar, fyrr enn David Edvardsen kom aftur til Føroyar. Hann er ikki enn tøkur á kyndilsliðnum, men ein David ikki í so góðari venjingar hevur tó stóran týdning fyri eitt lið, tí hann spælir á høgra bakki sum vinstrahentur spælari og hevur skil fyri spælinum. Nú hevur Kyndil fingið betri byrjan við sigri á Team Klaksvík og javnleiki 21-21 mikukvøldið í Klaksvík.

Sum eg síggi spælarahóparnar higartil, so kann KÍF gerast eitt spennandi lið við Borko, Hans Eli, Ási og øðrum. Borko var jú ikki á KÍF liðnum, tá liðið tapti 24-18 fyri Neistanum í fyrsta dystinum. H71 liðið við Peter Krogh á liðnum seinni verður millum fýra tey bestu liðini og eisini Neistin, sum hevur sama lið og í fjør. Síggi at spælahópurin hjá StíF er nakað smalur, sum kann gera, at torført verður at koma í endaspælið. VÍF er har við næsta sama liði.

Jú, vit fáa eina spennandi manskapping í vetur, sum kemur at standa og fella við ávísum lyklaspælarum. Hoyrdi onkran siga, at H71 og Neistin eru fyrstu favorittar at koma millum fýra bestu liðini, meðan Kyndil og VÍF fara við triðja og fjórða plássinum. Men her eri eg ikki heilt samdur. Hatta KÍF liðið við Borko Cupara á liðnum er við í kappingini, meðan eg ivist stórliga í StÍF og Team Klaksvík. Men hetta eru alt gitingar.

Annars dámar mær ikki, at summi lið hava heilar sekstan spælara á dómaraseðlinum, har sjey spæla á vøllinum, meðan níggju sita á beinkinum. Tú hvørki mennist ella gerst betri spælari at sita á beinkinum, og tú tekur ikki ein ungan spælara við á liðið uttan tú ætlar at brúka spælaran. Alt gott um nýggja kappingarleistan, men tað er ómetaliga keðligt fyri kappingina, at vit ikki hava kapping um at flyta niður í lægri deild, sum eisini er partur av menningini. Men hetta kunnu vit ikki gera nakað við, tí einki lið eru at flyta upp. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 2 47 38 9 4
2 Kyndil 2 53 39 14 3
3 VÍF 2 48 44 4 3
4 KÍF 2 50 46 4 2
5 StÍF 1 23 27 -4 0
6 H71 1 22 32 -10 0
7 Team Klaksvík 2 38 55 -17 0

Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd av neistamonnum komin undan kavi

$
0
0
Neistamenn umleið í 1960. St.f.v: Henning Eysturoy, Heri Jensen, Hansemann Mikkelsen, Tórður Holm og Jákup (Bass) Dahl. Fremst fr.v: Hans Mortensen, Eivind Dam og Gunnar Ihlen. (Myndaeigari: Hannis Jacobsen)
Neistamenn umleið í 1960. St.f.v: Henning Eysturoy, Heri Jensen, Hansemann Mikkelsen, Tórður Holm og Jákup (Bass) Dahl. Fremst fr.v: Hans Mortensen, Eivind Dam og Gunnar Ihlen. (Myndaeigari: Hannis Jacobsen)

Eg havi brúkt nógva tíð at finna liðmyndir av neistamonnum, sum vunnu FM-heitið í 1949, 1953 og 1955. Havi spurt nógv fólk, men enn er eingin mynd funnin. Nógvar eru myndir av neistakvinnum heilt aftur til 1931, tá ið Neistin varð stovnað, men soltið er við myndum av neistamonnum frá hesi tíðini.Tá ið eg vitjaði Hannis Jacobsen í sambandi við grein, sá eg knappliga mynd av neistamonnum í myndabók hjá Hannisi, og fegin var eg um “dýrgripin”. Myndin er ikki frá 1949, 1953 ella 1955, men av neistamonnum umleið ár 1960. Áhugaverd mynd í míni hondbóltsverð. Jákup Dahl eisini róptur “Bass” er á myndini, og hann havi eg hitt.

– Tað var pápa beiggi mín Alfred Dahl róptur “Beiggin”, sum fekk meg at spæla hondbólt í Neistanum. Alfred Dahl hevði spælt hondbólt í Danmark millum annað saman við Mannbirni Mortensen, og komin aftur til Føroya, gjørdist hann ein av eldsálunum í Neistanum. Eg las í Danmark frá 1951 til 1956, og í 1958 byrjaði eg at spæla hondbólt í Neistanum og spældi til í 1967. Eg kom at arbeiða í Føroya Banka í Tórsgøtu, húsið har Tilhaldið nú heldur til.

Jákup Dahl spældi í Neistanum frá 1958 til í 1967. (Mynd Vagnur)
Jákup Dahl spældi í Neistanum frá 1958 til í 1967. (Mynd Vagnur)

– Táverandi danski fútin í Føroyum Jørgen Larsen, sum hevði spælt hondbólt í Danmark, vandi okkum. Men vit vandu ikki tað stóra kanska eina ella í mesta lagi tvær ferðir um vikuna. Vit vóru fáir til venjingar, og tá ið dystir skuldu spælast, lándu vit fótbóltsspælarar serliga úr HB, so vit fingu mannað lið. Tí vóru vit ongantíð somu spælarar hvønn dyst, tí fótbólturin hjá fleiri spælarum kom í fyrstu røð.

– Hondbólturin tá var summarítróttur, og vit spældu úti á grúsvøllum. Ferðasambandið var ikki eins gott og nú, og eg minnist eina ferðina, tá ið vit fyrst vórðu koyrdir niðan til Hórisgøtu og gingu oman til Kollafjarðar, har lastbilur koyrdu okkum til Vestmannar. Síðani víð báti um Vestmannasund og við bili til Sandavágs at spæla dyst ímóti SÍF. Síðani skuldu vit sama veg heimaftur. Skuldu vit spæla á Strondum, kom “Gigga” av Strondum við deksbáti eftir okkum inni í Vágsbotni.

– Umstøðurnar vóru ikki góðar í lítla neistahúsinum, sum bara var ein skúrur, tí har var eingin brúsa, og tá ið vøllurin skuldi kálkast, var mangan skitið í húsinum av kálkinum, og leikbúnin mangan eisini skitin. Umstøðurnar gjørdust munandi betri, tá ið nýggja neistahúsið bleiv bygt í 1964, har vit spælarar hjálptu til, men tað vóru serliga Hans Mortensen og Christian Jørgensen, sum slóðaðu fyri nýggja stásliga felagshúsinum.

Neistamenn óivað í 1963. St.f.v: Jógvan Jensen (Egga), Jákup Dahl (Bass(, Hans Mortensen og Gunnar Ihlen. Fremst f.v: Hildbjart Johansen, Jens av Reyni, Christian Jørgensen og Johnny Reinert;
Neistamenn í 1964. St.f.v: Jógvan Jensen (Egga), Jákup Dahl (Bass), Hans Mortensen og Gunnar Ihlen. Fremst f.v: Hildibjart Johansen, Jens av Reyni, Christian Jørgensen og Johnny Reinert.

– Eg vann ongantíð FM-heitið í bestu deildini, tí vit høvdu ikki eins gott lið sum Kyndil og VÍF, men stuttligar vóru mongu hondbóltsferðirnar kring oyggjarnar. Vit spældu altíð kort, og skemtaðu okkum mangan á heimferðini, tí tað var partur av hondbóltsspælinum tá. Eftir at eg gavst at spæla hondbólt, hildu vit nakrir fram at spæla kort. Hesir vóru Eðin Slættanes, Hildibjart Johansen, Gunnar Ihlen og eg. Kundi ein av okkum ikki møta, sendu vit boð eftir Ólavi Herup Olsen.

– Tú spyrt, hvussu var millum Neistan og Kyndil tá í tíðini? Sjálvandi skeittu vit eftir, hvussu grannin kláraði seg á vøllinum. Í eina tíð hevði Kyndil betri hús enn Neistin, tí Kyndil bygdi við vøllin sjálvandi grønt hús við góðum skiftingarrúmi og brúsum. Men so kom nýggja neistahúsið, og tá byrjaði nýggj tíð í Neistanum. Frálíkt hús við skiftingarrúmi og brúsu bæði til kvinnur og menn, køki og stórum felagsrúmi, sigur Jákup Dahl at enda.

Kyndilshúsið nærmast, og so Neistahúsið, sum bara var skúrur við ongum brúsum.
Kyndilshúsið nærmast, og so Neistahúsið, sum bara var skúrur við ongum brúsum.

Eg minnist væl “Bass” spæla við Neistanum og eisini Hans Mortensen og Gunnar Ihlen , men á myndini omanfyri kanna eg ikki minnast at hava sæð Hansemann Mikkelsen, Henning Eysturoy, Hera Jensen og Eivind Dam spæla hondbólt á besta liðnum. “Bass” gavst at spæla í 1967, og vit ungu átjan, nítjan ára gomlu spældu fyrstu ferð á besta liðnum í 1968.

Hyggi eg aftur í tíðina, so vóru vit alt ov nógvir ungir spælarar á besta liðnum samstundis. Teir eldru vóru givnir, og bara Hans Mortensen var millum okkum ungu. Eingin ivi er um, at “Bass” og aðrir skuldu hildið út eitt, tvey ár aftrat, so vit fingu royndirnar í bestu deildini. Nógvir frálíkir spælarar á okkara liði, men nakað ungir í mun til manningarnar serliga í Kyndli og VÍF. Vit byrjaðu tó væl, tí longu fyrsta árið vunnu vit steypakappingina. (Vagnur)

Neistahúsið varð tikið í nýtslu í 1964, og tá streymaði ungdómur í felagið.
Neistahúsið varð tikið í nýtslu í 1964, og tá streymaði ungdómur í felagið.

 

 

H71 fer um stutta tíð at seta seg á kvinnuhondbóltin í Føroyum

$
0
0
Væl frágingið arbeiði av H71 eftir so stutta tíð at kunna bjóða av heilt frammi oddinum.

Síðani H71 var stovnað í 1971 hevur felagið í ára tíggju mest sum bara verið eitt dreingja- og mansfelag. Skiljast á tann hátt, at her eru meistaraheitini vunnin. Men seinnu árini hevur felagið lagt alla orku í at fáa ment gentudeildirnar, og henda menningin er gingin so mikið skjótt og væl, at longu nú eftir eitt ár í bestu deildini, hava H71 kvinnur sett seg á trónuna í Tórshavnar kommunu.  Hvussu ber hetta til, og hvussu kann eitt felag so skjótt vinna á bæði Kyndli og Neistanum, sum eru gomlu hondbóltsfeløgini í Havn. Havi kannað hetta nærri og ditta mær at tosa við tríggjar fyrrverandi gentu – kvinnuvenjarar, og teir eru ikki í iva, hví so er. Teir siga:

– H71 hevur dugað nógv betri enn Kyndil og Neistin at røkt ungdómsarbeiðið við góðum venjarum og miðvísari skilagóðari venjing. Vit hava sæð, hvussu dreingjadeildirnar hjá H71 mentust seinnu árini, og nú er sama kósin sett í gentu- og kvinnudeildunum.

Eg og nógv við mær standa spyrjandi, at H71 kvinnur, sum flestar eru um 18-20 ára aldur, um dagaranar hava vunnið 30-22 á Kyndli og 28-24 á Neistanum, tí H71 liðið er nýtt lið í bestu deildini. Og eingin útlendingur á liðnum. Sum vit síggja á støðini fyrstu dystirnar, so hevur unga H71 liðið gjørt kvettið at vinna bæði á Kyndli og Neistanum. 

Sjálvur havi eg varhugan av, hví so er, men tá eg ikki longur komi so nógv í hallirnar men tó fylgi væl við, er torført at finna endaligu ørsøkina, hví H71 kvinnur knappliga kann yvirhála  bæði Kyndil og Neistan. Ábendingin sást longu seinasta kappingarár.

Vit vita, at stórur frágangur er í bestu kvinnudeild. Spælarar fara uttanlands í lestaraørindum, onkur gerst við barn, og aðrar vera álvarsliga skaddar. Men eru feløgini væl skipað í yngru deildunum, og spælara – ”pyramidan” er í lagi, so skulu góðir ungir spælarar altíð kunna taka yvir. Men her haldar bæði í Kyndli og Neistanum í løtuni. Sjálvur haldi eg, at bæði Kyndil og Neistin framdu nøkur óheppin væl av útlendskum venjarum, sum vóru úr Føroyum í úrtíð.

Tá eg spyrji teir tríggjar fyrrveranedi geintu-og kvinnuvenjarar, so eru teir ikki í iva. – Vit hava sæð, hvussu væl dreingjaliðini í H71 eru ment seinnu árini. Væl skipað og skilagóð venjing í øllum dreingjadeildum, har man ikki skiftir venjara mest sum hvørt ár. Teir nevna Mark Marcher, sum í nógv ár hevur gjørt dygdararbeiði í H71. Nú er kikarin eisini settur á gentudeildirnar eftir sama leisti.

Tað sýnist, sum hvørki í Kyndli ella Neistanum er sami ungdómshugburður. Har eru tó frálíkir venjarar í fleiri deildum, men tað haltar nógvastaðni, og hetta er ógvuliga vandamikið. Tað var vanta spælarar í fleiri árgangum. Tú Tú kanst eisini oyðileggi eina deild eftir einum ári, um ikki nóg gott skil er á. Spælarar missa hugin, og nógvir gevast. Vit kunnu eisini hyggja at hagtølunum seinnu árini, har H71 er stóri vinnarin í ungdómsdeildunum.

Teir tríggir fyrrverandi gentu- og kvinnuvenjararnir, eg tosaði við, halda, at kvinnuhondbólturin í Føroyum er viknaður. VB kann ikki mannað lið, hvørki StíF ella Stjørnan hava ikki eins góð lið, sum fyri fáum árum síðani, og bæði Kyndil og Neistin eru viknaði heilt nógv. Eftir eru so VÍF og H71. VÍF hevur í løtuni frálíka bakketu í Liljuni, Duritu og Agnas og frálíkan málverja, og H71 buldrar fram við fúkandi ferð.

Kappingin er júst byrjað, og tað kemur ikki óvart á meg, at VÍF og H71 spæla FM-finalurnar í apríl mánað næsta ár. Annars siti eg júst og hyggi at dómaraseðlinum frá dystinum millum H71 og Neistan leygardagin. Mær vitandi, hava hvørki Eir Berg ella Marjun Danberg vant við neistakvinnum, og tær høvdu boðað frá, at tær spældu ikki í vetur. Men tær spældu í gjár ímót H71. Hvussu skal hetta tulkast?

Hyggja vit í hagtølini seinastu sjey árini, so vann VÍF meistaraheitið í vár.  Kyndil í 2017. Neistin 2016 og 2015, Kyndil 2014 og Neistin  2013, 2012 og 2011. VIF er stóri favorittur at endurvinna meistaraheitið í apríl mánað næsta ár. Spennandi at fylgja gongdini, men at bæði Kyndil og Neistin hava nakað at hugsa um, er eingin ivi um. Onkur sigur, at so nógv fólk búgva í Hoyvík, tí klára liðini seg so væl, men so lætt spælir klaverið ikki. Alt stendur og fellur við miðvísari góðar hondbóltsvenjing. Ikki bara eitt ár men fleiri samanhangandi ár, so einfalt er tað. (Vagnur)

Úr myndasavninum – býliðið í Havn spælir í 1942 dystir ímóti enskum hermonnum

$
0
0
Fremst síggja vit nr. 1 Óla Jákup Guttesen, B36, nr. 4 Niels Pauli (Palli) Nolsøe, HB, nr. 6 Meinhardt Arge, HB, nr. 7 Mortan Mørk, B36, nr. 10. Herluf Mikkelsen, B36. Aftast frá vinstru: Nr. 3 Hjørleif Hansen, B36, nr. 5 Kjartan Nattestad, B36, nr, 6 Jóannes Simonsen, HB og nr. 7 Arnold Hansen, B36. Beint aftan fyri Mortan Mørk sæst ikki Jákup Jacobsen hjá Bøkjaranum, sum var málverji. Og so skuldi Jákup Ki Jacobsen verið á myndini. (Mynd: Úr myndabók hjá Birgit Hestoy)

Fekk omanfyri áhugaverdu mynd sendandi frá Jon Hestoy. Myndin er úr myndabók hjá Birgit Hestoy, sálu, mammu Jon, sum var mergja ítróttakvinna á Tvøroyri. Myndin omanfyri er av býliðnum í Havn tikin í Gundadali í 1942. Undir krígnum spældu bæði B36 og HB og eisini býliðið mangan venjingardyst ímóti enskum hermonnunum á landi, men eisini ímóti manningum umborð á enskum krígsskipum. So at hyggja í HB bókina Havnarmenn í Gundadali og B36 bókina Rennið dreingir. Sambært HB bókini Havnarmenn í Gundadali er myndin frá 1942, tá býlið spælir kapping ímóti hermonnum. Býlið spælir finaludyst ímóti Cameronians um Brendsteypið. So at finna út av, hvørjir føroysku spælararnir eru, og flestu andlitini kennur tú. Ensku spælararnir eru í stríputtari troyggju.

Føroyskir og enskir og føroyskir hornblásarar spæla á Vaglinum undir krínum. (Mynd: Úr myndabók hjá Birgit Hestoy, sálu)

Á myndini er eisini annað áhugavert at síggja millum annað barakkin uppi á Nabb og lítla húsið, sum Daniella Olsen átti, og sum nú má víkja fyri útbyggingini av Tórsvølli. Uttast vinstrumegin kemur eisini barakk undan, og fleiri barakkirnar vóru aðrastaðni í Gundadali. Ja, so síggja vit lyktasteyrar, sum vit ikki síggja longur, tí elkáplarnir eru grivnir í vegirnar. Sig so tað, tí vit síggja framvegis lyktasteyrar í Amerika, sum fella sum træpinnar, tá orkanurnar herja.

Jon sendi mær eisini mynd av Vaglinum frá sama tíðarskeiði, har enskir og føroyskir hornblásarar spæla á Vaglinum. Høgrumegin á myndini síggja vit enskan hornblásara og áraka lyktasteyran mitt í myndini sæst føroyskur hornblásari í hesum serligu hvítu húgvuni, sum hornblásarar bóru tá. Á Facebook skulu fólk trýsta myndirnar, so gera tær størri. (Vagnur)

Íslendski HB venjarin Heimir Guðjónsson hevur tikið føroyska fótbóltin á bóli

$
0
0
Tróndur Jensen er vorðin heilt annar spælari, nú Heimir er komin í HB.

Ikki eri eg HB-ari og síggi ikki nógvar fótbóltsdystir, men fylgi væl við í útvarpi og serliga nógva fótbóltsprátinum í Vespureiðrinum, Kringvarpinum og Rás2 nú FM1. Hesir ”kønu” kunnu práta í tímar um fótbólt og eisini um dystir, sum ikki eru spældir. Minnist tíðliga í vár, tá teir ”kønu” mettu um møguleikarnar hjá HB, har onkur metti HB at røkka triðja plássið, meðan aðrir søgdu fjórða og fimta plássið. Men her fóru teir skeivir

Eitt er, at HB vinnur trygd uppiborið meistaraheitið, men annað er HB venjarin íslendingurin Heimir Guðjónsson úr FH, sum kom til Føroya, og eftir stuttari tíð broytti allan hugburð í HB og setti øll hini liðini so dyggiliga á pláss. Sum ein av teimum ”kønu” sigur: – Heimir borðreiddi við spæliskipan, sum passaði til HB liðið, men hetta kravdi, at menn vandu átta ferðir um vikuna eisini um morgunin, skuldu teir orka at fylgja hesi nýggju spæliskipan. Til tess at fáa kabálina at ganga upp, kom 29 ára gamli íslendingurin Brynjar Hløðversson við Heimir til Føroyar. Spyrt HB viðhaldsfólk, tú kennir, so siga tey Brynjar ar vera týdingarmesta spælaran á liðnum.

Áhugavert , hvussu skjótt hann fekk broytt hugburðin í HB.

Spælarar, sum vóru ov tungir, fingu boð at missa nøkur kilo, skuldu teir vera við. Eisini legði Heimir dent á mentala venjing sum joka. Men hvør er hesin Heimir Guðjónsson, sum í fleiri ár setti sítt fingramerki í FH og íslendskan fótbólt. Havi kagað eitt sindur til Íslands.

Heimir spældi sjálvur á besta liðnum hjá FH frá 2000-2005, har hann sum spælari vann meistaraheitið tvær ferðir í 2004 og 2005, síðani var hann tvey ár hjálparvenjari, men í 2008 gjørdist hann høvuðsvenjari hjá FH, har hann vann meistaraheitið í 2008, 2009, 2012, 2015 og 2016, tað vil siga fimm meistaraheitið í tíggju ár. Í 2010 vann FH eisini steypakappingina.

Eitt er, at HB vinnur uppiborið meistaraheitið, men fyri meg og onnur er ógvuliga áhugavert at eygleiða, hvussu meistaraheitið er vunnið. Fótbóltsvenjari segði mær hesi orð: – HB spælararnir í miðal eru í nógv betri venjing frá kappingarbyrjan enn spælarar í hinum feløgunum. Heimir hevur borðreitt við eini spæliskipan og venjing, sum spælararnir skulu fylgja 100%. Allir spælarar kenna sína uppgávu, sum hevur ført HB liðið á meistarakós.

– Vit hava sæð HB lið, sum hevur havt nógmikið av orku eisini seinast í dystinum, liðið hevur rætt  og sætt trumlað hini liðini við hesum serliga pressfótbólti, har mótstøðuliðið ikki fær lætt a spæla sítt spæl. Ja, onkur sigur, at teir hava verið hepnir í fleiri dystum, men tú ert ongantíð heppin allar 27 dystirnar, sigur venjari, og hepni fylgir liðum sum søkja hepni, og hann heldur fram.

– Tað mest áhugaverda er, hvat hini liðini nú skulu gera, tí halda tey fram at venja fýra ferðir um vikuna, og HB eisini næsta ár venur átta ferðir um vikuna fyrst á árinum, so klára hini liðini heldur ikki at fylgja HB næsta kappingarár. Við somu gongd gerst HB liðið enn betri, so einfalt er tað, sigur venjarin.

Í føroyskum fótbólti ganga nógvir venjarar aftur ár um ár og skifta mangan felag. Feløg keypa útlendskar spælarar, sum koma og fara eisini í kappingarárinum. HB hevur í fleiri ár leita eftir loysnini, men ikki funnið hana. Venjarar og úlendskir spælarar eru farnir og komnir. Haldi eisini, at HB viðhaldsfólkini eru ógvuliga krevjandi í mun til tildømis B36. Orsøkin er uttan iva, at HB hevur vunnið so nógv.

Íslendingurin Brynjar Hløðverssson hevur styrkt munandi um HB liðið. (Mynd Álvur)

Vit kunnu nevna føroysk venjaranøvn sum Sigfríð Clementsen, Sámal Erik Hentze, Mikkjal Thomassen, Heðin Askam, Trygva Mortensen, Heðin Klakkstein og aðrar, sum uttan iva eru frálíkir venjarar, men nú kom Heimir Guðjónsson til Føroya og sá, hvat vantaði í føroyskum fótbólti og serliga í HB. Hetta er alt ómetaliga spennandi og áhugavert, og eftir stutta tíð gjørdi hann bart.Fyri meg og onnur er ikki nokk at hoyra HB spælarar siga, at samanhaldið er gott, tí sjálvandi er samanhaldið eisini gott í fleiri spælarahópum. Sjálvur haldi eg, at HB veruliga fekk luft undir veingirnar, tá liðið spældi javnleikin ímóti B36, tá B36 brendi tvey brotsskot. Og so var tað dysturin á Summarfestivalinum, sum endaliga staðfesti, at HB var á meistarakós. Eisini er áhugavert, at Heimir tók slitmannin Brynjar Hløtarsson við sær til Føroyar til tess at fáa HB kabálina at gonga upp.

Heimir Guðjónsson hevur sjálvandi høvuðsæruna, at HB vinnur uppiborið meistaraheitið. Spælararnir hava 100% fylgt venjingunum bæði á morgni og um kvøldið og hava trúð uppá mannin. Rætt gjørdu teir, og meistaraheitið í 2018 er skjáttuni. Áhugavert at fylgja við, hvussu hetta meistaraheitið var vunnið, og hvat hini liðini borðreiða við næsta kappingarár. (Vagnur)

Úr myndasavninum –Áskoðarin hevði eisini í 1931 sítt fasta pláss

$
0
0
Áhugaverd mynd úr Gundadali tikin í 1931. Òlavsøkudystur millum HB og TB. (Mynd Fornminnissavnið)

At síggja eldri myndir úr Gundadali er altíð nakað serligt, tí so nógv góð minni og kenslur eru knýttar at myndunum. Tað var langt niðan í Gundadal í mínum ungdómsárum. Vit áttu ikki bil, og busleiðin var eingin, men súkklan var til at taka. Tú skalt ikki hyggja leingi at myndini, so reika tankarnir, tí á bakkanum í norðara enda á vøllinum stóðu pápi mín og beiggjarnir á sama stað og hugdu at fótbóltsdysti. Vit vóru eisini har. Og soleiðis var eisini aðrastaðni um vøllin. Ymsu familjurnar høvdu sítt fasta pláss, og tað høvdu áskoðrararnir hjá útiliðnum eisini.

Myndin er tikin ólavsøkudag í 1931, og HB og TB spæla á vøllinum. Lílta reyða HB húsið, sum vit ikki síggja á myndini, stóð úti við ánna vinstrumegin. Áhugavert at síggja Sanatoriuvegin, sum hann tá var róptur, og at síggja ánna í turrveðri, so at súkkla kann leggjast frá sær í ánni. Var áin stór, og tað var ikki so sjáldan, so ráddi um at fáa fatur á bóltinum, áðrenn hann endaði niðri í býnum, um illa sjálvandi stóð til. Sum oftast vóru tað spælararnir sjálvir, sum lupu í ánna eftir bóltinum. TB vann ólavsøkudystin 2-1. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Teir hava júst svomið kapp í “gamla” hyli í 1934

$
0
0
Unglingarnir eru aftast frá vinstru: William Dam, Jákup Pauli Johansen, Harry Rubeksen, Gullak Zachariassen og Thorstein Mortensen. Fremst frá vinstru: Hjørleif Hansen, Petur Petursen, Niels Debes, Tollakur í Dali og Otto Jacobsen. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Gundadalur er nógv annað enn fótbóltur, og Gundadalur hevur sína søgu, hesin einaferð vakri dalur uttan fyri Havnina. Nú sæst stórur partur av landslagnum ikki, tí so nógv er bygt á staðnum. Kom fram á hesar báðar myndirnar, sum hava sína søgu. Myndin av unglingunum er frá ólavsøkukappsvimjing í 1934 í gamla og fyrsta svimjihyli í Gundadali.

Svimjihylurin var bygdur í 1930 og var niðurlagdur sama árið, eg var føddur. Men tá vit sum smádreingir komu í Gundadal, sóu leivdirnar av svimjihylinum, sum var stongdur í 1949, tí hann var vorðin ov skitin.

Fyrsti svimjihylur í Gundadali var bygdur í 1930 og læt aftur í 1949. (Mynd Fornminnissavni´)

Vit sóu skapilsi av hylinum og húsið, sum bleiv brúkt sum skiftingarrúm. Tíggju ár seinni fingu vit nýggjan uttandura 25 metrar langa svimjihylin í Gundadali. Áhugavert at síggja unglingarnar á myndini, og hvussu andlitsbragdini og skapini ganga aftur í fleiri ættarlið.

Nógvar myndir frá svimjikappingum á eysturvág kunnu síggjast nógvastaðni, men ikki havi eg sæð slíkar myndir frá svimjikappingum í svimjihylinum frá 1930. Unglingarnir á myndini hava júst svomið kapp á ólavsøku í 1934.

Kann nevna, at hesin Otto Jacobsen á myndini var sonur Hans Jacob Jacobsen í Smæruni. 7. mai 1945 skeyt týskur hermaður Otto í Næstved. Otto var í Danmark og lærdi til slaktara. (Vagnur)

Úr myndasavninum-Havnin fekk 25 metrar svimjingarhyl í 1959

$
0
0
(Mynd Bambus Fornminnissavnið)
Nógv eru góðu minnini frá uttandura svimjingarhylinum. (Mynd Bambus forminnissavnið)

Sum smádrongur minnist eg leivdirnar av gamla svimjingarhylinum, sum varð gjørdur í Gundadali í 1930 og stongdur í 1949. Einki vatn var í hylinum, og skiftingarrúmini, sum líktust arbeiðsskúrum stóðu har nakin og vóru um at detta niður. Men so komu tíðindini frá kommununi, at nýtíðar 25 metrar langur uttandura svimjingarhylur skuldi gerast í Gundadali. Vit høvdu tá lært okkum at svimja í hyljum í Sandá, har vit skiftu aftanfyri onkran stein. Havnarfólk fylgdu væl við, meðan hylurin varð bygdur, og so upprann dagurin í 1959, at nýggi svimjingarhylurin læt upp.

Í 1982 var nýggja innandura svimjihøllin bygd í Gundadali, og badmintonhøll var bygd omaná uttandura svimjingarhylin frá 1959. Fert tú í Badmintonhøllina og í skiftingarrúmini, er mest sum einki broytt frá 1959. Somu ferniseraðu veggirnir við nógvum kvistum, sum minnir okkum um farna tíð. Stórar vóru bíðirøðirnar fyrsta dagin, svimjingarhylurin lat upp í 1959. Nú hoyrdist um allan Gundadal, hvørja ferð tey róptu í hátalarum, at nú var svimjitíðin liðug. “Øll við gulum bondum skulu upp nú”, rungaði í hátalurum. Uttandura svimjingarhylurin var ikki opin alt á árið. Í vetrarmánaðunum var hylurin stongdur.

Nógv fólk vitjaðu altíð uttandura svimjihylin í Gundadali. (Mynd ÍSF 50 ár)
Nógv fólk vitjaðu altíð uttandura svimjingarhylin í Gundadali. (Mynd ÍSF 50 ár)

Skjótt kom lív í kappsvimjingina í nýggja hylinum. Kappsvimjing var ikki ókend í Havn, tí áður varð svomið kapp á Kongabrúnni serliga á ólavsøka, og tey svumu eisini kapp í svimjihylinum frá 1930. Áskoðarar streymaðu til kappsvimjingarnar í nýggja hylinum. Umframt kappsvimjingar skipaði Havnar Svimjifelag fyri stuttleika kappingum í hylinum, har svimjarar í stuttligum klæðum gjørdu ymisk kynstur frá trý metur vippuni, sum hon tá varð rópt. Eisini vóru serligar “stafettir”, har svimjarar svumu við ymiskum í munninum. Hetta hóvaði áskoðarunum. Sum tíðin leið komu eisini útlendskir svimjarar at vitja Havnar Svimjifelag.

Leiðari í Svimjingarhylinum var Ivan Carlsen, sáli, og seinni gjørdist Heri Olsen leiðari. Minnini er sjálvandi nógv frá tíðini í svimjingarhylinum frá 1959, og serlig minni eru heystdagarnar, tí tað kundi kava, meðan tú vart í hylinum. Serlig uppliving var at fara upp á “vippuna” og standa har eina løtu fyri síðani at leypa í heita hylin. Hetta var serlig kensla, og í kalda veðrinum sást dampurin úr hylinum langa leið. Nærkaðist tú hylinum luktaði tú klorið. Í 1982 kom nýggi stásiliga svimjihøllin í Gundadali, sum er væl røkt og framvegis er sum nýggj.

Sambært bókini Havnin – fólk og yrki var grivið út fyri svimjingarhylinum í 1953, og stoypiarbeiðið byrjaði í 1955, so tað tók sína tíð at fáa hylin lidnan. Møguliga vildi kommuna strekkja arbeiðið í nøkur fíggjarár, men hetta eru bara gitingar, tí í dag hevði tað ikki tikið meira enn eitt ár at bygt slíkan svimjingarhyl. Tað var byggifelagið Lamhauge & Waagstein, sum bygdi hylin. (Vagnur)

Tað var so skjótt, so skipaði Havnar Svimjifelag fyri kappsvimjing. Myndin er frá ólavsøkuni í 1961. (Mynd Fornminnissavnið)
Tað var so skjótt, so skipaði Havnar Svimjifelag fyri kappsvimjingum. Myndin er frá ólavsøkuni í 1961. (Mynd Fornminnissavnið)

 


Tá armeraði trolarin ”Lincoln City” 20. februar 1941 var bumbaður á Havnarvág

$
0
0
Armeraði trolarin Lincoln City. Einasta mynd eg havi sæð av trolaranum. Myndin hevur vinmaðurin Finnbjørn funnið mær.

Í summar kom eg fram á stórt akker við sjóvarmálan í Álakeri, har maður segði mær, at akkerið, sum var funnið í botni um ár 1990, møguliga var frá bretska armeraða trolaranum, sum var bumbaður á Havnarvág 20. februar 1941 og sakk eftir tveir minuttir. Átta av manningini løtu lív og eru grivnir í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. Kendi til tilburðin, tí hendingin stendur at lesa í eini av bókunum Stríðsárini eftir Niels Juul Arge, sum kom út í 1986. Okkurt er eisini at lesa í bókini Operation Valentine eftir svia, har tvær av myndunum er frá. Men aftur til akkerið.

Hetta akker liggur við sjóvarmálan í Álakeri. Akkerið var funnið um 1990 júst á staðnum, har Lincoln City sakk. Tá eg sá akkerið birtist hugurin at venda aftur til hendingina 20. februar 1941 á Havnarvág. (Mynd Vagnur)

Fekk at vita, at teir báðir Hans David Hansen og Heiðrikkur Christiansen, sum eru og vóru brandmenn og kavarar hjá Tórshavnar Sløkkilið í 1990 kavaðu á júst staðnum, har Lincoln City sakk. Teir funnu tvey akker, sum teir fingu í land.

Nú skal sigast, at í 1941 var Havnin brimpláss og bara fyrsta byggistigið av Molanum bygt. Tí  lógu nógv skip fyri teym á Havnarvág, har tríggjar stórar ketur lógu á botni um vestaruvág, sum skipini vóru tjóðraði í. Longri úti lógu stór skip fyri teym á vanligan hátt. Nógvar eru myndirnar, sum siga frá hesum.

Her síggja vit armeraða trolaran Bedfordshire, sum var systirskip til Lincoln City. Vit síggja rampan harafturi, har djúpvatnsbumburnar eru klárar at fara í havið.

Annað akkerið, sum teir báðir funnu í 1990, liggur í garðinum hjá Heiðrikki, og hitt akkerið vildi Hans David lata Havnar Róðrarfelag, men akkerið er so mikið illa tært, at tað stendur ikki at bjarga. Men aftur til hendingina 20. februar 1941.

Um trý tíðina seinnapartin henda dagin ýldu ávaringarlúðrarnir í Havn. Tvey týsk Heinkel 111 flogfør komu inn um Nólsoyareið, snaraðu suðurá og fóru aftur undir Glyvursnes og hildu norður yvir Hestfjørð. Nakrar minuttir seinni komu tey yvir Velbastaðháls og hildu inn yvir Havnina.

250 kilo bumba gjørdi enda á Lincoln City. Eftir tveir minuttir sakk armeraði trolarin. Bátar vóru skjótir til hjálpar.

Maskinbyrsur og Boforskanónirnar í Havnini fóru straks at skjóta og kappast við loftverjukanónirnar á Lincoln City á vágni og Leicester City, sum lá við bryggju. Flogførini fingu ikki gjørt tað, sum ætlanin var og hildu undan suðureftir. Uttan iva vóru oljutangarnir høvuðsmálið hjá flogførunum.

Løtu seinni kom annað flogfarið aftur. Helt inn yvir Velbastaðháls og fleyg lágt oman gjøgnum Mattalág, út eftir Álakersvík og slepti tveimum 250 kilo bumbum. Onnur bumban fór niður við borðinum á Lincoln City og sýntist ikki at hava rakt skipið, men nøkur sekund gingu  brast bumban, og trolarin lyftist upp úr sjónum og brotnaði av um tvøran. Alt huldist í sjóroki og dampi eina løtu, og tá rokið var av, var eingin Lincoln City at síggja.

Kisturnar við teimum átta hermonnunum eru á veg heim í Havnar Kirkju. Drotning Alexandrines hospital var tikið í nýtslu í 1924. (Mynd Fornminnissavnið)

Skjótt komu bátar á staðið til hjálpar og fingu bjargað tí, sum bjargast kundi. Løstaðu menninir vóru sigldir inn undir Hospitalið, so skjótari var at fáa teir undir læknahond. Àtta av manningini lótu lív.

Leggast kann aftrat, at henda dagin høvdu stýrimenn til próvtøku á Sjómansskúlanum, og teir lupu allir at dyr og oman í Álaker at hjálpa, har teir brutu upp neystahurðar og drógu bátarnar. Tá bjargingin var liðug, hildu næmingarnir fram við próvtøkuni.

Her fara bilarnir við teimum átta kistunum út í kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Vegurin út á Argir er har og nakað niðan á Müllers trøð. (Mynd Fornminnissavnið)

                                          Aðrar viðmerkingar um hendingina

Vermamma mín Mia Trónd, sála, arbeiddi sum tannlækni hjá Kaaber úti í Tinganesi, og hon minntist væl hesa lagnuløtuna hjá Lincoln City. Hon stóð við rygginum til vindeygað og hevði patient stólinum, sum sá út gjøgnum vindeygað. Tey hoyrdu ávaringarlúðurin, og við eitt hoyrdist øgiligt buldur, og patienturin reistist úr stólinum, tá hann sá allan roykin á Havnarvág og minuttir seinni var trolarin sokkin.

Henda dagin í 1941 arbeiddi mammu beiggi mín Jógvan Christiansen á fyrstu hædd í turkihúsinum. Tá hann hoyrdi harða buldrið, skundaði hann sær upp á aðru hædd, men tá var Lincoln City longu sokkin. (Mynd Vagnur)

Mammubeiggi mín Jógvan Christiansen segði mær, at henda dagin arbeiddi hann á saltfiskahúsinum úti Hvannasundi við Heygsvegin. Hann fylgdi væl við, hvørji skip lógu við bryggju ella fyri teymi á Havnarvág. Tá hann hoyrdi flúgvaran koma vestanífrá og hoyrdi buldrin frá bumbuni, leyp hann upp trappurnar og á aðru hædd. Hann sá bara stórt roykskíggj og sá ongantíð aftur Lincoln City.

Annars minnist eg frá 1960-árunum at kavarar frá Froskmannafelagnum plagdu at kava, har Lincoln City sakk. Og teir funnu ymist. Heiðrikkur segði mær, at hann var við at finna ein kassa við granatum, og eina av hesum granatum hevur hann heima og eina læt hann til býarsavnið.

Nakað seinni eftir at Lincoln City sakk, fóru tveir bretskir kavarar niður á vrakið og løgdu spreingievni ymsastaðni. Síðani var vrakið sprongt í luftina, so týskarar møguliga ikki kunnu finna nakað týdningarmikið frá skipinum. (Vagnur)

 

 

 

 

Føroyska bókin – Siglandi arvurin forvitnislig og frálík bók

$
0
0
Løgið at hugsa sær, at lítil sleipistøð var skamt frá gomlu neystunum í Álakeri. (Mynd Siglandi arvurin.)
Løgið at hugsa sær, at lítil sleipistøð var skamt frá gomlu neystunum í Álakeri. (Mynd Siglandi arvurin.)

Tá ið vit tosa um føroyskar bøkur, er talan um fagrar bókmentir og yrkisbókmentir. Fagrar bókmentir eru skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar. Tilfar, sum rithøvundar hava funnið uppá. Yrkisbókmentir eru ævisøgur, bygdasøgur og aðrar bøkur skrivaðar um ymist í samfelagnum. Eg havi ummælt nakrar føroyskar bøkur á mín egna hátt. Í hondini havi eg nú bókina Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð eftir Óla Olsen. Forvitnislig, sera væl skrivað og væl uppsett bók, sum kom út í 2013.

Elias í Rættará bátasmiður. (Mynd Siglandi arvurin)
Elias í Rættará bátasmiður. (Mynd Siglandi arvurin)

Rithøvundurin fer fyrst í bókini aftur í tíðina, tá Nólsoyar Páll í 1803 keypur rovini av einum skipi, sum var farið á land í Hvalba. Hann bygdi síðani Royndina Fríðu, sum fór av bakkastokki 6. august 1804. Áhugavert at fáa at vita, at longu í 1810 fer deksfar av bakkastokki í Suðuroy, og deksfør um hesa tíðina eru smíðað úti í Nólsoy.

Í 1856 fer einahandilin í søguna, og Føroyar fóru at broytast frá bóndasamfelagi til fiskivinnusamfelag. Føroyingar keypa sluppir úr Bretlandi, men tað gongur striltið at fáa føroyingar at taka við nýggjum veiðiamboðum og veiðiførum.

Síðani leiðir rithøvundurin okkum kring landið, har menn hava smíðað deksfør. Vit eru fyrst í 1900 talinum. Teir smíða deksfør millum annað í Havn, á Skála og á Strondum, í Fuglafirði, í Vestmanna, í Klaksvík, á Tvøroyri og í Vági. Góð frássagnir og frálíkar myndir, har vit síggja, hvussu deksførini verða plankaði upp.

Mín serligi áhugi í bókini er bátasmíð í Havn, tí eg havi altíð hoyrt um Elias í Rættará, sum livdi frá 1872 til 1925. Eg visti, hvar hann hevði búð í Rættará, og at hann hevði smíðað deksfør í Álakeri.

kjkkj
Til vinstru Høgkai, har Elias í Rættará smíðaðu fyrstu deksførini,  áðrenn hann bygdi sær verkstað í Álaker. (Mynd Siglandi arvurin)

Áhugavert at fáa at vita, at Elias í Rættará smíðaði fyrsta deksfarið á Lágukai í Rættará, júst har, sum vit spældu sum ungir, og sum í dag er vakurt mentunnarstað. Elias í Rættará, sum var úr Hvalvík, smíðaði 9 tons stóra deksfarið Maria í fyrst í 1900. Annað deksfarð Eli fór av bakkastokki 26. august 1901. Elias fer síðani til Noregs at læra seg skipasmíð, og longu í 1902 -1903 er hann aftur í Føroyum og smíðar 24 tons stóra seglskipið Prøven.

Vinstumegin verkstaðurin hjá Eliasi í Rættará og høgrumegin verkstaður hjá Laurits í Mortansstovu. Gomlu neystini í Álakeri standa enn. (Mynd Siglandi arvurin)
Vinstrumegin verkstaðurin hjá Eliasi í Rættará og høgrumegin verkstaður hjá Laurits í Mortansstovu. Gomlu neystini í Álakeri standa enn. (Mynd Siglandi arvurin)

Í 1905 fer Elias úr Rættará út í Álakersvík, og nú skuldu deksførini hava motor ísettan. Deksførini gjørdust størri, og kundi Elias og teir smíða skip upp í 45 tons undir taki. Á síðu 39 í bókini er fyri meg ein ómetaliga góð og forvitslig mynd. Álaker fyrst í 1900 talinum, har vit síggja bátaverkstaðirnar hjá Eliasi í Rættará og Lauritsi í Mortansstovu. Verkstaðsbygningarnar eru tiknir niður fyri mína tíð, men tey trý neystini á myndina standa framvegis í Álakeri.

Farmaskipið Eli hjá vágsbotnhandlinum. Eli sigst at vera var fyrsta deksfarið í Føroyum, sum fekk motor. Tað var í 1902. (Mynd Siglandi arvurin)
Farmaskipið Eli hjá vágsbotnhandlinum, sum Elias í Rættará og teir smiðaðu. Eli sigst at vera fyrsta deksfarið í Føroyum, sum fekk motor. Tað var í 1902. (Mynd Siglandi arvurin)

Løgið at hugsa sær, at lítil sleipistøð var í Álakeri vestanfyri tey trý gomlu neystini. Sjálvur fekk eg um endan av træskipasmíðnum í Havn. Minnist, tá Búgvin fór av bakkastokki í 1957, og tá strandfaraskipið Másin fór av bakkastokki 7. november 1959. Hetta var seinasta træskipið, sum smíðað varð á Tórshavnar skipasmíðju. Vit óvitar kendu mest sum allar menninar, sum arbeiddu á skipasmiðjuni, og stuttligt at síggja andlitini aftur á myndunum.

Strandfaraskipið Másin plankaður upp í 1958-59. (Mynd Siglandi arvurin)
Strandfaraskipið Másin plankaður upp í 1958-59. (Mynd Siglandi arvurin)

Má sigast, at tað var í tøkum tíma, at Óli Olsen fór at savna tilfar til bókina, tí eingir træskipasmiðir eru eftir í Føroyum. Skal tildømis stór umvæling gerast á gomlu varðveittu sluppirnar, má farast til Skotlands. Á Tórshavnar skipasmiðju er eingin træskipasmiðir longur. Hyggja vit at nógvu frálíku myndunum í bókini, so brúktu menninir ikki nýtímans amboð, har var vóru ongar maskinur. Tó kann eg nevna, at seinni sum smádrongur komu vit mangan á træverkstaðin hjá Tórshavnar skipasmiðju at biðja um hølvuspønir, tí vit brendu mangan bál við Landavegin. Á verkstaðnum vóru bandasagir og avrættarar. Hesin bygningur er ikki til longur.

Áhugaverd mynd har vit síggja bondini á Vón, sum fór av bakkastokki 15. juni 1940. (Mynd Siglandi arvurin)
Áhugaverd mynd har vit síggja bondini á Vón, sum fór av bakkastokki 15. juni 1940. (Mynd Siglandi arvurin)

Óli skrivar í bókini, at seinasta veruliga træskip smíðað í Føroyum, var 50-tonsarin Jøkul KG 407. Hetta var í 1978 í Klaksvík. Eg kenni væl Óla, sum sigur sigur mær, at hann var fyrst av monnum biðin at skriva bók um skipabygging í Føroyum, men hann fann skjótt útav, at best var fyrst at fáa frá hondini søguna um træskipini. Tí tað er jú í tøkum tíma, at arbeiðið verður gjørt, tí keldurnar kring landið fækkast. Hann segði mær, at hann hevur tosað við nógvar eldri smiðir kring landið, sum góvu hon gott íkast til bókina.

Jøkul úr Klaksvík er seinasta veruliga træskip smíðað í Føroyum. (Mynd Siglandi arvurin)
Jøkul úr Klaksvík er seinasta veruliga træskip smíðað í Føroyum. (Mynd Siglandi arvurin)

Fleiri sluppir, træskip bæði stór og smá eru varðveitt í Føroyum. Hetta eru felagsskapir, sum vilja varðveita gomlu træskipini. Tað er kostnaðarmikið at varðveita slík skip, og mangan stendur og fellur alt við tí fíggjarliga. Sum áður sagt omanfyri, havi eg í hesi grein bara skrivað um træskipasmíð í Havn, tí hetta er partur av mínari søgu. Í bókini er nógv annað frálíkt skrivað tilfar og nógvar frálíkar myndir frá træskipasmíði kring landið.

Jógvan Hansen í Skálum smíðaði í 1930 Òlav sum m.a sigldi við posti um Vestmannasund. (Mynd Siglandi arvurin)
Jógvan Hansen í Skálum smíðaði í 1930 Òlav sum m.a sigldi við posti um Vestmannasund. (Mynd Siglandi arvurin)

Bøkurnar, sum Óli Olsen hevur greitt úr hondurm eru: (2003) Sigling og útbúgving 1 – frá landnámi til okkara dagar. (2004) Sigling og útbúgving 2 – frá 1927 til aldamótið. (2007) Í Waffen SS – søgan um Sverra Djurhuus. (2013) Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð. Spennandi, hvat næsta bókin hjá Óla fer at snúgva seg um? (Vagnur)

Úr myndasavninum – Konradsbrekkan vekir altíð nógv góð ungdómsminni

$
0
0
Bretskir hermenn í Konradsbrekku í 1941. Áhugavert at síggja hugnaligu húsini. Børnini standa á trappuni, har Jógvan á Sandi og Brynhild við familju búðu. Tey vóru seks børn: Olfert, Eirikur, Myrna, Aðalgunn, Tanja og Guðbjørg. Nú sigst, at danin Sigurd Barett hevur keypt húsini. (Mynd Føroya Fornminnissavn)

Tá eg um dagarnar stóð ovast uppi í Konradsbrekku, kom mær til hugs áhugaverda mynd frá 1941 av breskum hermonnum, sum í huganum komu gangandi beint ímóti mær. Áhugavert at síggja vøkru og hugnaligu húsini, sum fleiri er broytt, og eitt er júst tikið niður. Tankarnir reikaðu til nógvu fólkini, sum í 1950 og 1960-árunum búði har á leiðini og nógvu góðu minnini frá hesu gøtu. Nógvur ungdómur í hvørjum húsi, har summi vóru javngomul við okkum – summi eldri og yngri, og summi vóru longu farin úr reiðslinum.  Havi áður skrivað um hesu serligu gøtu fyri okkum ungu, sum búði uppi við Landavegin. Nøkur minni aftrat niðanfyri.

Konradsbrekkan var okkara farleið, tá vit uppi við Landavegin skulu heim í býin. Fyrstu minnini eru frá seinast í 1950-árunum, og tá vóru fleiri av húsunum broytt frá myndini 1941. Fleiri hús vóru víðkað soleiðis, at loftið var reyst, so fleiri kømur fingust á loftinum, og okkurt húsið fekk eina hædd aftrat.

Nógv broytt síðani 1941. Tó so, sjálv Konradsbrekkan er ikki broytt. Vegurin var ikki á sinni gjørdur til bilar men hestavognar. (Myn Vagnur)

Ganga vit frá handlinum hjá P. A. Restorffs oman Konradsbrekku kom vit fyrst til hvítt langt hús, har Zacharias Sørensen, skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla við familju búði. Síðan koma vit til húsini hjá Jógvan á Sandi og Brynhild. Har kendu vit nógv av børnunum millum annað Olfert, Eirik og Myrnu, men har vóru eisini Aðalgunn, Tanja og Guðbjørg, sum eg ikki minnist. Hoyrdi ein dagin, at kendi sangarin Sigurd Barrett hevur keypt húsini.

Næstu húsini er gomul hús frá 1877, sum Súsanna Danielsen eigur. Tað var gamli Jørgen Frantz Jacobsen, sum bygdi húsini, og dóttirin Fransiska hevði skúla í húsunum. Minnist, at har var klædnahandil og síggi fyri mær eina konu, sum æt Helle. Havi sæð onkrastaðni, at Jørgen Frantz málaði húsini reyð, tí hann helt, at nógmikið var av svørtum húsum í grannalagnum.

Spákar tú tær oman í Konradsbrekku og sært húsini á vinstru síðu, kemur tú til barnaheimið hjá teimum í tónleikabólkinum Tey av Kamarinum. Hetta eru serliga vøkur hús frá 1902, sum Magnus á Kamarinum teknaði og smíðaði saman við øðrum,. Sami maður, sum teknaði Sandavágs kirkju. Tað er hetta útskorna, sum prýðir kirkjuna og sethúsini uttan, sum eyðkennir avrikini hjá Magnusi av Kamarinum. Foreldrini at teimum sjey systkunum á Kamarinum vóru Jóannes og Olivina.

Systkini á Kamarinum vóru sjey í tali: Hjørleif, Eyðbjørn, Nicolina, Áslakkur, Margretha, Ingolf og Jálup. Sjáldsomu húsini eru frá 1902, og Magnus á Kamarinum teknaði og smíðaði saman við øðrum. (Mynd Vagnur)

Vit koma so til húsini hjá Hans Vilhelm og Hannu Jacobsen, sum áttu børnini Magnus og Káru. Minnist, at Magnus við familju búðu í húsunum, tá vit sum ung skreiddu á skoytum og sletum í Konradsbrekku. Eivind í Gongini, sáli, átti húsini í nógvr ár, men nú hevur nýggjur eigari tikið húsini niður.

So koma vit til húsini, har Silja Brockie hevði handilin Vogue, og sysktini Eiler og Unn høvdu kiosk í fyrstu hæddini. Haldi við vist Mia ein systur við familju eisini búði í húsunum, tá flutti aftur til Føroya. Børnini Helen, Alistair og Jóhann vóru mangan at síggja í Konradsbrekku. Lítil søga er, at vit beiggjar skiftust um at fara heim á Meiaríið at keypa mjólk. Vit spann í hond og tvey krónu í lummanum fóru av Landavegnum og heim í býin. Ein litur av mjólk kostaði 90 oyru, so tá tveir litrar vóru komnir í spannina, gekk leiðin til kioskina hjá Eileri og Unn, har tú keypti tvær harðar lakridsstengur, sum kostaðu júst tjúgu oyru.

Miðskeiðis í myndini síggja vit húsini hjá Tummas Juul og Helenu Mortensen. Á myndini frá 1941 er ein hædd við lofti, men seinni var hædd bygd aftrat. Tólv børn eru uppvaksin í húsinum. Níggju dreingir og tríggjar gentur. Tey ellivu eru farin. Einaferð vóru húsini svørt. (Mynd Vagnur)

Vit koma so til húsini hjá Grími og Andreu á Dul, har húsini eisini blivu víðkað, so hvørt sum børnini gjørdust fleiri og eldri.. Synirnar Jógvan, Kristian og Árna kendu vit, har vóru eisini genturnar Bina, Agnas og Guðrið. Nærmasti granni omaneftir hjá Grími og teimum, vóru húsini hjá Tummas Juul og Helenu Mortensen, sum áttú tólv børn níggju dreingir og tríggjar gentur, sum øll komu at búgva í Føroyum. Minnist ikki foreldrini, men nógv børnunum vóru og eru kend andlit í Havn. Hetta var eitt eldri ættarlið enn vit, sum spældu í Konradsbrekku.

Høgrumein í myndini síggja vit húsini hjá Magnus og Liffy Arge Gregoriussen. Liffa hevði einaferð handil í húsinum, og eg meini Palli Gregoriussen búði einaferð har og nú ommubarn hjá Liffu og Magnusi. Húsini millum húsini hjá Gregoriussen og bakaríið í Horni, sum ikki er til meira, átti maður tey róptur Mikines Jógvan, men hesa familju kendist eg ikki við. Vit síggja eisini húsini, har matstovan Stjørnan hoyrdi til. Síggi fyr mær fyrst Leif Due Sørensen og seinni Kristian í Stjørnini reka Stjørnuna.

Søgan er áhugaverd har á leiðini, og hana kemur tú mangan at hugsa um, tá tú gongur fram við garðinum, sum er millum reyðu húsini hjá Súsannu Danielsen og Smiðjuna í Lítluvík. Hetta var garður, sum Niels N. Skaale laðaði um Skálatrøð, tá hann fyrst í 1800 – talinum fekk Skálatrøð burturav Húsagarði. Skálatrøð hevur sína søgu, nú er ætlanin at byggja Tjóðpall á staðnum, sum ikki longur er nøkur trøð, men  parkeringsøkið. Hvussu hetta málið spælir av, er torført at spáa um. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Partur av “Stóragarði” er í okkara garði

$
0
0
Báðir garðarnir síggjast millum húsíni. Niðari garðurin er partur av Stóragarði. (Mynd Fornminnissavnið)

Tá vit herfyri fóru at umvæla ein garð í garðinum, legði eg til merkis, hvussu stórir steinarnir vóru, sum ein maður ikki megnar at lyfta. Eg visti, at partur av “Stóragarði” sum einaferð varð laðaður um alla Havnina, var í okkara garði og mark við grannan. Kom eisini at hugsa um eina eldri mynd, sum eg sá í bók júst av somu gørðum. Hetta er mynd tikin langt fyri, at okkara hús vóru bygd í 1952. Og báðir umtalaðu garðarnir eru á myndini, men eisini tvey søgulig hús.

Húsini til høgru eru húsini, har Studni nú heldur til. Lærarin Oluf Skaalum í Realskúlanum, sum var føddur 1881, bygdi húsini. Í 1918 flytir Skaalum familjan til Danmarkar, og Jóanis í Stórustovu keypir húsini. Landið hevur alt, eg veit, átt húsini, og eg minnist væl, tá landsstýrismaðurin Eli Nolsøe við familju búði í húsunum, og tá landsverkfrøðingurin Mikkjal Helmsdal búði har. Í nógv ár var húsið búðstaður hjá næmingum, sum gingu í skúla í Hoydølum. Fyri nøkrum árum síðani vóru húsini høvuðsumvæld, og í dag heldur Studni til í vakra húsinum við Hoydalsvegin.

Tá eg í 1972 kom at búgva við Hoydalsvegin búði Esmar Fuglø og konan Ragnhild í húsunum til vinstru. Húsini, sum Jákup í Stórustovu bygdi í 1930 árunum, mugu hava verið valahús tá á døgum, tí vanligu húsini í Havn vóru smærri og høvdu annað vanligt snið. Í dag eigur Beinta Sørensen húsini. Umrøddi Jákup í Stórustovu var pápi Viggo í Stórustovu, og eg kendi frá Kyndli. Men aftur til Stóragarð.

Mær er sagt, at miðskeiðis í 1800 – talinum byrjaðu menn at laða høgan garð úr Válgaravík yvir við Strond og runt alla Havnina. Garðurin endaði í Sandagerði. Teir byrjaðu at laga garðin tríggjar alin høgan, men eftir eina tíð sóu teir, at garðurin var ov høgur, og arbeiðið gjørdist ov møtumikið, so teir minkaðu um hæddina niður í tvær alin. Um hetta mundið vóru nógvar traðir lagdar inn, og menn vildu laða høgan garð til tess at halda hagaseyðinum úti. Bara heilt fáir partar av Stóragarði eru at síggja, og áhugavert, at partur av Stóragarði júst er í okkara garði. (Vagnur)

Grótbátar komnir úr Århus at arbeiði við nýggja havnarlagnum í Havn

$
0
0
Nú er náttúrðatíð, og bátarnir liggja við bryggju. Aase Madsen og Mereta Chris við Vesturubryggju. (Mynd Vagnur) 

Í vikuni hitti eg danskan skipara umborð á sand/grótbáti, sum júst legði til bryggju á Vesturu bryggju. Nú var nátturðatíð, og teir løgdu altíð til bryggju, tá etast skuldi. Ungi skiparin umborð á Merete Cris hevði verið nakrar mánaðir í Føroyum, har hann var umborð í fjúrtan dagar og fór til Danmarkar í fjúrtan dagar. Skipini Merete Chris og Aase Madsen koma úr Århuus og skulu arbeiða við nýggja havnarlagið í Havn til einaferð seint næsta ár. Fyrikomandi skiparin segði mær, at arbeiðið hjá teimum var reinsa botnin fyri grót, so bryggikanturin skundi gerast. Sá eisini úr vindeyganum, at bátarnir fyltu eisini betongkistur við gróti, tá tær vóru settar á botn. Tríggir menn eru við hvørju skipi. 

Fyrikomandi ungi skiparin dámar væl at arbeiða í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Ì stutta prátinum segði skiparin, at tað var heilt øðrvísi at arbeiða í Føroyum og í Danmark. Ì Føroyum er talan veruligt grót, meðan í Danmark er talan um sand. Higartil hava líkindini verið góð at arbeiða við havnarlagi, men hann hevði hoyrt um ódnirnar, sum kunnu herja um veturin. Honum dámdi væl at arbeiða í Føroyum, fólk eru vinarlig, og hann helt, at arbeiðið við nýggju havnarlagnum gekk bara væl. (Vagnur)

Aase Madsen fullfermdur við gróti. Nú var nátturðatíð umborð. (Mynd Vagnur)
Viewing all 1110 articles
Browse latest View live


Latest Images

<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>