
Róðrarfelagið Knørrur hevur heilt góðar umstøður til bátarnar í pakkhúsinum á Müllersbrúgv, men framvegis eru eingi skiftingarrúm, ongar brúsur og eingin dráttur. Hetta er afturvendandi trupulleikin og samtaluevnið millum róðrarfólkini. Ørindini míni vóru at fáa at vita, hvørjir menn manna 10-mannafarið Ormin langa. Ormurin, sum summi rópa bátin. Seks av manningini róðu eisini við bátinum í fjør, og miðalaldurin er um 23 ár. Vælupplagdir ungir menn, sum settu seg við árarnar hóskvøldið.

Eg prátaði við teir eitt sindur, áðrenn farið var í bátin, og teir søgdu mær, at tað var heilt øðrvísi at fara av 8-mannafarinum Knørri og umborð á Ormin langa. Teir halda, at 8-mannafarið er lættari at fáa upp í ferð, og eisini lættari at halda ferðini. Fleiri av teimum róðu við Knørri í 2014. Tá eg skrivi, at umstøðurnar hjá felagnum er ikki nóg góðar, so hevur felagið eitt rúm í Tollbúðini nær Skipafelagnum, har rógvimaskinurnar standa.
Teir hava góðar vónir um róðrarárið, sjálvt um tveir rógvarar eru umborð, sum ongantíð áður hava róð. Róðursmaðurin eitur Sámal Kristiansen og er eisini nevndarlimur í felagnum. Ormurin langi gjørdist nummar trý á ólavsøku í fjør og nummar fýra í FM-kappingini.

Eitt er neystið og umstøður, annað er báturin. Ætlanin er hjá felagnum at útvega nýtt 10-mannafar, tí núverandi bátur er ikki nóg góður, men hetta eydnaðist ikki til róðrarárið. Tí hava teir fingið fatur í Norðingi, sum er gamli Eysturoyingur. Báturin verður í hesum døgum gjørdur klárur og sproytaður. Unga manningin hevur fingið hjálp frá Svein Rógva Nielsen og Heina Hátún, tveir royndir rógvarar, sum hava vunnið so nógv við Klaksvíkingi.

Spennandi at fylgja 10-mannaføruum í summar, sum higartil eru fýra bátar. Eysturoyingur, Ormurin langi, Havnarbáturin og Drekin reyði. Eg haldi, at eg merkti á ungu monnunum, at teir hava sett sær nýggj mál í ár. Fleiri av teimum róðu jú fyrstu ferð við 10-mannafari í fjør. Við bátin prátaðu vit eisini um árar. Teir søgdu mær, hvussu stórur munur kann vera á einari ár. Her er talan um vektina á árini. Teir nevndu nøkur tøl, sum mugu kannast, áðrenn fest verður á blað.
Søguliga pakkhúsið á Müllerbrúgv eigur Føroya landsstýri, og nú haldi eg, at tíðin er komin at lata Róðrarfelagnum Knørri eisini aðru hædd, so felagið kann gera síni skiftingarrúm, brúsur og fáa venjingarhøli til maskinurnar, so alt er á sama stað. Húsið kann ikki fara betur, tá vit nú tosa um at fáa meira lív í miðbýin. Hundraðtals útlendingar taka um summarið myndir av kappróðrarbátunum, sum standa í bygninginum. (Vagnur)