Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Eysturoyingur vunnið fimm meistaraheiti síðani ár 2000

$
0
0
Eysturoyingur 2016. Á lærbekki sita Bogi Olsen bakborð og Óli Hansen stýriborð, á eysrúmsbekki sita Hans Karl Jacobsen bakborð og Jónleif Hansen stýriborð, á rúmbekki sita Lars í Dalinum bakborð og Hilmar Sam Lamhauge stýriborð, á bógbekki sita Ludvík við Stein og Jóhan Herman Slættalíð stýriborð, og á toftibekki sita Kem Veihe í bakborð og Jón Nónklett í stýriborð. Teir vænta, at róðursmaðurin fer at eita Sonni Oddbjørn Johnsson. Mynd
Eysturoyingur 2016. Á lærbekki sita Bogi Olsen bakborð og Óli Hansen stýriborð, á eysrúmsbekki sita Hans Karl Jacobsen bakborð og Jónleif Hansen stýriborð, á rúmbekki sita Lars í Dalinum bakborð og Hilmar Sam Lamhauge stýriborð, á bógbekki sita Ludvík við Stein bakborð og Jóhan Herman Slættalíð stýriborð, og á toftubekki sita Kem Veihe bakborð og Jón Nónklett stýriborð. Teir vænta, at róðursmaðurin fer at eita Sonni Oddbjørn Johnsson. Kvinnan í rongini eitur Inga Veihe. (Mynd Hjalmar Jóhan Juul)

Gleðilig tíðindi at frætta, at nú er 10-mannafarið Eysturoyingur mannað. Seinastu fimm árini hevur báturin bara eina árið róð FM-róðrarnar, og tað var í 2014. Hyggja vit í hagtølini og taka saman um árini aftur til ár 2000, so gjørdist Eysturoyingur meistari í 2010, 2007, 2005, 2003 og 2002. Formaðurin í róðrarfelagnum eitur Gundmundur Danielsen, og á lærbekki umborð á Eysturoyingi situr kendi rógvarin Bogi Olsen. Teir báðar havi eg spurt eitt sindur um, hvussu gongst at mannað bátarnar. Fyrst formaðurin

– Vit eru sjálvandi øll fegin um, at Eysturoyingur er mannaður. Síðani rógva kvinnur við Sølmundi, og so hava vit tvær dreingjamanningar, sum fara umborð á Tjaldrið, Ternuna ella Spógvan. Vit fáa kanska eisini eina gentumanning. Og so eru tvær ella tríggjar barnamanningar, men hetta er ov tíðliga at siga við vissu, sigur Gudmundur í stuttari viðmerking.

Vakurt at síggja gula 10-mannafarið. (Mynd
Vakurt at síggja gula 10-mannafarið. (Mynd Hjalmar Jóhan Juul)

Bogi Olsen brennur fyri kappróðri og er elsti rógvarin umborð á Eysturoyingi. Hann er eisini spentur til róðrarárið og fegin um, at tað eydnaðist at mannað 10-mannafarið. Eg sá einastaðni, at Eysturoyingur er mannaður við monnum allastaðni úr Eysturoynni. Ein sokallaður oyggjabátur. Rógvarar koma úr Lamba, av Glyvrum, úr Heiðunum, úr Runavík, úr Æðuvík, úr Rituvík og av Skála. Eg havi spurt Boga, hví so illa hevur gingist at mannað 10-mannafarið seinnu árini.

– Vit hava sama trupulleikan sum í Klaksvík og aðrastaðni, vit duga ov illa at seta við ungar rógvarar. Haldi eisini, at hugburðurin at sleppa at rógva við 10-mannafarinum er broyttur. Ì mínum ungu døgum var tað ein stoltleiki og æra at sleppa at rógva við flaggskipinum. Vit ungu droymdu um einaferð at sleppa at rógva við bátinum. Hesin hugburður er farin.

kjkj
Frá vinstru: Óli Hansen, Hans Karl Jacobsen, Jónleif Hansen, Bogi Olsen, Lars í Dalinum, Hilmar Sam Lamhauge, Ludvík við Stein, Jóhan Herman Slættalíð, Kem Veihe og Jón Nónklett. (Mynd Hjalmar Jóhan Juul)

– Kappróður hevur djúpar røtur her á leiðini, men er eisini í stórari kapping serliga við fótbóltin og fimleikin. Kanska tíma nógv at teimum ungu ikki at binda seg til summarið, nú so nógvir festivalar og annað er at fara til. Tá tú spyrt, hvørji menninir eru, sum rógva við Eysturoyingi í summar, so hava summir róð áður við Eysturoyingi, onkur við 8-mannafarinum Heiðabátinum og tveir hava róð við 6-mannafarinum Sølmundi. Spennandi manning haldi eg, sigur Bogi at enda.

Nú havi eg sæð tær fýra manningarnar, sum rógva í summar, og manningarnar eru áhugaverdar. Umborð á Eysturoyingi sita nakrir “eldri” royndir rógvarar, har elsti rógvarin er 42 ár og yngsti rógvarin 22 ár. Umborð á Havnarbátinum sita nakrir “eldri” rógvarar, har elsti rógvarin er 50 ár og yngsti 18 ár. Umborð á Orminum langa er miðalaldurin 23 ár, har allir eru næstan javngamlir, og umborð á Drekanum reyða sita einstakir “eldri” rógvarar og so fleiri ungir nú royndir rógvarar.

Eysturoyingur og Klaksvíkingur í 2006. Ùssaligt, at teir ikki fáa mannað Klaksvíking í summar .
Eysturoyingur og Klaksvíkingur í 2006. Ùssaligt, at teir ikki fáa mannað Klaksvíking í summar. (Mynd Kristoffer)

Gleðiligt, at vit fáa í hvørfall fýra 10-mannafør at síggja í summar, men stórsta vónbrotið hjá mær er Klaksvíkingur, sum ikki er við í summar. Tað sýnist fyri mær, sum manningin, sum hevur klárað seg so væl seinnu árini, ikki vil vera við, uttan næstan 100% vissa er fyri, at báturin vinnur. Talan er um eina stóra stammu av nú eldru rógvarum. Kunnu nakrir av manningini ikki rógva, so mannað teir ikki bátin.

Hví bretta teir “eldru”, sum eru tøkir, ikki upp um armar og taka nakrar ungar rógvarar umborð, sum teir á Havnarbátinum gera og eisini á Eysturoyingur. Páll Fangi við monnum kláraði seg jú væl í fjør. Eg veit frá fólki í Klaksvík, at tey eru kedd, at Klaksvíkingur ikki er við. Sum tey siga: – Hvat er ein 10-mannafarsróður á norðoyastevnu uttan Klaksvíking. Ja, so var 10-mannafarið Suðuroyingur bara eitt upplop, og tað var ikki gamalt ikki at kunna mannað Vestmenning.

Men nú skulu vit gleðast um tey fýra 10-mannaførini, sum higartil eru mannað til róðrarárið. Eg endi greinina við at skriva, at Bogi Olsen segði mær eisini, at teir brúka maskinbát at rógva ímóti undir venjing. Alt gott um ferðmátara, men maskinbátur er allar best. Rógvararnir kenna ljóðið á maskuni, og “skiparin” maskinbátinum kennir ferðina, sum skal til. Rógvararnir hava eisini maskinbátin at meta seg eftir, sigur Bogi. (Vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>