
Tá eg síggi myndina omanfyri, komi eg at hugsa um, hvussu nógv er broytt í míni tíð innan “religiøsa” økið í Havn. Møtisalurin Ebenezer var bygdur í 1905, og tey bygdu upp í eystureftir í 1932. Í 1905 búðu 10% av fólkatalinum í Føroyum í Havn, og nú meira enn hundrað ár seinni búgva útvið 40% í høvuðsstaðnum. Í mínum ungdómsárum var Havnar kirkja frá 1788 einsamøll fólkakirkja, Vesturkirkjan kom í 1975, síðani kom Argja kirkja og Hoyvíkar kirkja. Nonnukirkja, sum vit róptu hana, var har, og Bethel kirkjan var í Sjúrðargøtu, sum seinni flutti niðan á Hoyvíkstjørn, har tey bygdu nýggja kirkju.
Nú vit skriva 2016, hevur tú mist skil á, hvussu nógvar kirkjur, møtisalar og samkomur eru í Suðurstreymoy. Tey byggja framvegis stórar bygningar uppi í Hoyvík. Við Landavegin, har eg eri uppvaksin, var eingin kirkja ella møtisalur í minum barnaárum. Men í 1968 løgdu tey grundarsteinin til Vesturkirkjuna og longri niðri við Landavegin kom Filadelfia og beint við síðuna av onnur samkoma. Ì 1987 var nýggja stásliga katólska kirkjan vígd við Varðavegin.

Minnist aftur í 1960-árini, at tey ungu, sum komu í Ebenezer, gingu ikki í dansi, í biograf, og summi íðkaðu ikki ítrótt. Men hetta broyttist alt. Og tá sjónvarpið kom, kundu jú øll fara í biograf, og nú var vanligt, at øll ung fingu møguleikan at spældu fótbólt ella íðkaði annan ítrótt. Í míni tíð sum lærari frá 1979 havi eg ongantíð merkt nakað, at summir næmingar eru kirkjufólk, aðrir brøður ella koma í aðrar samkomur. Bara børnini hjá Jehova vitnum skilja seg eit sindur úr stóru mongdini. Tá vit fóru í kirkju á jólum, komu øll við.
Vit eru við tíðini blivi meira hóvlig á “religiøsa” økinum, og nú skipa tey eisini fyri tvørkirkjuligum tiltøkum. Eisini hevur útvarpsstøðin Lindin gjørt sítt til, at so er. Minnist sum ungur hondbóltsspælari, at vit kundu ikki spæla hondbólt í einstøkum bygdum sunnudag. Minnist eisini, at vit vóru í kirkju, tí vit tíðliga komu til bygdina, har vit skuldu spæla seinnapartin. Men vit kenna orðið “glíðubreyt”. Dansurin endaði á midnátt, tá eg gekk í dansi, og alt var stongt sunnudag, tá eg var smádrongur. Men hetta er alt broytt, onkur heldur kanska ov nógv broytt. (Vagnur)