
The Rolling Stones hava hildið saman í meira enn 50 ár, og tað var áhugavert at síggja teir vitja Kuba.. Tá ið tú spyrt núverandi høvuðsspælarar í bólkinum Mick Jagger, Keith Richards, Charlie Watts og Ronnie Wood, hvussu gamlir teir eru, so er bara eittans svarið. Miðalaldurin nærkast 72 árum. Tá ið eg í 60 árunum “fall” fyri tónleikabólkinum, var manningin Bill Wyman, bass, Mick Jagger, sang, Brian Jones, rútmuguitar, Keith Richards, sologuitar og Charlie Watts, trummar. Bill Wyman fór úr bólkinum í 1993, tí hann orkaði og tímdi ikki longur konsertferðirnar kring knøttin, og Brian Jones, sum hevði stórar rúsevnistrupulleikar, druknaði í svimjihyli í 1969. Mick Taylor kom í bólkin fyri Brian Jones í 1969, men fór úr aftur bólkinum í 1974, tá Ronnie Wood kom í hansara stað. Í dag er Darryl Jones bassspælari í bólkinum.
Tankarnir leita nú út í Hornabø miðskeiðis í 60-árunum, har eg fyrstu ferð kom at kenna tónaleikabólkin The Rolling Stones. Vinmaðurin Finn Bjørn Guttesen var tá blivin bitin av serliga The Rolling Stones og the Kinks. Tá var einki sjónvarp, so vit kundu ikki síggja menninar live, men Finn Bjørn keypti allar pláturin hjá The Rolling Stones og the Kinks, og vit lurtað varð eftir tónleikasending í Radio Luxemburg. Annar vinmaður mín Sverri Wang var tá bitin av Elvis Presley, og hann átti allar pláturnar við sangaranum. Og stríð var mangan villum Sverra og okkum aðrar, tá ið vit drukku nakrar øl, áðrenn vit fóru heim í býin í dans. Vit vildu hoyra The Rolling Stones, og Sverri vildi bara hoyra Elvis, soleiðis var skilið á kamarinum hjá Finn Birni.

50 ára føðingardagurin hjá Rolling Stones var 12. juli í 2012. Teir spældu fyrstu ferð alment í Marquee Club í London 12. juli 1962. Fyrstu tíðina spældu teir bara løg hjá øðrum tónleikarum millum annað Chuck Berry, men í 1965 skrivaðu Mick Jagger og Keith Richards sangin The Last Time, sum bleiv nummar eitt á hittlistunum í Onglandi. Sama árið kom Satifaction, sum fór út um landoddarnar í Onglandi og streyk til topp á hitlistunum í USA. Eg eigi nógvar fløgur við The Rolling Stones, og serliga nema sangirnir frá 60 árunum hjartastreingirnar og minna meg á gamlar dagar. Paint it black, Lady Jane, As tears go by, Rube tuesdag, She´s a rainbow, the Last time og ikki at gloyma nakað seinni Jumpin Jack Flash bara at nevna nakrar av sangunum.
The Rolling Stones verður mett at vera besta Blues- og rocktónleikarbólkur nakrantíð, men tá ið tað snýr seg um tað tøkniliga, so hava rockbólkarnir nú á døgum nógv betri upptøkutól, tí er vónleyst at sammeta The Rolling Stones við núverandi góðu rockbólkar. Øll 54 árini eru fólk streymað til konsertirnar hjá The Rolling Stones kring heimin, og vinmaðurin Finn Bjørn hevur verið til nógvar konsertir hjá bólkinum. Eg sá einaferð í sjónvarpinum samrøðu við trummusláaran Charlie Watts, har spurt var, um hann framvegis tímdi at spæla allar konstertirnar kring heimin. “Tá ið eg hava ein so íðna, villan og arbeiðssaman sangara sum Mick Jagger dansandi framman fyri trummisettinum, so tori eg ikki at siga nei, tá ið hann ringir og boðar frá, at nú skal nýggj konstertferð fyriskipast.

Tað kunnu skrivast bøkur um virksemið hjá The Rolling Stones. Í sambandi við 50 ára haldið í 2012, var stór myndaframsýning í London, og 352 síður rúgvusmikil myndabólk er givin út í sambandi við føðingardagin hjá The Rolling Stones. Nógv ár eru liðin, síðan The Rolling Stones var á konsertferð kring heimin, og tá ið tónleikararnir verða spurdir, nær teir kanska fara eina seinastu konsertferð, so er svarið:”Vit hittast av og á og venja nakrar sangir, men ikki er enn gjørt av, um vit fara eina seinastu konsertferð. The Rolling Stones gav í 2012 út uppsamlingfløgur, men har eru bara tveir nýggir sangir. Og mær dámar ótrúliga væl annan sangin “Doom and Gloom”. Tað áhugaverda og stuttliga er, at unga ættarliðið eisini dámar væl The Rolling Stones, og tey streymaðu til konsertirnar, sum eru nakað heilt serligt í heimshøpi. (Vagnur)