
Úr køksvindeyganum hjá okkum hava vit gott útsýni yvir í Plantajuna, sum vit frá barnaárunum hava rópt hetta stað. Orðið Viðarlundin kom seinni. Seinastu dagarnar hevur heilt nógv virksemi verið sunnast í Plantasjuni nær Havnará og inni ímillum trøini. Á skelti úti ímóti Hoydalsvegnum stendur at lesa: Kom inn í ein ævintýrheim við tónleiki, dansi og endurnýtslu. Hetta havi eg gjørt, og eg má siga, at tað er ótrúligt, hvussu nógv tey hava skapað og fingið burturúr. Ikki hevur skortað við hugflogi. Eitt upplivilsi at síggja allan ævintýrheimin. Eg ringdi til ein av høvuðsfyrireikarunum Biritu Arge og spurdi hana, hvussu leingi tey hava fyrireikað tiltakið, og hvørji eru partur í áhugaverda ævintýrheiminum:
– Sjey dagstovnar og ein skúli í kommununi eru partur í tiltakinum. Skúlin er skúlin á Løgmannabreyt, og so frítíðarskúlar, barnagarðar og vøggustovur. Næmingarnir í skúlanum hava ført fram og spælt tónleikin. Tá tú spyrt, hvar alt tilfarið í endurnýtsluni er komið frá, so hava vit fingið tilfar frá handlum og fyritøkum í kommununi. Vit byrjaðu fyrreikingina í mai mánað í fjør, og tey í Fountainhúsinum hava savnað inn tilfarið, sum var goymt í húsið hjá kommununi.
– Tiltakið er nógv vitjað, og tað roknaðu vit eisini við, tí so nógv fólk eru við í tiltakinum. Vit hava roynt at lýst tiltakið væl, og hvønn dag eru børn úr barnagørðum, skúlum og onnur komin í Plantasjuna, sigur Birita Arge.at enda. Eg kann bara váttað hesi orðini, tí mikudagin, eg tók myndirnar, stuttleikaðu børnini sær óført. Eg var eisini inni millum trøini og tók myndir, jú, hetta var veruliga ein ævintýrheimur, sum øll áttu at upplivað bæði ung og gomul. (Vagnur)
