Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Fýra heilt óvæntað úrslit í mótvindinum í Sørvági

$
0
0
Óvæntað úrslit í Sørvági. Sjáldan eru fýra 10-mannafør so jøvn. (Mynd Jógvan Helgi Hansen)
Óvæntað úrslit í Sørvági. Sjáldan eru fýra 10-mannafør so jøvn. (Mynd Jógvan Helgi Hansen)

Nú var eg leygardagin upptikin av brúdleypi allan dagin og kvøldið við, tí var ikki tíð til kappróður. Ja, so var fjarstøðan so long frá bryggjuni út til bátarnar, at okkara myndatól rakk ikki nóg væl út til bátarnar. Nú havi eg sæð róðrarnar Í Kringvarpinum og lánt tríggjar myndir frá Jógvan Helga Hansen, sum hevur hesa longu linsurnar, sum røkka langt. Vit vita øll, at veðrið er partur í føroyskum kappróðri, og í Sørvági sæst beinanvegin, at bátarnir næst landi róðu í slættari sjógví enn bátarnir úti á, tí fingu vit fýra nýggjar vinnarar á vestanstevnu. Fyrimunurin var serliga fyrra part av teininum.

Firvaldur við gentum og Rádni við kvinnum eru so mikið góðar manningar, at har er líkamikið, hvussu veðrið er. Tær vinna allar róðrarnar. Men í fimm hinum FM-róðrunum var fyrimunur at liggja nærri landinum. Serliga sóu vit hetta, tá 8-mannaførini róðu, har Argjabáturin legði seg klárt á odda, og at Nevið reyða ikki fekk fatur í Argjabátinum fyrr enn stórur partur av teininum var rógvin. Tað sama hendi við Teistanum kvinnum, sum lá nærri landi, sum reyk av stað, og har Erla kongsdóttir slett ikki megnaði at fylgja við uttan heilt nær málinum.

Nú eydnaðist endliga Hvessingi at basa Smyrli. (Mynd Jógvan Helgi Hansen)
Nú eydnaðist endliga Hvessingi at basa Smyrli. (Mynd Jógvan Helgi Hansen)

Tað sama hendi við 6-mannaførunum við monnum, har Hvessingur lá nærri landi. Men her hava Hvessingur og Smyril verið so mikið javnir hinar róðrarnar, at vit kunnu ivast, um meira vindurin úti á forðaði Smyrli at koma nærri Hvessingi. Tjaldrið við dreingjum lá eisini nærri landi, og tað vísir seg, at Tjaldrið leggur seg klárt á odda beinanvegin. Fara vit til 10-mannaførini, so eru bátarnir ógvuliga javnir frá byrjan, men Havnarbáturin dragnar nakað nokk so skjótt, meðan Drekin reyði undir landinum leggur seg á odda og heldur leiðsluni.

klklkl
Teistin kvinnur legði seg klárt á odda frá byrjan, og Erla kongsdóttir megnaði slett ikki at fylgja við. (Mynd Jógvan Helgi Hansen)

Nú skulu vit ikki taka nakað frá vinnandi bátunum í Sørvági, tí slíkt, sum hendi í Sørvági, hendir av og á eisini á øðrum stevnum. Vit plaga tildømis at siga á norðoysstevnu, at bátarnir undir Kósabrúnni hava ein fyrimun, men tað velst eisini um, hvør ættin er. Jú, sjálvandi er veðrið viðspælari í føroyskum kappróðri. Er tildømis kolandi undanvindur, so kann vera fyrimunr at liggja mitt á fjørðinum, har vindurin kanska er mestur.

Fyri okkum, sum elska kappróður, var serliga gott, at  Drekin reyði av Argjum vann, at Hvessingur vann, at Teistin kvinnur vann, og at Tjaldrið við dreingjum vann, tí hetta økir um spenningin til seinastu tveir FM-róðrarnar. Sjáldan hava vit sæð fýra so jøvn 10-mannafør. Eg leggi til merkis, at sjálvt um Eysturoyingur fekk góðan start, so megnaði hann ikki at koma afturíaftur, tá Drekin reyði dró frá. Sá eisini, at Havnarbáturin fekk góðan start, men knappliga mistu teir stóran skut og eitt sindur meira longri inni, men við øgiligum endaspurti vann Havnarbáturin sær lítla bátslongd fram í oddin aftur. Her má okkurt eftirmetast.

Trúgv mær. Tað, sum vit síggja í fleiri róðrum í Sørvági, fáa vit ikki alt at síggja á fjarðrastevnu leygardagin. Tá eru umstøðurnar at rógva aftur nýggjar, og vit fáa uttan iva aftur onkrar nýggjar vinnarar. Nú skrivaði eg í undangrein, at Ormurin fór at taka Eysturoying, og at Drekin reyði mátti finna fram aftur stevið frá 2014 og 2015. Ormurn vann ikki á Eysturoyingi, men Drekin reyði fann stevið aftur frá 2014 og 2015 og vann. Teir á Orminum ætla sær at vinna eina stevnu í summur. Nú eru møguleikarnir minkaðir niður í tveir møguleikar. Á fjarðastevnu ella á ólavsøku.  (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>