
Tá eg kom fram á myndina omanfyri, sat eg góða løtu og hugsaði, hvussu nógv er broytt í Gundadali, síðani eg var smádrongur. Tí tá sá Gundadalur út, sum á myndini. Í 1910 fór menn undir at gera fótbóltsvøll í Gundadali, og 18. juni 1911 var fyrstur dystur spældur á vøllinum. Uttast til høgru úti við ánna síggja vit HB húsið, sum var bygt í 1931, og miðskeiðis í myndini B36 húsið, sum var bygt í 1942. Vøllurin var 108 metrar langur og 80 metrar breiður. Vit síggja eisini hondbóltsvøllin, sum var gjørdur í 1937. Nærmast síggja við skíðbreytina, sum var gjørd frá HB-húsinum og niðan á høvdina, men henda breytin riggaði ikki nóg væl, tí vindurin fór við kavanum, sum var lagstur á breytina um veturin. Annars er stóra barakkin har, tað sama Hvíldarheimið, húsini í Mexico og tennisvøllurin. Áhugaverd mynd, sum er tikin umleið í 1950. Tá í tíðini rullaðu ikki so nógvar milliónir úr kommunukassanum og FIFA kassanum í Gundadal, sum tær gera í dag. (Vagnur)