Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Skúlastovurnar við Sjónleikarhúsið eru fluttar inn á Sund

$
0
0
jhjhjh
Næmingunum dámdi heilt væl hesar skúlastovur. (Mynd Vagnur)

Nógv hendur í høvuðsstaðnum í løtuni í hvørfall í grannalagnum hjá okkum. Í gjár koyrdu stórir trailarar í gøtunum, og seinni kom stórur krani omanvið, tí nú skuldu skúlastovurnar við Sjónleikarhúsið burturbeinast. Ja, so í gjárkvøldið kom eldur í húsini við Tinghúsvegin, har AA-felagsskapurin heldur til. Roykurin var øgiligur, og tað luktaði av brendum timbri langar leiðir. Næmingarnir í 8. og 9. flokki dámdu væl skúlastovurnar, men tær kostaðu ein bóndagarð at hita upp, tí el-ovnar vóru í hvørjari stovu.

Teir eru farnir avstað við fyrstu hálvari skúlastovu. (Mynd Vagnur)
Teir eru farnir avstað við fyrstu hálvari skúlastovu. (Mynd Vagnur)

Einaferð í vetur lýsti Tórshavnar kommuna bingjurnar til sølu, men eingin áhugi var at keypa. Eg spurdi ein av arbeiðsmonnunum, hvar teir fóru við skúlastovunum. Hann segði mær, at tær í fyrsta umfari skuldu goymast inni á Sundi. Tá so økið til nýggja skúlan á Fløtum var planerað, skulu bingjurnar setast upp við Landavegin og brúkast sum arbeiðsskúrar. Sløg tíggju ár eru liðin, síðani skúlastovurnar vóru settar upp, tí Kommunuskúlin vantaði skúlastovur. Men fyri fimm árum síðani hendi so tað, soppur var funnin í skúlanum, og skúlin niðurlagdur sum fólkaskúli.

Trongt var at sleppa framat hjá stóru bilunum. (Mynd Vagnur)
Trongt var at sleppa framat hjá stóru bilunum. (Mynd Vagnur)

Ein abbadóttir gekk í skúlastovu við Sjónleikarhúsið, og henni dámdi væl at ganga har. Stovurnar vóru rúmligar og høgt var til loftið. Sum onkur segði við smíli, so var eisini stutt niðan í SMS. Tá eg stóð har og hugdi at, meðan teir fingust við at taka niður skúlastovunar, kom eg at hugsa um, hví allir skúlanæmingar skulu flytast úr miðbýnum. Ein lærari segði mær, at guli skúlin niðanfyri gamla realskúlan, er verðins besti skúli. Frálíkar stovur, gott spælipláss og so bara eitt hanagleiv oman í nýggja spæliplássið í Grasagarði. Púra ørt at niðurliggja henda skúla, har 1. 2. og 3. flokkur halda til.

Farvæl skúlastova. (Mynd Vagnur)
Farvæl hálv skúlastova. (Mynd Vagnur)

Tað er eru ávísar kreftur í býráðnum, sum elska at leggja alt saman í stórar eindir. Men trúgv mær, hetta kemur ikki at betra um trivnaðin ella betru um pisakanningarnar. Royndir vísa aðrastaðni, at í stóru skúlunum smokka nógvir næmingar niðurímillum og finna seg ikki til rættis í stóru mongdini. (Vagnur)

So eru tvær tær fyrstu skúlastovurnar farnar inn á Sund. (Mynd Vagnur)
So eru tvær tær fyrstu skúlastovurnar farnar inn á Sund. (Mynd Vagnur)
jkkjkj
Nú skúlastovurnar eru farnar, fáast nøkur parkeringspláss aftrat. (Mynd Vagnur)

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>