Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Høllin á Argjahamri skal vera liðug 1. februar 2017

$
0
0
Endaveggurin á fimleikahøllin veðrur tikin niður, og skal hon leingjast til fullan hondbóltsvøll. (Mynd Vagnur)
Endaveggurin á fimleikahøllini skal takast niður, og skal leingjast til fullan hondbóltsvøll. (Mynd Vagnur)

Tey eru spent á Argjum og annars í hondbóltsfelagnum ÍA, tí nú er økið við skúlan um at vera liðugt sprongt og slættað. Síðan skal núverandi fimleikahøll leingjast til fullan hondbóltsvøll, og einir tvey hundrað áskoðarar kunnu sita í høllini. Tað er TK Verk, sum ger arbeiðið. Á Argjum búgva fleiri enn tvey túsund fólk, og fleiri koma aftrat. Tí hevur hondbóltsfelagið ÍA allar møguleikar at mennast sum hondbóltsfelag, og nýggja høllin er liðug longu 1. februar 2017.

Nógv var at spreingja í sambandi við nýggju høllina. (Mynd Vagnur)
Nógv er at spreingja í sambandi við nýggju høllina. (Mynd Vagnur)

Tá tú stendur við økið og hyggur inn á bera betongveggin, so er løgið, at kommunan ikki bygdi fullan hondbóltsvøll frá byrjan. Mær er sagt, at hetta kom tá at dýrka skúlan níggju milliónir. Tey áttu at sæð eitt sindur inn í framtíðina, tá tey vita, at so nógv fólk koma at búgva á Argjum. Báðar fimleikahallirnar lagdar saman hava fulla hondbóltsbreidd og mál, men vøllurin er ov stuttur.

Á Argjum hevur verið kjakast, um nýggj høll skuldi byggjast við fótbóltsvøllin, men sjálvanadi er allar best, at høllin er við skúlan, tí har eru nógvu børnini. Tey kunnu brúka høllina í skúlatíð og eftir skúlatíð. Spennandi at fylgja við, hvussu hondbóltsfelagið ÍA fer at mennast næstu árini. Eitt er høllin, annað er at fáa góðar venjarar at taka sær av ungdóminum á Argjum. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>