
At fáa eina góð mynd í hondina, er sum at fara á flot. Tú gerst forvitin at fáa at vita meira um myndina, og harvið leggja nøkur orð aftrat myndini. Liðmyndina av kyndilskvinnum tók Jørgen Lützen í 1967, eftir at 2. deildarliðið hjá Kyndli vann 2. deild. Genturnar á myndini er javngamlar við meg, og flestar kenni eg væl. Havi ringt til Sonju Klein, sum er á myndini, og spurt hana eitt sindur um myndina og tíðina, tá hon spældi hondbólt. Og Sonja sigur soleiðis:
– Serliga minnist eg Olgu Frederiksen, sum var donsk og gift Martin Frederiksen. Umframt, at Olga var úrmælingur á vøllinum og hevði spælt á besta liðnum hjá Viborg, var hon so góð við okkum spælarar. Hon legði stóran dent á tað sosiala í kvinnubólkinum. Nú var eg ikki nøkur ørn í vøllinum, men eg minnist serliga hetta góða vinalagið, sum var millum kvinnurnar í Kyndli. Mansliðið hjá Kyndli vitjaði mangan í Ìslandi, og íslendingar í Føroyum, og í 1966 komu eisini kvinnur úr Keflavík til Føroya at vitja Kyndil. Tey vitjaðu í eina viku og spældi fleiri dystir.

– Vit vóru so bjóðaðar at koma til Keflavíkar at spæla í 1967, sum gjørdist minnilig ferð at minnast aftur á. Eitt upplivilsi fyri lívið hjá okkum ungu. Tú spyrt, hvar vit spældu kring landið? Eg minnist serliga, hvussu spennandi var at fara til Suðuroyar at spæla. Vit búðu í Skemmuni á sjúkrahúsinum, og so vóru vit eisini í dansi, eg haldi, tað var í klubbanum. Minnist eisini, hvussu blíð fólk vóru við okkum, tá vit komu til ymsu bygdirnar at spæla. Vit vóru bæði á Eiði, Klaksvík, í Vágum og aðrastaðni. Vit vóru altíð bjóðaðar heim til væl dekkað borð hjá spælarum.
– Eg minnist eisini, at tá í tíðini varð tosað um, at vit skuldu helst ikki eta kalvafisk og rabarbugreyt fyri dyst, men ikki minnist eg at hava fingið henda rætt. Vit fingu altíð fínan døgurða ella góða drekkamunn. Sum tú sært, so eru vit bara sjey gentur á myndini, og soleiðis var tá. Einki við fleiri útskiftarum, sjey gentur, tað var alt, sigur Sonja at enda.
Fara vit eitt sindur í hondbóltssøguna, so var fram til 1963 bara spælt hondbólt í 1. deild og 2. deild menn og kvinnur. Ì 1963 varð fyrstu ferð skipað fyri landskapping fyri gentur og dreingir, tað vil siga deildin, vit nú kalla dreingir og gentur 16 ár. Unglingadeildin fyri dreingir fór av bakkastokki í 1966, men ikki fyrr enn í 1976 spældu gentur fyrstu ferð í eini unglingadeild. Tað vil siga, at tá gentur vóru ov gamlar at spæla í gentum 16 ár, komu tær at spæla í 2. deild og summar í 1. deild, sum var besta deildin.
Havi skrivað nógv søguligt tilfar um hondbólt. Afturvendandi er, tá eg práti við fólk, at tey ikki minnist úrslit men góðu upplivingarnar kring landið. Tá Sonja nevnir Olgu Frederiksen, so minnist eg væl, tá hon kom til Føroya í 1964. Henda danska kvinnan, sum hevði spælt fýra landsdystir fyri Danmark og spælt í bestu deildini, kundi meira, enn føroyskir spælarar kundu um hetta mundið.
Serliga spældi Olga skjótari spæl enn okkara spælarar, og so skeyt hon væl og dugdi væl at brúka handliðið í skotinum, tá hon skeyt bóltin í málið. Havi onkuntið spurt eftir Olgu, og tað seinast eg veit er, at hon fekk Alzheimerssjúkuna og býr á røktarheimi. (Vagnur)