Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Vit plagdu at renna undan aldunum

$
0
0
Sum smádreingir plagdu vit at renna undan aldunum í Vágbotni.
Sum smádreingir plagdu vit at renna undan aldunum í Vágbotni. (Mynd Havnarmyndir -fyrr og nú)

Í mínum ungu døgum minnist eg í tveimum førum, at Molin í Havn varð longdur og umvældur, og at betonkisturnar á botni hildu ikki í ódnarveðrinum á lágættunum. Síggi fyri mær stóru aldurnar, sum skolaðu upp um Molan og hildu leiðini inn í Vágsbotn. Frá landnámstíð var Havnin hvørki kyrrupláss ella góð skipahavn, og gamlar myndir sýna eisini skipini liggja fyri akkerið á redini, har smábátar førdu fólk og farm í land og umborð. Gjørdist veðrið ov vánaligt, rýmdu skipini inn á Skálafjørðin.

Sagt verður, at alt broyttist, tá ið grótkast varð gjørt á Skansaboða og “Nyhavn gjørd. Brotasjógvarnir vórðu tá steðgaðir í grótkastinum og eftir hetta komu ikki fleiri brotasjógvar inn um Molan, sum hevur sína søgu. Vilt tú vita alla søguna um Molan, finnur tú alt tilfarið í bókini “Verjir fyri Havnarvág”, sum Mikkjal Helmsdal, sáli gav út í 1994. Á blaðsíðu 155 í bókini stendur at lesa, at 18. februar 1922 verður sáttmáli undirskrivaður, og søgan um Molan byrjar. Søgan um Molan, sum broytti Havnina frá einum brimplássi til eina góða skipahavn, har skip kunnu liggja í øllum veðri.

Brotasjógvarnir kundu vera øgiligir á Skansaboða. (Mynd Fornminnissavnið)
Brotasjógvarnir kundu vera øgiligir á Skansaboða. (Mynd Fornminnissavnið)

Í 2004 stongdi Tórshavn Havn Molan fyri vanliga fólkinum, hetta var gjørt vegna altjóða trygdarkrav. Tey ungu í dag kenna óivað ikki “ein kaitúr”, men hevði Molin sloppið at sagt frá søgum av Molanum, var tilfar til nógvar bøkur. At fara ein túr út á Molan var so stórur partur av lívinum hjá havnarfólki. Vit eldru minnast eisini øll fríggjarapørini, sum eftir dansin í Sjónleikarhúsinum og Klubbanum fóru sveimandi út á Molan. Á Molanum var so friðarligt, og útsýnið vakurt suður í fjørðin, yvir á Argir, inn í Havnardal og í Hoyvíkshagan.

Eg minnist væl, tá ið aldurnar fóru upp um bryggjukantin inni í Vágsbotni, sum myndin omanfyri vísir. Aldurnar vóru mangan so ógvusligar, at tær steðgaðu ikki fyrr enn uppi við Mejaríið nú Tjóðpallin. Ungfólk plagdu at bjóða aldunum av, tey stóð á stórum kassum, og ofta fingu tey karm. Eisini var “sportur” at renna undan aldunum. Minnist eisini, at mangan sukku træbátar í ódnarveðrinum, og sum vit síggja á myndini eru bátar uppdrignir. Men onkuntíð var hetta ikki nógmikið, tá ið aldur vóru størstar.

Men hetta er alt søgu. Havnarviðurskiftini í Havn eru í dag av teimum bestu í landinum og kyrt er í Vágsbotni. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>