
Áhugavert at síggja myndina omanfyri frá einaferð í 1960-árunum. Tá almenni dansurin endaði á midnátt, fóru nógv ungfólk oman á Vaglið at keypa sær pylsur. Tvær stóktar, tvey breyð, eplamos, ketchup og sinnop. Eisini mitt í viku plagdu vit at keypa okkum pylsur á Vaglinum. Tá vóru eingi pizzastøð, og tú kundi ikki keypa sterkan løg nakrastaðni. Tú skuldi eisini vera tjúgu ár, áðrenn kundi bílaggjast sterkt uttanlands. Á myndini síggja vit pylsuvognin hjá Jonu Jacobsen og tann hjá Emly Johannessen. Nick Hansen keypti í 1964 pylsuvognin frá Bent Olsen. Hesin pylsuvognur stóð sunnanfyri gamla kommunuskúla og var seinni fluttur oman á Kongabrúnna. Nick flutti seinni pylsuvognin eystan fyri kioskina á kaiini, sum henda kiosk enn verður rópt. Fyrst í 1960-árunum læt Mia Dam upp Fish&Chips búð á Vaglinum. Á myndini síggja vit eisini kioskina hjá Astu og kioskina hjá Poul Lamhauge. Útboðið á Vaglinum er ikki tað sama sum á okkara ungum døgum. Nógv góð minni frá hesi tíðini. (Vagnur)