
Tá eg ein dagin sat á savninum hjá Birgari og eygleiddi fløskuna omanfyri á eini hill, var eg í huganum leiddur aftur í 60-árini. Tá eg spurdi Birgar, um hann hevði roynt hesi sløgini á ungum árum, játtaði hann. Løtan skuldi gerast áhugaverd fyri meg, tí Birgar hevur sjálvur roynt slíkt, og hann veit nógv meira enn eg at siga frá um hesa tíðina. – Tað var “systemið” í okkara samfelag, sum førdi til, at slíkt var drukkið í Føroyum, sigur Birgar og heldur fram.

– Eg vil siga soleiðis, at ungdómurin í 1960-árunum kann deilast í tríggjar høvuðspartar. Nevnast kunnu fyrst tey, sum vóru limirnir í avhaldsfeløgunum. Har skipaðu tey fyri dansi og ítrivum av ymsum slag millum annað ítróttatiltøkum. Virksemið í avhaldsfeløgunum kring landið var stórt og hevði góða undirtøku, og nógvir vóru limirnir. So vóru eisini nógv ung í ymsum samkomum, har tey eisini skipaðu fyri ymsum ungdómstiltøkum. Triði stóri bólkurin vóru vit onnur, sum smakkaðu okkum á. Tá í tíðini var ikki lætt at fáa hendur øli og sprutti, tí forðingarnar vóru so mangar. Veggurin millum hesar bólkar í 1960-árunum var meira markantur enn hann er í dag. Tíbetur, má eg siga.
– Fyrst skuldi tú vera tjúgu ár til tess at bíleggja úr Danmark, men so skuldi tú ikki skylda skatt, og hetta var tann heilt stóri trupulleikin. Fólk fingu lønina útgoldna kontant í brævbjálva, og so skuldi tú uppgeva ársinntøkuna afturvirkandi, sum var umleið 25-30% av inntøkuni. Men tá skattarokningin skuldi gjaldast, var peningurin longu brúktur, og tí komu heilt nógv fólk at skylda skatt og fingu tí ikki skattaváttan. Tú kundi bíleggja tólv fløskur av sterkum um fjórðingsárið og alt tað øl, tú vildi. Men tað tók sína tíð, til “kassin” kom úr Danmark, og nógv fólk høvdu ikki ráð at bíleggja hesar drykkir. Tí fóru summi at drekka Aqua Velva, Brillantine, Barberspritt og ymisk sløg av hárvatni, sum kostaðu minni, sigur Birgar og heldur fram.

– Sjálvur havi er roynt hetta, og kenningin gjørdist øðrvísi enn at drekka reinar vørur. Ein tung kenning, vil eg siga, har tú vildi sova meira enn vanligt. Og so luktaði tú eisini av perfumu. Hesi sløgini kundu keypast í vanligum handlum. Høvdu starvsfólk varhugan av, at tú drakk vøruna, so fekst tú einki. Annars var bíligari at drekka hárvatn enn vanligu rúsvørur. Í fløskunum var spritt og ymisk “perfuma” var sett til sprittið. Vit blandaðu hetta sprittið við Hawaii Dream ella citrónvatni.
– Politikarin vistu væl, at nógv ung vóru á skeivari leið, men eingin tordi at gera nakað. “Rúsdrekkasystemið” var sjúkt í Føroyum um hetta mundið, og politikarar lótu bara standa til, sigur Birgar og heldur fram. Fólk royndu av øllum alvi at finna ymsa leiðir at útvega rúsdrekka. Sprutt var selt á svarta marknaðinum, og eg kann upplýsa, at ein fløska av fínspritti kostaði eina vikuløn á svarta marknaðinum.

– Tey í Mjørkadali og á Marinustøðini kundu bíleggja tað sprutt tey vildu, og Havnar klubbi hevði sína skipan, har menn bíløgdu saman. Hetta førdi so til ølklubbarnar Mimir, Kaggan og aðrar slíkar felagsskapir. Bæði politikarin og løgreglan vistu, at rúsevnistrupulleikin var ein svullur í samfelagnum, sum fáur tordi at nerta við. Alt var ólógligt, men sæð var millum fingrarnar, tó so, løgreglan gjørdi onkuntíð nakrar húsarannsóknir. .
– At drekka Aqua Velva, Brillantine, Barberspritt og hárvatn fór spakuliga í søguna, tá Rúsan tíbetur læt upp í 1992. Eisini tóku handlarnir hesi sløgini av hillunum, tí vanligu kundarnir vildu ikki síggja slíkt. Samfelagið broyttist í nógvar mátar. Vit fingu kelduskatt, tíðirnar gjørdust betri, og nú kundu fólk á lógligan hátt keypa sær sterkara løgin, sigur Birgar at enda.

Pápi mín var um hetta mundið stjóri í Smæruni, og hann fortaldi mær, at eftir, at Smæran gjørdist sjálvtøkuhandil, var tað serliga eitt slag av hárvatni, sum gekk sum heitt breyð. Men so ynsktu nógvir kundar, at slíkt skuldi ikki standa frammi í handlinum. Pápi mín segði, at tá hesar fløskur vóru fluttar út á goymsluna, fall sølan av fløskum niður í næsta einki, tí fólk vildu ikki spyrja eftir fløskunum. (Vagnur)