
Tað verður eitt øðrvísi manslið úr Vestmanna, sum spælir í landskappingini í vetur. Heilir fimm góðir útispælarar eru ikki longur á liðnum, og so standa føroyameistararnir við ongum málverja, eftir at Niklas Simonsen er farin til Danmarkar at spæla við Skjern. Talan er um útspælararnar Heina Hanusarsson, Sámal Joensen, Agnar Joensen, Áka Egilsnes og Nicklas Selvig, sum ikki spæla í vetur. Hetta sigur formaðurin Áki Olsen.
Seinasta kappingarár hevði VÍF frálíkan málverja í Niklas Simonsen, men ikki gekk væl at fáa annan málverja, tí Tóki Seloy bleiv skaddur, og Magnus Matras, sum var í hópinum í millumbilum, arbeiddi uttanslands í frálandavinnuni. Høgni Johansen var til at taka sum eykamálverji, men hann var givin at spæla hondbólt, men var biðin aftur, tí støðan var sum hon var.

Maðar kemur í manssstað, tí VÍF hevur gjørt avtalu við Mladen um at spæla við VÍF komandi kappingarár. Mladen, sum spældi við Kyndli, var besti málverji í landinum kappingarárið 2014/2015. Mladen skuldi eisini spæla við Kyndli seinasta kappingarár, men tá Danmark kom í trupulleikar av øllum flóttafólkunum, sum steymaðu inn í landið, gekk striltið at fáa spæliloyvi til Mladen. Kyndil fekk tí ringa byrjan í kappingarárinum, tí spæliloyvið hjá Mladen ikki kom fram. Endin var, at Mladen eftir stutta tíð í Føroyum fór av landinum aftur.
Jugoslav Djumic spældi í Neistanum í fleiri ár, og tá hann var best, var hann klárt besti linjuspælarin í landinum. Hann er eisini frálíkur verjuspælari. Men sum við øðrum útlendingum, sum koma til Føroya, so følnaði hann nógv seinnu árini, eisini tí, at hann hevði skaða at dragast við. Ein Jugoslav í góðari venjing kann gerast stórur fongur fyri VÌF. Ingi Olsen kennur væl Jugoslav, tí Ingi vandi jú neistamennn í nøkur ár og vann bæði steypakapping og meistaraheiti.
Vit kunnu seta spurningin við, um Agnar Joensen, Sámal Joensen og Heini Hanusarsson eru givnir at spæla med alla, tí teir komu seinasta vetur á liðið hjá VÍF miðskeiðis í kappingarárinum. So kanska síggja vit teir aftur um árskiftið, hvør veit? Áki Egilsnes, Nicklas Selvig og Niklas Simonsen síggja vit so ikki gula spælibúnanum, tí teir spæla uttanlands. Áki Olsen sigur mær, at Ingi Olsen er framvegis venjari, og mansliðið kemur at hava ein smalan spælarahóp. (Vagnur)