Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Kvinnukappingin higartil í bestu deildini líkist henni somu tíð í fjør

$
0
0
Alt talar fyri í løtuni, at Kyndil og Neistin spæla FM-finalurnar næsta vár. Men nú fáa vit at síggja.
Alt talar fyri í løtuni, at Kyndil og Neistin spæla FM-finalurnar næsta vár. Men nú fáa vit at síggja.

Ikki er at taka munnin ov fullan og siga, at kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum er favorittar at vinna sær FM-finaluplássini í apríl mánað næsta ár. Ùrslitini seinastu seks árini siga frá hesum, tí Neistin hevur vunnu fimm av seks meistaraheitum og Kyndil vann í 2014. Og einki bendir á, at annað lið enn Kyndil og Neistin spæla FM-finalurnar næsta vár, tí nú fyrsta umfar í grundspælinum er um at vera spælt, liggja Neistin og Kyndil á odda. Einki lið hevur fult stigatal. Nøkur áhugaverd úrslit eru, sum vit eiga at hyggja nærri at. Eg havi tosað við hondbóltsvin, sum hevur sæð nakrar av kvinnudystinum, og hann sigur:

– Tað løgna við kvinnukappingini í vetur er, at hon líkist undanfarnum árum. Og hyggja vit at stigatalvuni somu tíð í fjør, so var støðan júst hin sama. Higartil hava Kyndil og Neistin mist tvey stig, VÍF fýra stig, VB fýra stig, StÍF átta stig og Stjørnan átta stig. Eg síggi bara VÍF og VB kunna bjóða Neistanum og Kyndli av um finaluplássini. Men skulu tey gera tað, mugu tey vinna dystir á Neistanum og Kyndli, ella náa tey ongum FM-finaluplássi.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 5 130 94 36 8
2 Kyndil 5 124 101 23 8
3 VÍF 5 126 119 7 6
4 VB 4 103 112 -9 4
5 StÍF 5 91 106 -15 2
6 Stjørnan 4 73 115 -42 0

– Seinnu árini hevur kvinnukappingin verið ógvuliga viðbrekin, tí liðini standa og fella við fáum lyklaspælarum og serliga í álopspartinum. Eg hevði veruliga rokna við StíF í vetur og tað sama VÍF, men nú hevur StíF mist tveir lyklaspælarar, og Marianna hjá VÍF sleit krossband. Hetta merkist longu og sæst á stigatalvuni. VB hevur tapt fyri Kyndli og Neistanum, men so vann VB á VÍF í Vestmanna, samstundis sum VÍF vann á Kyndli í Havn fyri viku síðani, sigur viðkomandi í stuttari viðmerking.

Sjálvur haldi eg, at fýra áhugaverd úrslit eru at síggja í fyrsta umfari í Grundspælinum. Kyndlakvinnur løgdu hart út við at vinna stórt á VB og Stjørnuni og síðani á neistakvinnum við einum máli, sum tær høvdu ógvuliga striltið við seinasta vetur. Fólk, eg tosi við, halda nógv um kyndilsliðið, men so tapa tær á heimavølli fyri VÌF 22-24. Eitt óvæntað úrslit fyri nógv. Men so hendir nakað merkiligt i Vestmanna millum VÍF og VB, har VÍF er á odda 16-13 við hálvleik og tapir seinna hálvleik 19-10 og tapir dystin 26-32. Eisini eitt óvæntað úrslit. Eg vænti mær nakað av VB í vetur, men har frá at náa einum FM-finaluplássi er nakað annað.

Neistakvinnur taptu, sum áður sagt, dystin fyri Kyndil 18-19, men so hevur liðið vunnið trygt hinar dystirnar. Hetta sigur mær so mikið, at missir liðið ongan bakspælara antin av skaða, ja, og at eingin gerst við barn, sum er hent á nógvum liðunum seinastu tvey, trý árini, so spælir Neistin FM-finalurnar næsta vár. Tað sama er at siga um Kyndil, tí vit skulu eisini hugsa um, at Turið Arge kemur aftur á kyndilsliðið. Annars hoyrdi eg fyri vist, at eftir at Marianna sleit krossband, ætlaði VÍF at fáa útlendskan spælara ístaðin. Tað var komin undir land við spælara, men viðkomandi spælari vildi kortini ikki koma til Føroya. Ein heilt góður útlendskur spælari ger heilt góðan mun í føroysku kappingini, tað hava vit mangan sæð.

Uttan at nevna nøkur nøvn, so vita vit øll, sum fylgja kvinnukappingini meira og minni, at tað skal ikki so nógv til, at kvinnukappingin kann broytast. Vit sóu VÍF i fjør, har spælarar gjørdust við barn og aðrir skaddir. Hetta hendi eisini í Vági og nú í øðrum feløgum. Breiddin av royndum og kanska eldri spælarum er ikki nóg góð á liðunum, tí eru liðini viðbrekin, sum tey hava verið seinnu nógvu árini. (Vagnur)

StÍF – Neistin kvinnur 14 – 22  (6 – 13)  Dómarar: Uni Wardum og Tummas Juul Thomsen

Málskjúttar StíF: Ninna K. Johansen 4, Birna Tummasardóttir 3, Ansy Sevdal 3, Guðrum Gærdum 1, Paula D. Dulavík 1, Sunfríð B. Johansen 1 og Paula Høgensen 1

Málskjúttar Neistans: Eir Berg 8, Birita Ingolfsdóttir 4, Bára Hansen 3, Marjun Danberg 3, Brynja Høj 2, Liljan Mohr 1 og Jacklin Durhuus 1

VÍF – VB kvinnur 26 – 32  (16-13)  Dómarar: Ragnar Simonsen og Heri Petersen

Málskjúttar VÍF: Daniella Joensen 5, Marianna Geirsdóttir 5, Agnas Olsen 4, Brynja Rógvardóttir 4, Tóra Seloy 2, Heidi Maria Akselsen 2, Randi Virgarsdóttir 2 og Jórun Gudmundssen 2

Málskjúttar VB: Danijela Mistric 12, Bára K. Mortensen 6, Rúna Jacobsen 5, Guðrið K. Augustinussen 3, Rannvá Johannesen 3, Maria Halsdóttir Weyhe 2 og Barbara K. Hjelm 1

 

Dagur Høll Dystur Heimalið Útilið Mál (H) Mál (Ú) Stig (H) Stig (Ú)
18.09.2016 14.00 Ítróttarhøllin á Skála D101 StÍF VB 21 23 0 2
18.09.2016 15.00 KÍ-Høllin D102 Stjørnan Kyndil 18 29 0 2
21.09.2016 18.30 Ítróttarhøllin á Skála D103 StÍF Stjørnan 22 15 2 0
24.09.2016 17.00 Høllin á Hálsi D104 Kyndil VB 32 23 2 0
25.09.2016 14.30 Høllin á Hálsi D105 Neistin VÍF 27 18 2 0
28.09.2016 18.30 Høllin á Hálsi D106 Kyndil Neistin 19 18 2 0
02.10.2016 14.30 Høllin í Vestmanna D107 VÍF StÍF 24 16 2 0
06.10.2016 18.30 Høllin á Hálsi D108 Neistin Stjørnan 30 18 2 0
08.10.2016 14.30 Høllin á Hálsi D109 Kyndil VÍF 22 24 0 2
08.10.2016 15.00 Høllin í Vági D110 VB Neistin 25 33 0 2
11.10.2016 18.30 KÍ-Høllin D112 Stjørnan VÍF 22 34 0 2
12.10.2016 18.30 Ítróttarhøllin á Skála D111 StÍF Kyndil 18 22 0 2
15.10.2016 14.30 Høllin í Vestmanna D113 VÍF VB 26 32 0 2
16.10.2016 14.30 Ítróttarhøllin á Skála D114 StÍF Neistin 14 22 0 2

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>