
Fyri nøkrum vikum síðani spákaði eg inni í Kommunuskúlagarðinum, og sjálvandi reikaði tankarnir um tíðina, tá eg gekk í skúla har. Steindeyður garður, illa farin skúli og eingir næmingar. Knappliga kom eg at hugsa um eina mynd av fimleikarum, sum eg hevði sæð í bókini ÍSF 50 ár, sum kom út í 1989. Heimkomin fann eg myndina av ungum og vøkrum fimleikagentum avmynaðar í trappuni millum garðarnar. Sjálvt um eingi nøvn vóru undir myndini, so kendi eg mest sum allar ungu kvinnurnar, sum eru javngamlar við meg.

Nú havi eg kannað málið nærri og fingið fatur í tvær myndir av fimleikarum avmyndaðar á sama staði. Myndin í ÍSF bókini er tikin í 1970 av fimleikarum, sum skuldu til ítróttastevnu í Noregi. Nú havi eg so verið á gáttini hjá Marthu Johannesen, sum var við á ferðini og eigur upprunamyndina, sum eg havi lánt og avmyndað. Martha sigur í stuttum soleiðis um ferðina.
– Vit fóru fyrst við flogfarið á Icelandair til Noregs, har vit skulu vera við á ítróttastevnu í Haugesund. Síðani gekk leiðin til Ollerup á Fjóni, har bæði vit og mansliðið hjá Havnar Fimleikafelag vóru boðin til 50 ára stovningarhaldið hjá fimleikafelagnum.
– Mansfimleikarar úr Ollerup høvdu ári fyri verið í Føroyum og havt framsýningar. Í Noregi minnist eg, at áðrenn vit fóru til Haugesund búðu vit í smáttu hjá Erlingi og Jórun Simonsen. Smáttan var á lítlari oyggj í Oslofjørðinum. Hetta var samlagt ein long og ómetaliga stuttlig og góð ferð. Per Persson, formaður í felagnum og Steinbjørn Slættanes vóru ferðaleiðarar, og ÍSF formaðurin Ólavur Lambaa var eisini við. Kann minnast, at tær reyðu troyggurnar keyptu hjá Katrinu Christiansen, sigur Martha at enda.

Ì sambandi við at finna út av myndini omanfyri, kom eisini onnur mynd undan kavi, sum eisini er tikin um somu tíð í somu trappu í Kommunuskúlagarðinum. Nú er fimleikrararnir í vanligu fimleikabúnunum hjá felagnum við HF merkinum í bringuni. Á seinnu myndini eru eisini fimleikarar, sum ikki vóru við á ferðini í Noregi.

Eg minnist allar ungu fimleikakvinnurnar, tí mann var til allar framsýningarnar í lítlu høllini, har fólk máttu sita upp í vindøgunum, tí plássið var lítið. Eisini minnist er úrmælingarnar úr Ollerup, sum vístu sítt kynstur í 1969. Einstakir føroyskir fimleikarar høvdu verið á skúlanum í Ollerup, har serliga var lagdur dentur reiðsskapsfimleik, ja, og so henda serliga strekta stílin í øllum rørslum. Stuttligt at minnast aftur á. (Vagnur)

