
Eg haldi, at tað er heilt langt úti av forkvinnuni í mentanarnevndini í Tórshavnar kommunu at nokta Sankta Frans skúla at hava framhaldsdeild. Skúlin stendur í veðurgóðum umhvørvi, har stutt er inn í Plantasjuna og niðan í Gundadal til vallir, hallir og svimjihyl. Umstøðurnar “perfektar”. Nú var eg lærari í mansaldur, og eg dugi ikki at síggja, hví næmingar í 7. flokki í Sankta Frans skúla ikki sleppa at ganga í 8. og 9. flokki eisini í Sankta Frans skúla. Í míni skúlaverð er 8. og 9. flokkur bara framhald av 7. flokki. Tá næmingar skulu í 10. flokk, kunnu tey fara yvir í Eysturskúlan, har allir 10. flokkarnir eru savnaðir. Slíkur skúlapolitikkur, sum býráðslimurin borðreiður við, er betongpolitikkur. Tit skulu gera, sum eg sigi. Annað er eisini, hví býurin skal tømast fyri skúlaungdóm og allur flytast út á Fløtur, har veðrið mangan er harðbalt, tí eingin ætt lívir. Mær hevur ongantíð dámað heilt stórar skúlaeindir, tí nógvir næmingar og serliga teir veika hava her størri møguleika at gerast eftirbátur ella rættari sagt detta niðurímillum. So mín áheita til forkvinnuna í mentarnarnevndini er: – Broyt meining og læt Sankta Frans skúla fáa framhaldsdeild, sum foreldur, lærarar og næmingar ynskja. Kanska loysir málið seg sjálvt eftir býráðsvalið. Hvør veit? (Vagnur)