Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

”Mannfallið” av kvinnuspælarum í Vestmanna er syrgiligt

$
0
0
Spell, at umstøðurnar skuldu broytast so nógv hjá VÍF kvinnum.
Spell, at umstøðurnar skuldu broytast so nógv hjá VÍF kvinnum.

Tá eg sunnudagin á Rás 2 lurtaði eftir hondbóltsfrásagnum, reikaðu tankarnir um kvinnuliðið hjá VÍF, sum tapti stórt fyri Kyndli. Sjálvt frásøgumaðurin misti flogið, tí spenningurin fór tíðliga úr dystinum. Eg hugsaði, hvussu torført venjarin Geir Wardum hevur havt tað seinasta hálvt annað árið. Ørkymlandi venjarauppgáva má sigast. Alt sá bjart út frá kappingarbyrjan í fjør, og útsagnirnar úr Vestmanna vóru: Vit ætla at vinna FM. VÍF hevði tá manning at vinna FM, men so leyp manningaskriðan, sum í hondbóltshøpi er syrgilig. Eg havi hitt VÌF-venjaran Geir Wardum. 

Kvinnuhondbólturin í Vestmanna hevur alt, tað eg veit, staðið í skugganum av manshondbóltinum. Bara hissini tíðarskeið seinastu hálvthundrað árini hava VÍF kvinnur veruliga bitið frá sær. Í 2001 komu tríggir útlendingar til Vestmannar, og tá vann VÍF meistaraheitið í 2001 og 2002. Spælararnir vóru Iona Rapa, Manuela og Nicoleta Rado. Hetta vóru alt klassaspælarar, og málverjin Manuela má vera besti kvinnuliga málverjin sæddur í Føroyum.

Geir Wardum (nærmast) í døpurhuga undir dystinum sunnudagin. (Mynd Álvur)
Geir Wardum (nærmast) í døpurhuga undir dystinum sunnudagin. (Mynd Álvur)

Nú skrivað vit november mánað 2016, og brúka vit dystin sunnudagin millum VÍF og Kyndil sum barometur, so sær svart út og vónleyst hjá VÍF kvinnum at náa FM-finalunum. Neistin og Kyndil spæla finalurnar í apríl mánað næsta ár. Eg havi spurt venjaran Geir Wardum, um hann trívist sum venjari undir slíkum umstøðum, tí í míni hondbóltsverð, havi eg ongantíð áður sæð slíkt ”mannfall”, sum tað hjá VÍF seinasta hálvt annað árið. Geir sigur soleiðis:

– Rætt, sum tú sigur, at alt sá bjart út frá kappingarbyrjan í fjør. Men sum kappingin leið, mistu vit seks spælarar. Eilin Hansen sleit krossband, Annika Poulsen hevði trupulleikar við knøunum, Kristina Griksaite, Liljan Djurhuus og Agnas blivu við barn, og Marianna Holm Jacobsen bleiv skadd við kappingarenda. Ja, so skuldi Durita C. Jojic koma aftur eftir barnsburð. Talan eru um óvanligt ”mannfall” í einum kappingarári, og talan eru stamspælarar og kjarnuna á liðnum.

– Fara vit kappingarbyrjanina í heyst, so mettu vit okkum eisini at hava gott lið, sum kundi blanda seg í toppinum. Marianna G. Eystberg og Turið Arge vóru komnar úr Kyndli, og Marianna Holm Jacobsen helt fram í VÍF. Vit væntaðu eisini at fáa Durita aftur á liðið, men hon er aftur við barn, og so skuldu Angas og Liljan eisini koma aftur. Men hesar báðar hava ymsar trupulleikar at dragast við og eru ikki heilt tøkar enn.

– So tá Turið Arge fór aftur til Kyndil, og Marianna H. Jacobsen slett krossband, og Marianna G. Eystberg er skadd, so hevur VÍF í løtuni ikki eitt kvinnulið, sum nær FM-finalurnar. Hetta vísti úrslitið eisini sunnudagin.

– Mær dámar væl at arbeiða sum venjari í Vestmanna, men avbjóðingin er ørkymlandi, tí so nógv órógv er alla tíðina um liðið og tess manning. Vit hava ongan dyst higartil í vetur spælt við somu manning. Málið hjá okkum er broytt síðani kappingin byrjaði, tí vit hava mist so nógvar spælarar.

VÍF kvinnurnar náa ikki FM-finaluplássini.
VÍF kvinnurnar náa ikki FM-finaluplássini.

– Tá tú spyrt, um eg havi nóg mikið av spælarum til venjingar, so venja gentur 17 ár tvær ferðir um vikuna saman við besta liðnum. Ein útlendskur spælari, sum spældi við Stjørnuni fyri fimm árum síðani, er ávegis til VÍF, men spælarin hevur ikki enn fingið uppihaldsloyvi og spæliloyvi, sigur Geir at enda.

Eg haldi, at støðan hjá VÍF í hondbóltshøpi er syrgilig. Og tá tú sært kvinnuliðini kring landið á stigatalvuni, so er alt ov lítil kapping. Ikki tí, kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli eru ikki ræðandi, men hini liðini dragast við alt ov nógvar trupulleikar millum annað barnsburð og skaðar. Tá so breiddin hjá hesum liðum eisini er ov lítil, so gerst kappingini lítil í toppinum og harvið eisini í kappingin um at náa FM-finaluplássini.

Sum ein vinmaður herfyri segði mær í spølni, at Neistin og Kyndil kundu bara spælt FM-finalurnar fyri nýggjár, tí longu nú er greitt, at tað vera hesi bæði liðini, sum koma í finalurnar. Spell, tí eg og onnur við mær ynskja at síggja onnur lið enn Kyndil og Neistan frammi í oddinum, sum hesi liðini hava verið seinnu árini. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>