Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Borðtennisúrmælingurin Alek Bech er farin 67 ára gamal

$
0
0
Frá vinstru Niels Hovgaard, Alek Bech og Eirikur Jensen. (Myndaeiguri Niels Hovgaard)
Frá vinstru Niels Hovgaard, Alek Bech og Eirikur Jensen úr TBF. (Myndaeigari Niels Hovgaard)

Í 1960-árunum blómaði borðtennis í Føroyum og ikki minst á Tvøroyri, og eg minnist áhugaverdu og spennandi borðtenniskappingarnar, sum mangan vóru spældar í fimleikahallunum í Kommunuskúlanum og seinni á Føroya læraraskúla. Alek Bech av Tvøroyri var borðtennisstjørnuskot, sum kom undan kavi í 1960-árunum, og hesin fótfimi, kviki og skjóti unglingi hevði borðtennisevni, sum sjáldan vóru sædd í Føroyum. Evnaríki spælarin vann tíggju meistaraheiti í einmansleiki, har níggju av teimum vóru fylgjandi ár frá 1968 til og við 1976, og hann vann eisini fimm meistaraheiti í tvímansleiki. Men hvat serligt var við Alek Bech? Eg havi tosað við bróðurin Niels Bech og Niels Hovgaard, sum vandi og spældi borðtennis nógv saman við Alek. Men fyrst til bróðurin Niels Beck.

Brøðurnir frá vinstru: Alek, Sigurd og Niels Beck. (Mynda eigari Niels Bech)
Brøðurnir frá vinstru: Alek, Sigurd og Niels Beck. (Myndaeigari Niels Bech)

– Alek vaks upp á Valinum á Tvøroyri, og nærmasti grannar vóru Sverri Midjord og Eirikur Jensen, sum eisini spældu borðtennis. Foreldur okkara vóru Hjørdis, sum var av Tvøroyri, og Óli Bech, sum var úr Lopra. Pápi okkara sigldi við Smyrli í fjøruti ár. Vit eru tríggir beiggjar Alek, Sigurd og eg, og so fosturbeiggin Poul Dimon, sum vaks upp hjá okkum.

– Fyrsti ferð eg sá Alek sum smádrong spæla borðtennis var á stovuborðinum hjá okkum. Pápi hevði gjørt net eftir miðjuni, so spælast kundi. Alek var longu tá bitin av borðtennisi, sum nógv í grannalagnum spældu.

– Alek, sum var føddur 24. mars 1949, var útbúgvin timburmaður og arbeiddi nógv ár bæði í Vestur- og Eysturgrønlandi. Nú hann andaðist, hevði hann búð nógv ár í Branning nær Esbjerg. Hann átti son, sum er 42 ár, og dóttir, sum er 35 ár. Um Alek kann eg siga, at hann var eitt gott menniskja, hevði lætt sinni og ikki minnist eg, at hann nakrantíð var illur, sigur Niels Bech í stuttari viðmerking um bróður sín.

Teir hátíðarhald í 1998 hálvthundrað føðingardagin hjá TBF: Frá vinstru: Alek Beck, Eirikur Jensen, Sverri Midjord, Sigurbjørn Niclasen, Niels Hovgaard og Finn Thomsen. Myndaeigari Niels Hovgaard)
Frá hátíðarhaldinum í 1998, tá TBF fylti hálvthundrað ár: Frá vinstru: Alek Beck, Eirikur Jensen, Sverri Midjord, Sigurbjørn Niclasen, Niels Hovgaard og Finn Thomsen. (Myndaeigari Niels Hovgaard)

Sjálvur minnist eg væl Alek Bech, ja, hvør kendi ikki Alek henda evnaríka, fótfima og annars kvika borðtennisspælaran, sum dró fólk til sín, tá hann spældi avgerandi dystirnar um meistaraheitið. Eg havi spurt Niels Hovgaard, sum Alek spældi og vandi saman við, hvat serligt var við Alek sum borðtennisspælari, tí hann vann jú tíggju meistarheiti í einmansleiki. Niels sigur:

– Longu á ungu árum sóu vit, sum vóru eitt sindur eldri, at her var talan um borðtennisspælara við serligum evnum, sum ikki áður vóru sædd í Føroyum. Alek kundi alt við eitt borðtennisborð. Hann var ógvuliga álopssinnaður, var góður bæði í forhond og bakhond og hevði góð sløg. Alek var frekur í sínum spæli, satsaði altíð nógv, hann var kvikur í spælinum og ógvuliga fótfimur. Honum dámdi ikki at spæla verjuspæl, hetta við at royna at taka ímóti og kanska bíða, til mótspælarin gjørdi mistøk. Hann leypa á alla tíðina.

TBF vinnur liðkappingina í 1974
TBF vinnur liðkappingina í 1974. Frá vinstru Alek Bech, Niels Hovgaard og Nick Thomsen.

– Sjálvur vann eg fleiri meistaraheiti í tvímansleiki saman við Alek, og hann var eisini góður tvímansspælari. Alek var vinarligur persónur, hann hevði nógvar vinir bæði í Suðuroy og aðrastaðni í Føroyum. Øll vóru góð við Alek, sigur Niels Hovgaard.

Niels Bech bróður Alek sigur mær, at nú Alek doyði, hevði hann báðar fyrrverandi konurnar og bæði børnini um seg seinastu tíðina. Hetta var hann fegin um, tí hann hevði ikki havt so nógv samband við børnini seinnu árini.

TBF vinnur liðkappingina í 1975
TBF vinnur liðkappingina í 1975. Frá vinstru Alek Bech, Nick Thomsen og Finn Thomsen.

Sum sagt vóru Bech-brøðurnir tríggir: Niels Bech, sum býr í Hovi, og Sigurd Bech, sum vit kenna frá tónleikabólkinum Cream Crackers. Sigurd hevur í eini tjúgu ár búð í Sorø.

Alek vann meistaheitið í einmansleiki árini 1968 til og við 1976 og í 1979. Meistaraheitið í tvímansleiki vann Alek í 1968, 1969, 1974 og 1978 saman við Niels Hovgaard og í 1970 vunnu Alek Bech og Eyðfinn Lamhauge meistaraheitið í tvímansleiki. Hvíl í friði Alek. (Vagnur Michelsen)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>