
Eg havi áður skrivað um báðar abbarnar, sum eg ikki havi sæð, tí teir doyðu, áðrenn eg varð føddur. Tá ið vit ein dagin herfyri hugdu at gomlum myndum í myndagoymsluni hjá mammu okkara, komu vit fram á eina mynd av abba okkara Christian Chiristiansen, Christian í Hvannasundi róptur. Abbi er føddur á Eiði, har langabbi HavnarJógvan arbeiddi í fyritøkuni hjá Kruse. Langabbi var giftur Marionnu, sum eisini var í Havn. Tey bæði fluttu í 1879 til Norðdepils, har HavnarJógvan stjórnaði úthandilinum hjá Jørgen Bech og sønner.
Løgið at síggja myndina av abba, sum eg bara havi hoyrt um, og sum eg kundi hugsað mær at hitt. Ikki heilt undirligt, at eg ikki havi sæð hann, tí Sigrid omma var 46 ára gomul, tá ið hon átti mammu, sum var yngst av systkjunum. Sigrid omma var úr Frammistovu í Hvannasundi, og Christian abbi búði nógvu av ungdómsárunum í Norðdepli. Tí kann tykjast løgið, at hann var róptur Christian úr Hvannasundi.
Tá ið Christian og bróðurin Sámal vóru komnir til mans, keypti HavnarJógvan saman við synunum fyrstu sluppina “Jubilee” til Norðdepils. Christian og Sámal nomu sær skiparaútbúgvin, Christian í Danmark og Sámal í Føroyum. Fyrsu árini førdi skipari úr Gøtugjógv “Jubilee”, men frá ár 1900 førdi abba hana, til teir heystið 1903 keyptu sluppina King Arthur, sum gjørdist ein av kendu havnarsluppunum inn til seinna heimsbardaga. Christian abbi og bróðurin Sámal fluttu til Havnar og bygdu sær hús við Landavegin. Abbi bygdi húsið í 1902, og Sámal nakað seinni.

Á heystið í 1909 endaði “Jubilee” sínar dagar sum vrak í Skotlandi. Sluppin var á veg til Bretlands við fiski, tá ið hon kom ov nær landi í Skotlandi, har útgrunt og flúrut er, og har endaði Julilee sum vrak. Stutt eftir keyptu teir “Ternuna” frá Sørini Müller úr Havn. Hana førdi Sámal til 1927, tá ið hon varð løgd, og annað skip “Grundick” keypt í staðin, so brøðurnir Christian og Sámal høvdu framvegis tvey skip at føra.
King Arthur endaði sínar dagar í Íslandi í januar 1941, tá ið teir keypti fisk til bretska marknaðin. Men ein dagin, hon lá fyri akkeri úti við Njarðvík, brast hann á við ódn av útnyrðingi. Har beyðst ikki bót, skipið rak á land og gjørdist vrak. Tá var HavnarJógvan farin, hann doyði 12. juni 1940. Christian abbi doyði eisini undir krígnum 25. august 1944. Sámal abbabeiggja minnist eg heilt væl, hann var farin um tey 93 árini, tá ið hann doyði í 1974.

Sluppin Grundick var í vinnu til inn í 60-árini, tá varð hon løgd. Hon lá á Kollafirði, men í eini útsynningsódn sleit hon og rak út eftir fjørðinum tvørtur um Tangafjørðin og á land á Eysturoynni, har hon gjørdist vrak.
Christian í Hvannsundi og elsti sonurin Jógvan bygdu turkihús í 1934 við Heygsvegin í Havn. Úti í Hvannsundi varð húsið rópt, og ein gøtu har á leiðini eitur Hvannasundsgøta. Seinni flutti Jógvan til Kollafjaðrar og fór undir at turka fisk í Kollafirði. Bróðurin Debes Christiansen helt fram at turka fisk í turkihúsinum við Heygsvegin. Bæði Jógvan og Debes eru farnir, men stóra turkihúsið við Heygsvegin stendur har enn.

Uppískoyti. Um dagarnar sá eg forvitnisliga mynd av King Arthur á Gamlar myndir úr Klaksvík. Tá eg spurdi mammu mína, sum býr á Ellisheiminum og er farin væl um tey 98 árini, um hon minnist nummarið á King Arthur svaraði hon beinanvegin KG tvey, trý, fýra. KG 234. Meini við vissu, at tá brøðurnir Kristian og Sámal fluttu til Havnar var KG 234 skift út við TN … (Vagnur)