
Ì morgun fekk eg gjøgnum Facebook sendandi eina áhugaverda mynd av trimum lærarum avmyndaðir í A-bygninginum í Eysturskúlan. Jóannis Mohr, kona hansara Lene og eg sjálvur. Slík mynd fær tankarnar at reika. Myndin er frá umleið 1980, tá ið vit trý fylgdi skúlaflokki frá 2. flokki og heilt upp í 10. flokk. Hetta var ein ótrúliga fittur og góður flokkur, sum vit framvegis hava samband við.
Í summar var eg boðin at koma í Eysturskúlan, tí tá vóru 35 ár liðin, síðani hesi børnini byrjaðu í 1. flokki. Lagnan lagaði tað soleiðis, at børnini byrjaði í 1. flokki í 1978 við Alice Poulsen sum flokslærara, men á jólum hetta árið fór bilur á sjógv á Toftum og tvær systrar hjá Alice druknaðu í vanlukkuni. Alice fór næsta skúlaár inn á Toftir at vera um foreldrini, sum livdu við djúpari sorg.
Eg kom í Eysturskúlaskúlan eftir ólavsøku í 1979 eftir lokna útbúgving og bleiv flokslærari í áðurnevnda flokki. Hetta var avbjóðing hjá mær, men hesi børnini vóru so ótrúlga fitt og góð at fáast við, at vit gjørdust vinir fyri lívið. Og samkoman á Eysturskúlanum í summar boðaði eisini frá hesum. Tú merkti góða stemningin beinanvegin, har bæði makar og børn hjá næmingunum vóru til staðar. Jóannis og Lene, sum búgva í Danmark, vóru komin til Føroya, men tey vóru henda morgunin upptikin av familjutiltakið í Vági, har Jóannis er ættaður. Tey hittu næmingarnar seinni.
Nú eri eg eftirløntur lærari, men fylgi eitt sindur við kjakinum um føroyska skúlan. Eg fái Skúlablaðið sendandi og fylgi eisini eitt sindur við, hvussu gongst abbabørnunum í skúlanum. Mangan havi eg hug at taka pennin at viðmerkja okkurt, sum eg haldi ikki er nóg gott í okkara skúlaverki, men hvørja ferð sigi eg við meg sjálvan: – Tín tíð er farin sum skúlalærari eftir mansaldur í Eysturskúlanum, nú skalt tú lata yngru kreftirnar seta skúlakósina.
Størsta broytingin í skúlanum, er, at tá ið eg kom í Eysturskúlan í 1979, vóru vit fjøruti menn og sjey kvinnur. Í 2013 eru einar tretivu kvinnur og einir tjúgu menn, har helvtin er um trýss ára aldur. Og hetta boðar ikki frá góðum í okkara skúlaverki, tí fólkaskúlin gerst fátækur, um bara kvinnur undirvísa børnunum. Børnini hava tørv á báðum kynunum, men rákið úr hinum norðanlondunum er eisini komið til Føroya. Alt ov fáir menn søkja inn á Læraraskúlan, tí fækkast menninir í fólkaskúlanum, sum við tíðini mestu sum gerst eitt arbeiði fyri kvinnur.
Tey útvið tretivu árini í Eysturskúlanum vóru ótrúliga góð. Góð leiðsla við Steingrími Niclasen og Svenningi Tausen á odda, og ikki at gloyma skrivustovukvinnuna Ninu Mohr, sum øll vit sóu upp til. Nógvir frálíkir lærarar, har vinalagi altíð var gott. Eysturskúlin var tá størsti skúlin í Havn, har næmingar komu í framhaldsdeildina úr Hoyvík, Kalbak, Nólsoy, Adventistaskúlanum og øðrum skúlum, sum tá ikki høvdu framhaldsdeild.(Vagnur)