
Myndin omanfyri er úr Vestmanna miðskeiðis í 60-árunum. Fyrsti grúsvøllurin í Føroyum varð asfalteraður í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár. Hetta var í 1964. Eftir hetta blivu fleiri vallir asfalteraðir um landið. Fortreytirnar vóru ymiskar at spæla uttandura. Var liggjandi gott veður við sól, var vøllurin so turrur, at tú fekst dust í nasagluggarnar, og tú hevði torført at fóta tær í turra sandinum.
Men í Føroyum regnar mangan av grimd, og tá var ikki hugaligt at spæla á váta vøllinum. Bólturin var vátur, og tí gjørdust málini fá. Vit spældu í løriftsskóm við knubbum, so vit kunnu fóta okkum á vøllinum. Á myndini síggja vit neistadreingir vaska sær skógvarnar í ánni við vøllin í Vestmanna eftir vátan dyst ímóti VÍF. Síðan gekk leiðin í skiftingarrúmið í skúlanum og so í fyrsta innandura svimjihylin í Føroyum. Hetta eru minniligar løtur hóast aðrar fortreytir, spælarar nú hava.

Sum omanfyri sagt vórðu grúsvallirnir kring landið asfalteraðir, og hetta gjørdist stóra frambrotið í føroyskum hondbólti, tí meira ferð kom á spælið, og tú kundi renna skjótari, og lættari var at dribla bóltin. Hyggur tú í hagtølini sæst, hvussu stórt frambrotið í veruleikanum var, tí úrslitini tala fyri seg. Nú endaðu dystirnir kanska ikki 8-5 ella í ringast føri 4-3, men heldur 15-11 og í fleiri førum nærkaðust tey tjúgu málini.
Tá ið so hondbóltsspælið fyrst í 70-árunum fór frá at vera eitt uttanduraspæl til eitt innanduraspæl, so gjørdust umstøðurnar at spæla skjótt hondbóltsspæl enn betur, og málini gjørdust enn fleiri og spælið enn skjótari. (Vagnur)
