Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Fyribilsloysnir sum mangan gerast varandi loysnir

$
0
0
Svarti og dapri bygningurin, sum er sloppin at standa alt, alt ov leingi. (Mynd Vagnur)

Úti við Landssjúkrahúsið stendur barakk, sum líkist týningarbarakkunum undir seinna heimsbardaga. Ljótur, svartur og dapur bygningur, sum slett ikki hóskar í umhvørvið har á leiðini. Um dagarnar las eg í fjølmiðlunum, at nú skuldi hetta húsið slættast við jørðina, men tá eg las alla greinina, so passaði yvirskriftin ikki til veruleikan, tí longri niðri í tekstin stóð, at ikki fyrr enn í 2021 kann hetta gerast veruleiki. Vildi hildið, at orðið merkir og ikki um fýra ella fleiri ár. Søgan um ljótu, myrku og dapru barakkina er henda.

Grundarstreinurin til nýggja Landssjúkrahúsið var lagdur 12. juni 1962, og um hetta mundið var svarta barakkin bygd sum ein fyribilsloysn til tuberklasjúklingar, sum vóru fluttir úr Hoydølum oman í barakkina. Sanatoriið skuldi brúkast til real- og studentarskúla. Minnist væl, hvussu ill og ørk havnarfólk vóru um ljótu barakkina, men býarpolitikkarar royndu at sissa fólk, tí barakkin skuldi bara standa nøkur ár. Uttan iva til Landssjúkrahúsið var liðugt bygt í 1967. Men nú skriva vit 2017, og henda fyribilsloysn er nú vorðin til 55 ár.

Tað løgna við svørtu barakkini er, at vit hava í fleiri umførum hoyrt og lisið, at nú skal barakkin burtur. Seinast, tá nýggi snotuligi bygningurin var bygdur upp í Landssjúkrahúsið. Tá var sagt, at um trý ár er bararakkin burtur, men so var ikki. Tá nú landsstýriskvinnan Sirið Stenberg sigur, at nú skal barakkin slættast við jørðina í seinasta lagi í 2021, so trúgvi eg ikki orðunum, tí hesi orð eru søgd so mangan.

Havi skrivað áður, at fyribilsloysnin frá 1962, sum bara skuldi vara í nøkur fá ár, fær ongan enda, tí nú eru 55 ár liðin, síðan barakkin var bygd, og í 2021 vantar fyribilsloysning bara  eitt ár í 60 ár. Kann nevna, at fyri nøkrum árum síðani sá eg vakran bókling liggja á borði á Landssjúkrahúsinum, har tú millum annað sást vakrar myndir á Landssjúkrahúsinum. Men tú sást ongan mynd av ljótu barakkini, sum eingin vil kennast við. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>