Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Leygardagin hitti eg trý spøk ross í Havnardali

$
0
0
Rossini eg møtti í Havnardali vóru spøk og uttan iva von við bilar. (Mynd Vagnur)
Rossini eg møtti í Havnardali vóru spøk og uttan iva von við bilar. (Mynd Vagnur)

Altíð gott at hava myndatólið í bilinum, tí tú kanst knappliga uppliva okkurt áhugavert, sum tú ikki vanliga upplivir. Tá eg eri vestanfyri, hugsi eg mangan um seyðin, sum liggur við vegjaðaran og onkuntíð eisini gongur á vegnum. Ikki løgið, at seyður verður yvirkoyrdur serliga, tá myrkt er. Leygardagin ávegis til Kirkjubøar møtti eg trimum rossum mitt á vegnum við fjósið í Havnardali. Koyrdi varliga ímóti rossunum, floytaði einaferð, men tey lótust ikki um vón. Síðani fór eg úr bilinum, tók mynd av rossunum, sum komu ímóti mær. Men so knappliga fóru tey av vegnum. Spøk ross, má eg siga. Ryssa og tvey ungross. 

Eingi hagtøl finnast um ross í Føroyum, tí setti eg mær fyri at kanna, hvussu nógv ross í veruleikanum eru í landinum. Hetta var fyri tveimum árum síðani. Eg kom fram til, at umleið 370 ross eru í Føroyum, har størsti parturin eru íslendsk ross. Nøkur ross eru blandað, nøkur eru norsk, og so hava vit hesi 65 føroysku rossini, sum fólk vilja varðveita. Í 60-árunum góvust føroyingar at brúka rossini sum vinnuross. 

Eg ringdi til Royndarstøðina í Kollafirði at spyrja, um tey vistu, hvussu nógv ross eru í Føroyum, men tað vistu tey ikki rættiliga at siga mær, men bóðu meg spyrja hjá Føroya Ríðingarfelag, Føroysk Íslandsrossafelag og Vága Ríðingarfelag. Síðani skalt tú leggja 60 ross aftrat, sum eru aðrastaðni í landinum, og síðani telja tey 65 føroysku rossini við í roknistykkið, so hevur tú umleið talið av rossum í Føroyum, var svarið úr Kollafirði. Og eg so gjørdi.

Rossini avmyndað í Bø í Vágum. (Mynd Vagnur)

Eg fekk at vita, at úti í Havnardali eru 180 ross, har 140 ross eru íslendsk, 20 eru norsk og 20 eru blandaði ross. Úr Vágum fekst at vita, at 65 ross eru í oynni, har flestu rossini eru íslendsk, men eisini einstøk blandaði ross. Leggja vit so tey 60  rossini, sum eru aðrastaðni í Føroyum og leggja aftrat tey 65 føroysku rossini, so eru umleið 370 ross í Føroyum. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>