Quantcast
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Slíkar myndir fáa tankarnar at sveima

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Ómetaliga góð mynd tikin í gamla kyndilshúsinum. (Mynd Djóni Andreasen)
Ómetaliga góð mynd tikin í gamla Kyndilshúsinum. (Mynd Djóni Andreasen)

Tá ið eg kom fram á myndina omanfyri í bókini hjá Birgari, sum er tikin í gamla Kyndilshúsinum í 1967, kom eg at hugsa um Kára Petersen eisini nevndur Kári P. Evnaríkur tónleikari og sangari, ja, ein av okkara allar bestu. Sangirnir hjá Kára P. koma at standa í allara ævir, tí allir siga teir fólki so nógv og eru mangan tíðarleysir. Teir tríggir á myndini Kári Petersen, Eirikur Rasmussen og Dánjal Jákup Højgaard stovnaðu bólkin “Mystic Eyes” í 1967, men bólkurin gavst longu í 1968.

Kári Petersen fór at spæla við Cream Crackers eitt skifti, og Eirikur Rasmussen spældi sum heilt ungur trummur við “The Four Beats” saman við Andras Samuelsen, Jógvan Hendrik Johannesen og Marius Joensen, Marius á Hvítanesi. Eirikur Rasmussen, sáli, sum vit eisini kenna sum evnaríkan fótbóltsspælara, minnist eg eisini spæla bassgittar við “Yellow Birds”, har okkara navnframi rithøvundurin Jóannis Nielsen spældi trummar.

Men aftur til Kára P, sum eg hitti fyrstu ferð í realskúlanum í Hoydølum, har eg gekk hálvtannað ár. Longu tá sóu vit øll, hvussu evnaríkur Kári var. Hann fekk góð próvtøl, sjálvt um hann slett ikki hevði tíð at ganga í skúla. Umframt at spæla tónleik, góvu Fróði Sandoy og hann blað út, sum æt Vikan. Hetta var vælumtókt blað, sum var selt á skúlanum og eisini í býnum.

Haldi meg minnast, at teir báðir høvuð egnu “prentsmiðju” í kjallaranum hjá Fróða og teimum. Hetta var ein maskina, sum margfaldaði ørkini ógvuliga skjótt, og síðani vórðu ørkini heft til blað. Longu tá dugdi Kári ógviliga væl at skriva. Ikki sangir tá men beinraktar greinar, har teir ikki løgdu fingrarnar ímillum. Tá ið eg hoyri sangirnir hjá Kára P, so er spell, at ikki fleiri sangir og harvið fløgur koma frá Kára. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>