
Neistamenn hava vunnið FM-heitið átta ferðir, síðan landskappingin sá dagsins ljós í 1943. Kyndil hevur vunnið FM-heitið 30 ferðir, VÍF 21, Neistin 7, StíF 5, H71 2 og SÍF 1 ferðir. StÍF vann fyrstu trý FM-heitini í 1943, 1944 og 1945. Hjá neistamonnum skuldu ganga fyrst ganga 23 ár og síðani aftur 22 ár, til liðið fekk handað FM-steypið. Myndin omanfyri er av neistamonnum tikin í Gundadalshøllini 24. septembur 1999.

Góð manning við Pálli Poulsen sum venjara, og sum ætlaði at vinna FM-heitið. Hetta eydnaðist eisini, og øgiligur rómur á neistamonnum og neistaáskoðarum á vári í 2000, tá ið neistamenn vunnu FM-heitið. Heini Hanusarson og Áki Olsen gjørdust toppskjúttar hetta árið. Neistamenn vunnu so aftur FM-heitið í 2008, 2010 og 2011. So er halda góða stiman í FM-heitum, men spurningurin er, nær vit kunnu vænta, at neistamenn aftur vinna meistaraheitið. Neistamenn hava vunnið FM-heitið í 1949, 1953, 1955, 1978, 2000, 2008, 2010 og 2011.
Nógvar stuttligar søgur vóru í sambandi við FM-heitið í 2000. Millum annað er søga, at Heini Hanusarsonur vildi so fegin gerast toppskjútti í deildini, men hann var í harðari kapping við vinstrabakkin á neistaliðnum Áka Olsen. Heini taldi málini, hann skuldi skjóta í seinasta dystinum til tess at yvirhála Áka, og móti endanum í seinasta dysti vóru Heini og Áki greiðir um, at teir nú vóru mest sum javnir á málskjúttaralistanum, og nú taldi hvørt mál.
Neistamenn fáa brotskast í allar seinastu minuttunum, og Áki Olsen stendur við bóltinum og er á veg ímóti brotskaststrikuni. Men Áki vendir aftur og fer yvir til Heina og sigur: – Heini, tað er betur, at tú skjýtur brotskastið. Heini var skjótur at taka bóltin og langaði hann í málið, og nú hevði hann skotið eitt mál meira enn Áki í kappingini. Haldi meg minnast, at eg fekk hetta váttað frá Áka eftir dystin.
Neistaliðið var ótrúliga væl mannað í 2000, tí har vóru nógvir góðir skjúttar , og umframt Heina og Áka, vóru eisini Finnur Hansson, Kári Mortensen og Áki Mørk. Eftir 2000 broyttist neistaliðið. Áki Olsen fór aftur til Vestmannar, og Heini Hanusarson fór til Danmarkar at læra til løgreglumann. Í 2000 var Páll Poulsen høvuðsvenjari.
22 ár vóru gingin síðani neistamenn seinast vunnu FM-heitið, og einki talaði fyri, at neistamenn fóru at vinna FM-heitið næstu árini. Men so tóku Niels Mortensen og Hjalmar Petersen sær av neistamonnum, og nú bar aftur til. Neistamenn vunnu FM-heitið í 2008, 2010 og 2011, og teir vunnu steypakappingina í 2009, 2010, 2011 og 2012. Hetta má sigast at vera frálík hál hesi árini. (Vagnur)
