
Eg kann gerast so dundrandi argur og keddur, tá fleiri manningar kring landið ikki møta til ódnartøkini. Nógv fólk bæði í Róðrarsambandinum, fólk á staðnum og onnur brúka fleiri leygardagar, tí tey eru góð við kappróðurin, og so møta nógvir bátar ikki. At hugsa sær, at heilt lið av dómarum og fyrireikarum fara til Runavíkar, so er bara ein bátur við úr Eysturoynni. Hvar eru allir teir gulu bátarnir, sum róðu í fjør, og hvar eru ljósagrønu bátarnir úr Fuglafirði? Hoyrdi, at nakrar manningar vóru á venjingarlegu Suðuroy. Álvaratos, ikki er neyðugt at fyriskipa eina venjingarlegu, tá ódnartøkini vera rógvin.

Mær er sagt, at summar manningar eru ikki við, tí tey eru bangin at fáa skaða, ella at onkur rógvari hevur smáskaða umborð. So er at lána ein rógvara um so er, tí alt avgerandi er, at báturin er við. Eg haldi, at um fyrireikingararnir gevast við ódnartøkunum vegna ov lítla undirtøku, so er hetta stórt afturstig fyri føroyska rógving. Róðrarárið er framman undan stutt bara tveir mánaðir, tí vóru ódnartøkini kærkomin. Teir, sum tóku stig til ódnartøkini, vildu leingja um róðrarárið.

Eri heilt vísur í, at fleiri manningar møta ikki, tí tey tora veruliga ikki møta. Hví bíða líka til norðoyastevnu til tess at síggja skriftina á vegginum? Sum eg havi skrivað mangan: Tað kemur ein dagur eftir norðoyastevnu, skiljast á tann hátt, at eftir fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu eru summar manningar væl nøgdar við úrslitið, summar eitt sindur nøgdar, og aðrar manningar vónbrotnar. Eg eri vísir í, at ódnartøkini stimbra manningarnar. Hetta at leggjast seg til startin fleiri ferðir gevur venjing, og so at takla spenningin, tá báturin liggur á mállinjuni.

Eg haldi, at tað líkist ongum, at bara ein báturin úr Eysturoy, ein úr Vágum og ein úr Suðuroy eru við í ódnartøkunum. Sigi hetta, tí sjálvur havi eg í mansaldur brúkt nógvar dagar og tímar at skriva um kappróður. Hetta geri eg, tí eg eri góður við føroyskan kappróður. Vóni inniliga, at róðrarfeløgini kring landið hugsa seg um. Tey mugu eggja manningum at møta til ódnartøkini og siga teimum, at ódnartøkini “bíta” ikki. Einki er at vera bangin fyri.

Skal at enda heilsa frá rógvarum, sum eg havi tosað við, at ódnartøkini í Runavík kundu ikki eydnast betur. Góð fyrireiking, og eftir ein tíma og fjøruti minuttir vóru allir róðrarnir avgreiddir. Vit skulu jú minnast til, at manningarnar skulu tríggjar ferðir leggja seg til startin. Eftir róðurin fingu rógvar ein breyðbita og ein kaffimunn í neystinum. Annars síggi eg, at feløg gera eisini ódnartøkini til ein “sosiala” útferð. Foreldur og onnur fylgja rógvarum og hava breyð og okkurt at drekka til rógvararnar við sær í bilunum. (Vagnur)




















