Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Finnur Hansson hugleiðir um stigatalvuna í bestu mansdeild

$
0
0
H71 fyrireikaði seg best til landskappingina, sigur Finnur Hansson.
H71 fyrireikaði seg best til landskappingina, sigur Finnur Hansson.

Steðgur er í hondbóltslandskappingini í fimm vikur, og nú skulu liðini spæla steypadystir. Eg havi biðið Finn Hansson sagt nøkur orð um mansliðini í bestu deildini og serliga, hví stigatalvan sær út sum hon ger. Hyggja vit at stigatalvuni í taptum stigum, so hevur H71 tapt fimm stig, VÍF ellivu stig, KÍF ellivu stig, Kyndil fjúrtan stig, StÍF seytjan stig, Neistin tjúgu stig og Team Klaksvík hevur enn einki stig fingið. H71 fer uttan iva við fyrsta FM-finaluplássinum, men so er hørð kapping millum VÍF, KÍF og Kyndil um seinna FM-finaluplássið. Finnur sigur soleiðis um stigatalvuna og um tey sjey liðini.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 H71 16 430 338 92 27
2 VÍF 16 426 407 19 21
3 KÍF 15 371 334 37 19
4 Kyndil 16 424 396 28 18
5 StÍF 15 392 390 2 13
6 Neistin 15 344 367 -23 10
7 Team Klaksvík 15 341 496 -155 0

– Tað kemur ikki óvart á meg, at H71 er ovast á stigatalvuni, tí liðið fyrst og frems fyrireikaði seg klárt best til landskappingina. Liðið fekk tí góða byrjan við góðari orku, góðum samanhaldi og góðum spæli. H71 hevur høgt botnstøði, tí manningin er so væl fyri frá byrjan. Spælararnir hava vant miðmíst í trý ár og nú heysta tey fruktirnar í Hoyvík. Eitt gott homogent lið. Tá tað er sagt, so er vandamikið at fara út í fjølmiðlarnar, tá átta dystir eru spældir og siga, at teir ætla ongan dyst at tapa í árinum. Vit kunnu ikki nevna H71 uttan at siga danan Lars Krogh, sum skjýtur nógv mál. Hvat hendir við H71 liðnum, um hann gerst skaddur? Øll liðini eru so viðbrekin.

KÍF er við í FM-finalustríðnum. Góð KÍF manning, heldur Finnur,
KÍF er við í FM-finalustríðnum. Góð KÍF manning, heldur Finnur,

– Vestmenningar boðaðu alment frá, at teir ætlaðu sær ikki tað heilt stóra í vetur. VÍF var FM-vinnari og steypavinnari, og ikki er lætt liva upp til hesi úrslit. Tað skal gerast nakað serlig, skal tú megna at endurvinna hesi heitini. Tað sýnist mangan, at menn eru mettir eftir hesi upplivilsi. Ingi Olsen fekk nakrar grønlendingar at koma til Vestmannar, og sum tíðin leið, sóu tey í Vestmanna, at liðið kundi verið við í kappingini. Ùtgangsstøðið var broytt og gamla ætlanin slept. Nú fóru teir eftir Heina Hanusarsson, Sámal Joensen og Agnar Joensen, og so kom Nicklas Selvig úr Kollafirði. Nú sæst tíðuliga, at VÍF fer eftir øðrum FM-finaluplássinum.

H71 fyrireikaði seg nógv best til landskappingina, og Team Klaksvík heldur ikki tørn allan dystin.
H71 fyrireikaði seg nógv best til landskappingina, og Team Klaksvík heldur ikki tørn allan dystin.

– KÌF kom eisini trilvandi inn í kappingina. KÍF liðið er mannað við góðum spælarum, sum kenna væl hvør annan og hava spælt saman í nógv ár. Samhaldið tykist gott, men eg haldi, at spælið hjá KÍF verður alt ov nógv stýrt av venjaranum á beinkinum. Hetta darvar spælinum hjá KÍF, sum fær ov lítið burtur úr góða fólkinum. Botnstøðið hjá KÍF hevur í vetur vera svingandi, og so misti liðið Nicklas Selvig til VÍF. Kanska kom tá óróð í bólkinum, men KÍF er so sannilga við í stríðnum at náa FM-finalupláss.

Neistamenn hava góða stríðsanda men mangla ein góðan spælskipara.
Neistamenn hava góða stríðsanda men mangla ein góðan spælskipara.

– Ikki er neyðugt at siga so nógv um Kyndil, tí tú veitst eins og eg, hvussu trilvandi Kyndil eisini kom inn í kappingina. Fyrstu dystirnar var liðið slett ikki fullmannað, tí fleiri lyklaspælarar vóru skaddir. Ja, so málið um spæliloyvið hjá Mladin o.s.f. Tá vit eru fullmannaðir, spæla vit upp til ovaru liðini, og vit hava enn góðan møguleika at náa FM-finalurnar. Vit eru bara trý stig eftir VÍF og KÍF og nógvir dystir eftir at spæla. Liðini eru ógvuliga jøvn, og øll liðini eisini StÍF og Neistin kunnu taka fleiri stig frá ovaru liðunum. Tá tað er sagt, so kundu vit mist møguleikan í dystinum ímóti VÍF sunnudagin. Taptu vit dystin, var brekkan meira enn brøtt at náa FM-finalunum. Javnleikurin var kærur at fáa.

– Ikki lætt at gerast klókur um StÍF liðið, sum hevur góða manning, men botnstøðið er og hevur verið svingandi í nógv ár. Teri spæla nógvar frálíkar dystir, men snávar liðið, tá á stendur. Eg haldi, at fær StÍF ikki nýggja innspræning uttanífrá, so broytist einki. Tað sýnist, sum liðið koyrir í sama spori við sama hugburði og sama spæli. Ein hugburðsbroyting má fara fram í StÍF, skal liðið náa heilt upp á toppin. StíF hevur spælararnar.

StíF hevur heilt góða manning, men nýggja hevur koyrt ov leingi í sama sporinum. Nýggja íblástur, heldur Finnur.
StíF hevur heilt góða manning, men liðið hevur koyrt ov leingi í sama spori. Nýggjan íblástur, heldur Finnur.

– Neistanlið er liðið við óvanliga góðum stríðsanda, har spælarar leggja allar kenslur í dystin. Geva alt sum teir eiga, hava einki at missa, og tí kunnu yvirraska, sum liðið ger av og á. Altíð topptendraðir, men tá neistamenn í dysti síggja, at teir tapa dystin, so dettur korthúsið mangan, og tá rennur liðið seg inn í okkurt stórtap. Fleir góðir spælarar, men liðið vantar ein góðan róligan spælskipara. Vit skulu minnast til, at liðið hevur vunnið og spælt javn ímóti toppliðunum.

– Team Klaksvík hevur hampuligt lið og er við í fleiri dystum. Men tað sýnist, sum liðið í nógvum dystum megnar bert at halda tørn í kanska fjøriti minuttir, men so ikki meira. Lyklaspælararnir Sámal og Bogdan hava ikki verið so góðir higartil í vetur, sum seinasta vetur, tí er liðið eisini niðast á stigatalvuni. Tá alt omanfyri er sagt, so standa og falla øll liðini við fáum lyklaspælarum. Missa liðini ein av hesum spælarum, so broytist myndin skjótt. Vit síggja eisini nú, at H71 hevur mist fleiri stig, og orsøkin er, at nú eru hini liðini komin fyri seg, so hvørt sum grundspælið fer at halla, sigur Finnur at enda. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 H71 16 430 338 92 27
2 VÍF 16 426 407 19 21
3 KÍF 15 371 334 37 19
4 Kyndil 16 424 396 28 18
5 StÍF 15 392 390 2 13
6 Neistin 15 344 367 -23 10
7 Team Klaksvík 15 341 496 -155 0

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>