
Hvørja ferð eg spáki eftir Müllersbrúgv út í Tinganes, kemur mær til hugs serlig hending, sum skelkaði okkum ungu við Landavegin miðskeiðis í 1960-árunum. Vit hoyrdu í útvarpinum, at menn høvdu brotið inn í fyritøku og vóru farnir avstað við pengaskápinum. Pengaskápið høvdu teir goymt á botni, men vakin argjamaður sá í kikara menninar fara eftir pengaskápinum í báti. Menninir vórðu tiknir av løgregluni og varðhaldsfongslaðir. Tveir av monnunum vóru í 20-árunum, meðan unglingin var ikki fyltur átjan ár.

Hendingin fór fram, áðrenn Arresthúsið var bygt og tikið í nýtslu á Frúutrøð í 1967. Tá var arresthúsið úti í Tinganesi, og fongslusklivarnir vóru á loftinum í húsinum Úti í Havn, sum myndin omanfyri vísir. Spákaði tú tá úti í Tinganesi, var forvitnisligt, um tú sást “fangar” í loftkvistunum. At síggja fangar handan rimar, var tá kensluborið fyri okkum ungu, sjálvt um vit vistu, at nakrir av fangunum “bara” høvdu drukkið ov nógv og koyrt bil og høvdu mist koyrikortið. Vóru lógarbrotini størri, vóru fangarnir mangan sendir til Danmarkar at sita.
Eg var fimtan ára gamal, tá ið umrødda hendingin fór fram, og øll vóru vit skelkað, tá ið hoyrdist, at ein av okkara ungu við Landavegin sat fongslaður í Tinganesi. Hann var bara seytjan ár gamal og ein teimum trimum, sum høvdu brotið inn og vóru farnir við pengaskápinum hjá fyritøkuni. Vakin argjamaður sá í kikara úr vindeyganum, at nakrir ungir menn ein sunnumorgun í báti royndu at hála okkurt úr sjónum upp í árabát. Hann visti um innbrotið og boðaði løgregluna frá, sum handtók ungu menninar, og sum síðani vórðu varðhaldsfongslaðir.

Sjálvandi skuldu vit út í Tinganes at vitja, men vit máttu taka til takkar við at standa á bryggjukantinum á Müllersbrúgv og tosa upp til “vinin”, sum var handan rimarnar við opnum vindeyga. Vit veitraðu og róptu til hansara, men avstandurin var ov stórur, at vit veruliga fingu tosa við viðkomandi. Men vit vildu geva honum okkara stuðul, sjálvt um vit eisini hildu, at innbrotið hoyrdi ongastaðni heima, og at ungi maðurin nú var farin ov langt í sínum gerðum.
Okkara maður sat eina tíð í varðhaldi, meðan sakin varð kannað nærrri, men hann fekk ikki veruligan fongsilsdóm, tí hann var ikki fyltur átjan ár. Hinur báðir, sum høvdu lagt innbrotið til rættis, fingu so mikið nógvar mánaðir í fongsli, at teir vóru sendir til Danmarkar at sita. (Vagnur)