
Sum eg eri fegin at síggja stóra talið á ungdómsmanningum, sum rógva leygardagin á norðoyastevnu. Hetta boðar frá góðum. Eisini áhugvart kjak er frammi á róðrarkjaki, nú dreingjamanningarnar eru sekstan í tali og mugu rógva í tveimum riðlum og síðani finaluróður. Rokni ikki við, at dreingirnir taka skaða av finaluróðri, men her fer nakað grunnleggjandi fram í kappróðrinum, tí tú kanst ivast í, hví summar dreingjamanningar skulu rógva tvær ferðir túsund metrar í summar, meðan tildømis 10-mannaførini rógva einaferð túsund metrar. Fari niðanfyri at nema við ymist innan kappróður, millum annað aldursmark, og hvussu vit fáa ungdómin at hanga við, og at ungi rógvarin fær góð upplivilsi á stevunum.
Fyrst til aldurmarkið. Eg sitið júst og hyggi at tíðunum hjá dreingjamanningunum á norðoyastevnu 2016. Fípan Fagra vann róðurin við tíðini 5.34.24 minuttir, meðan aftasti báturin Ritan hevði tíðina 6.17.11 minuttir. Her eru 43 sekund á muni og frástøðan í metrum millum 150 og 200 metrar. Tú kanst rógva trý ár við dreingjabáti, og tað er himmals víður munur bæði á kropsstyrki og vekt á einum seytjan/átjan ára gomlum dreingi og 15/16 ára gomlum dreingi.

Í hondbólti, sum eg havi fingið nógv við, eru tildømis dreingir og gentur tvey ár í hvørjum aldursbólki, men so hevur hondbólturin eisini A-bólk og B-bólk, hvørs endamál er, at fyrsta árs dreingir og gentur spæla hvør ímóti øðrum í einum B-bólki. Eisini kann felag melda til B-bólkin, um dreingir og gentur júst eru byrjað at spæla hondbólt. “Lige børn leger bedst”, sum danir plaga at taka til.
Hyggja vit aftur at tíðunum í barnaróðri og dreingjaróðri, so sæt tíðuliga, hvar greinsan gongur. Nakrir bátar eru javnir í tíðum heilt har frammi, men so gerst frástøðan knappliga øgiliga stór. Tað er her, vit eiga at steðga á eitt bil og hugsa okkum um, hvussu vit fáa allar best burturúr. At rógvarin fær góð upplivilsi og ikki gevst á hálvari leið. Sjálvandi vita fyrsta árs dreingir og gentur, at tey rógva ímóti eldri rógvarum, men tá aldursmunur gerst heili trý ár, gerst hetta alt ov møtumikið.
Ein møguleiki er, at í staðin fyri at dreingjamanningarnar rógva í tveimum riðlum, so kundu vit heldur havt ein A-bólk og ein B-bólk sum tildømis í hondbólti. Feløg skuldu havt møguleikan at valt hesa loysnina, tí so eru ikki so nógvir bátar í A-bólkinum og heldur ikki í B-bólkinum, og vit sluppu undan finaluróðri.
Hugsi eisini um, at nú kunnu ellivu ára gomul eisini rógva barnaróður, og nú kanst tú rógva trý ár í hesum bólki. Sjálvandi hevur ein manning við ellivu/tólv ára gomlum rógvarum ongan møguleikin ímóti royndum fjúrtan ára gomlum rógvarum. Vit skulu eisini minnast til, at eftir róðrarnar á norðoyastevnu, skulu bestu bátarnir liggja í miðjuni feltinum, meðan veikaru manningarnar liggja á hvør sínum veingi í feltinum. Allar best hevði verið, um hesar manningar lógu saman í róðri, og so fingið nøkur helt onnur góð upplivilsi.
Endamálið við hesum orðum er at seta kikaran á, hvussu vit fáa tey ungu at halda fram at rógva kapp. At tey fáa góð upplivilsi, so tey eisini koma aftur næsta ár. Tað er so nógv annað, sum er áhugavert í føroyskum kappróðri. Millum annað, at kvinnur kunnu rógva við 5-mannfari, men tað kunnu menn ikki. Eisini havi eg upplivað fleiri dømi í Álakeri, at rógvarar, sum er ov gamlir at rógva við dreingjabáti flyta upp í 6-mannafar. Hesir ungu átjan ára gomlu ungu menninir høvdu ongan møguleika at standa seg í oddinum ímóti royndum rógvarum í kanska 25-30 ára aldri.
Nú fáa so at síggja á norðoyastevnu, hvussu fer at rigga við tveimum riðlum og finalu í dreingjaróðrinum. Vit hava roynt hetta áður, tá gentubátarnir fóru upp um tjúgu bátar, men tá var aldurmarkið ikki komið í gentu/kvinnubátunum. (Vagnur)