
Tá eg skrivaði tekstin til myndina, tá Sigfred Skaale handar Brynjer Gregoriussen HB liðformann FM-steypið í 1965, fór eg at hugsa um, hvørjar fyrstu B36 spælarar eg minnist frá dreingjaárunum. Minnist ikki longur enn til 1962, tá B36 vinnur meistaraheitið. Tá var eg tólv ára gamal. Fótbóltslandskappingin byrjaði í 1942, og hetta var fimtu ferð B36 vinnur meistaraheitið.
Fór at kanna í bókini “Rennið dreingir”, hvussu gekst hetta árið, B36 vann heitið. Liðini í bestu mansdeildini í 1962 vóru bara fýra lið. B36, KÍ, HB og TB. Liðini spældu tveir dystir hvør ímóti øðrum, tað vil siga bara seks landskappingardystir í kappingarárinum. Nú spæla liðini EFFO deildini 27 dystir, so her er himmalvíður munur. Síggi, at kappingarárið 1962 byrjaði ikki væl fyri B36, tí liðið tapti 0-3 í Klaksvík, men síðan vann B36 allar dystirnar uttan ein javnleiki ímóti HB.
Hugsa vit um EFFO deildina í 2014, vóru eingi lið úr Eysturoynni í bestu deildini í 1962. Eisini er áhugavert og harvið søguligt, at tá B36 vinnur meistaraheitið í 1962, vinnur liðið ikki meistaraheitið aftur fyrr enn í 1997. Tað vil siga einki meistaraheitið í 35 ár. B36 vann heitið fyrst í 1946, 1948, 1950, 1959 og 1962. Síðani vinnur B36 heitið í 1997, 2001, 2005 og 2011. Seks dystir eru í ár eftir at spæla í EFFO deildini. Bara B36 og HB kunnu vinna meistaraheitið, og nú B36 tapti heimadystin fyri KÍ í Havn, eru veruligur spenningur komin í kappingina, har B36 er fýra stig undan HB.
Áhugavert at minnast aftur á spælarar á myndini omanfyri. Fimm av ellivu spælarum eru farnir. Í mun til fólktalið í Havn í 1962 og 2014 leitaðu nógv fleiri áskoðarar í Gundadal at hyggja at fótbólti í 1962. Hetta sýna myndirnar frá hesi tíðini. Men so skulu vit eisini minnast til, at teir spældu nógv færri dystir í 1962. (Vagnur)