
Nýggja brúgvin um Sandá skuldi vera liðug á ólavsøku í fjør, vóru boðini frá Tórshavnar kommunu. Næstu boðini vóru, at brúgvin ikki skuldi gerast jólatrøll, men seinastu boðini eru, at borgarstjórin klippur snórin 28. februar. Havi fylgt arbeiðnum frá byrjan, tí eg koyri abbabørn, sum ganga í skúla og eru í vøggustovu á Hamarinum. Altíð áhugavert at koma á Hamaran, tí útsýnið er so gott og vakurt. Tú sært um alla Havnina, norðoyggjarnar eru har, og tú sært suður í hav. Skalt úr Havnardali, har abbabørnini búgva, er stórur umvegur, tí tú skalt heilt oman í rundkoyringina við Landssjúkrahúsið, áðrenn tú skal niðan gjøgnum Müllerstrøð. Og har er altíð nógv ferðsla. Tá brúgvin kemur, lættur munandi um ferðsluna har á leiðini. Spákaði mær í vikuni yvirímóti brúnni, og teir leggja nú nógv tons av jarni á brúnna, áðrenn dekkið verður stoypt. Havi mangan hugsað, hvussu torført má vera at geva tilboð uppá slíkt arbeiði, tí ikki eru royndirnar nógvar at byggja slíka brúgv. Vit eru øll tolin og bíða í spenningi eftir nýggju brúnni um Sandá. (Vagnur)