
Allar fyrst skal eg heilsa og siga frá rógvarum og leiðarum í Àlakeri, at teir skulu takka fyri frálíka blíðskap á jóansøku. Góður matur og frálík fyrireiking á landi í allar mátar. Men so mugu fólk halda mær til góðar, tí tey fáu hárini, eg havi eftir á høvdinum, reisa seg, tá eg hoyri orð sum hanafótur, alibátar, snaraður og fløktur startur og boyur. Eg orki ikki longur at finnast at Róðrarsambandinum og stevnufyrireikarum, tí bara hesi orð: Undir alt lágmark, at jóansøkuróðrarnir vóru seinkaðir ein tíma. Sjálvur skal eg nokk fáa ein tíma at ganga við at spæla guitar, sappa á telduni, koyra abbabørn ella fáa mær drekkamunn. Tankarnir hjá mær leita serliga til gentumanningarnar, sum í meira enn ein tíma máttu damla og bíða á Trongisvágfjørði, tí menn fáa ikki startin at rigga. Vit skriva nú 2017, og eisini í 1980-árunum skrivaði eg um somu trupulleikar. Tá ein tími var farin, gekk alt eftir ánni at starta bátarnar, vit fingu “tíbetur” tríggjar nýggjar vinnarar á jóansøku.

Long tíð var frá norðoyastevnu til á jóansøku, og tí var spennandi, hvussu nógv manningarnar høvdu fingið burtur teimum fýra vikunum. Og tað høvdu summar manningar so sannilga fingið, tí vit fingu tríggjar nýggjar vinnarar, og fjarstøðan millum bátar í fleiri róðrum gjørdist eisini minni. Serliga sóu vit hetta í barnaróðrinum, har Ingibjørg vann aftur bæði við dreingjum og gentum, men ikki so sannførandi sum á norðoyastevnu. Serliga gjørdu ungu genturnar umborð á Firvaldi um seg og vóru eitt skifti á odda miðskeiðis í róðrinum. Hesar gentur kunnu vit vænta okkum nógv av næstu áríni.

Fyrsti róðurin eftir tímasteðgin var 5-mannafør við gentum, og einki talaði fyri spennandi róðri, tí Firvaldur reyk avstað í fyrstu tøkunum, men so kom Drekin afturíaftur, og tað var um reppið, at Drekin tók Firvald á mállinjun. Spennandi at fylgja bátunum longu mikukvøldið. Altíð áhugavert og stuttligt við nýggjum vinnara, og hetta sóu vit, tá Sølmundur 6-mannafarið við kvinnum fór fyrstur um málið. Nú hevur Rádni sitið á trónini nóg leingi, og tí unti eg kvinnunum umborð á Sølmundi at vinna á Rádna. Tær hava so sanniliga stríðst fyri sigrinum. Og sum tær høvdu nógva orku eftir, tá tær fóru frá Rádna seinast í róðrinum.

Teir rógva bara so væl umborð á Fípuni Føgru við dreingjum, og teir vera torførir at syfta í summar. Vit, sum halda til í Álakeri”, eru so sanniliga stolt av drengjunum umborð á Sílinum, sum eru so raskir at venja. Teir fingu enn kærkomin silvurmerki um hálsin. Eisini áhugavert at síggja nýggja 5-mannafarið Royndina Fríðu og Píl heilt har frammi. Men tað verður Sílið, sum kemur at geva Fípuni Føgru mest kapping.

Tíverri mátti Drekin við kvinnum vegna skaða rógva við eykarógvara, tí slapp Jallurin nakað lætt á jóansøku. Drekin hevði í Jallinum frá byrjan, men mátti lúta longri inni. Ja, so smeyg Erla Kongsdóttir sær eisini fram um Drekan á mállinjuni og vann sær silvurmerkini. Tær umborð á Jallinum eru væl fyri, og spurningurin er, um nakar gera nakað við Jallin í summar.

Eg bíðaði spentur eftir 6-mannafarsróðrinum, tí vit sóu á norðoyastevnu, at teir umborð á Sundabátinum róðu væl, og tá vit fingu at vita, at teir ikki høvdu verið so ofta á bátinum, so kundu vit vænta okkum meira frá teimum seinni í summar. Og úrslitið kom longu á jóansøku, har teir bastu Hvessingini, sum eisini rør væl. Nú er veruligur spenningur komin í. Ti verri er eingin mynd av 6-mannaførunum við monnum.

Vit á Álakeri fylgja vit eisini Tofta Regin, tí báturin er Ørvur, sum var latin til Vágs fyri nøkrum árum síðani. Eg skilti ongantíð, hví hesin annars góði bátur skuldi úr neystinum, men uttan iva hildu menn, at báturin ikki var nóg góður. Men nú hava teir umborð á Tofta Regin prógvað, at báturni er nóg góður. Fýra av manningini, sum arbeiða ella ganga í skúla í Havn, hava í vetur vant í neystinum í Álakeri, tí var eg eisinti spentur, hvussu fór at gangast teimum. Sum ítróttaskrivari dámar mær væl, at bátar eisini klára seg væl í Vági og aðrastaðni í Føroyum. Teir umborð á Tofta Regin sýntist at hava gott tak á róðrinum á jóansøku.

Ùrslitið av 10-mannafarsróðrinum á jóansøku gjørdist júst tað sama sum á norðoyastevnu. Har var ein kapping um annað plássið millum Drekan Reyða og Ormin, sum Drekin Reyði vann. Teir umborð á Klaksvíkingi sýnast heilt væl fyri og vera torførir at syfta. Míni HR eygu vónaði, at Havnarbáturin fór at standa seg betur, og tað gjørdi hann eisini í sekundum, men hetta var ikki nógmikið. Starturin var hampuligur, men skjótt eftir startin dragnaði.

Nú var fitt lot undan á jóansøku serlig seinastu róðrarnar, tí er altíð spennandi, hvat fer at henda, tá vindurin kanska verður nógvur beint ímóti ella inn á síðuni. Manningarnar skulu longu mikukvøldið í eldin í Hósvík. Vit fingu tríggjar nýggjar vinnarar á jóansøku, og so bíða vit eftir, umt tað eydnast aftur at vinna í Hósvík. Tað kemur ikki óvart á meg, at fleiri av úrlitunum á jóansøku gerast ikki júst tey somu í Hósvík.
Má líka skoyta uppí at enda, at mítt myndatól fer við rógvarum á stevnu, og eg veit ikki, hvør tekur myndirnar, og hvørjar myndir eg fái aftur. Rógvarar rógva jú eisini sjálvir, og tað kann gleppa við myndum. Tíverri var mynd ikki tikin, tá Sundabáturin fór um málið og dreingirnir umborð á Ingibjørg barnaróður. (Vagnur)