
Tá eg í gjár sigldi mær í Nólsoyarfjørð at hyggja at kappróðrarbátum, sigldi eg eisini nær brimgarðinum, har nýggja havnarlagið skal gerast. Grótbátar sigla alt døgnið av Glyvursnesi, og nú er økið avmerkt, so skip ikki mugu sígla fram við økinum. Eisini hevur maskina brotið hol í brimgarðin, so grót frá stórum lastbilum kann vippast í nýggja havnarlagið. Meðan eg í góðveðrinum lá útfyri, sóust tveir lastbilar vippa grót í nýggja havnarlagið. Hesa løtuna reikaðu tankarnir. – Hví í Harrans navni skal grót frá Eysturoyartunlinum koyrast á sjógv á Sundi og oyðileggja meira sjóvarmála, tá grótið kann koyrast í nýggja Havnarlagið í Havn. Klárt er at koyra grótið á sjógv í Havn, og lastbilarnir skulu bara snara til vinstru og ikki til høgru, tá teir koyra frá Eysturoyartunlinum og niðan á landsvegin. Ógvuliga einfalt. Í Sosialinum frá 28. juni er at lesa ævintýrakend ófullfíggjað umsókn um aling á landi á Sundi. Løgið, at umsóknin kom til kommuna bara fáar vikur fyri, at borgarstjórin undirskrivaði sáttmálan um grótið 27. apríl. Hvussu hongur hetta saman? Eingin lóggáva loyvir aling á landi, og landspolitikarar hava sagt, at skal einaferð alast á landi, skal alast á plássum, har lítil vinnu er frammanundan, og tað má fyrst og fremst vera í Suðuroynni og Sandoynni. Í greinini vera nevnd møgulig 50 arbeiðspláss, men hvat skal kommunan gera við 50 nýggj arbeiðspláss, tá fleiri hundrað útlendingar longu arbeiða í kommununi? Og hvat er endamálið at oyðileggja meira á Sundi til kanska útlendskan kapital og útlendska arbeiðsmegi? Málið um grótið á Sundi er ringasta politska handalagið, sum nakrantíð er farið fram í Tórshavnar kommunu. (Vagnur)