
Síðani reglugerðin um trygd umborð á kappróðrarbátum kom í gildi og var samtykt í løgtinginum í 2006, hava eg skrivað greinar og fylgt við kappróðrarbátum og tess trygd. Ætlaði ikki at skriva grein um trygd í summar, men tá eg i vikuni sá ungu garparnar umborð á Sílinum koma í dráttin í Álakeri smílandi og spentir til næsta FM-róður, gjørdist eg glaður. Allir dreingirnir róðu í vesti, og hetta gleðir mína trygdarsál, tí tað er so umráðandi, at vit læra tey ungu um álvaran á sjónum. Men hvussu gongst at halda trygdarreglugerðina, og eru tað summir rógvarar, sum fara lætt um trygdina. Her er at siga: Ein heilt stórur bati er at síggja seinnu árini, men enn eru rógvarar og feløg sum beinleiðis niðurgera trygdarreglugerðina. Tíverri.
Um dagarnar skrivaði eg til Fiskiveiðueftirlitið at frætta, um tey hava kannað bátar í summar. Jú, tað høvdu tey, og tey høvdu lagt at borði hjá umleið tretivu bátum higartil í summar. Umborð á flestu bátum var í lagi, men umborð á nøkrum bátum var ikki í lagi. Eg fekk ikki at vita, um rógvarar høvdu fingið hasar túsund krónurnar í bót, um tey ikki róðu í vesti. Men eg veit um manning, sum mátti gjalda 7000 krónur í bót, tí eingin róði í vesti, men henda hendingin er nøkur ára gomul.

Nú veit eg ikki rættiliga, hvørji krøv róðrarfeløgini í Suðursteymoy seta rógvarum, men eg síggi, at tey í Argja Róðrarfelag leggja heilt stóran dent á trygdina, og ógvuliga sjáldan sæst rógvari av Argjum, sum ikki rør í vesti. Teir umborð á Drekanum Reyði og Argjabátinum eru fyrimyndir og rógva altíð í vesti. Í Havnar Róðrarfelag veit eg, at nevndin hevði fund við rógvararnar um trygd, og hvussu bátarnir undir venjing skuldu fyrihalda seg til nógvu ferðsluna á Havnarvág og í Nólsoyarfirði. Í Havnar Róðrarfelag má sigast at vera mest sum í lagi og eisini umborð á Havnarbátinum, sum skal slóða fyri. Tey ungu rógva øll í vesti, men eg havi sæð eina kvinnumanning, har nakrar kvinnur ikki eru í vestinum.
Í Róðrarfelagnum Knørri má hugburðurin broytast, tí tey yngru rógva mest sum øll í vesti, men heilar bláar eldri manningar rógva ikki í vesti. Ávísir leiðandi persónar í Róðrarfelagnum Knørri hava beinleiðis niðurgjørt reglugerðina, og ein teirra segði alment fyri nøkrum árum siðani, at vesturin var følsk trygd. Tá eg spyrji í felagnum, so siga tey, at tey eldru mugu sjálvi hava ábyrgdina av trygdini, og vit blaka ongan rógvara í land, tí hann ikki vil rógva í vesti.
Í míni trygdarverð er hetta heilt burturvið, tí tað er tað sama sum at siga, at í ferðsluni mugu summi fólk sjálvi taka ábyrgdina av trygdini og onnur ikki. Eg eri heilt vísir í, at trygdin í einum róðrarfelag er stórur partur av trivnaðinum í felagnum. Er trygdin í lagi, so fáa foreldur virðing fyri felagnum, og rógvarar leggjast aftrat. Tú fært eisini meira stuðul úti samfelagnum tildømis frá fyritøkum, tá tey vita, at felagið leggur stóra dent á trygdina. So mikið veit eg, tí eg havi sjálvir biðið fyritøkur um stuðul til bátar. Feløgini skulu sjálvandi siga rógvarum: Skalt tú rógva hjá okkum, so skal trygdarreglugerðin haldast. Og hetta er galdandi fyri allar rógvarar.
Kanningar vísa í ferðsluni, at tað einasta sum kann fáa fólk at halda trygdareglugerðina, er pengapungurin. Í Føroyum eru vit eftirbátur í so máta, tí Danmark er minsta parkeringsbótin 530 krónur, og ert tú ikki spentur í bili í Danmark, er bótin 1500 krónur, Tað er mín vón, at Fiskiveiðieftirlitið fer harðari til verka um trygd á sjónum. Tey fylgja væl við regattasiglingini millum oyggjarnar, og hetta er frálíkt. Vóni, at tey leggja oftari at borði hjá kappróðrarmanningum, sum ikki vilja halda trygdina. Sjálvur missi eg virðingina fyri rógvarum, sum ikki halda trygdareglugerðina. (Vagnur)
Kunngerð um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum frá 17. mai 2006
Við heimild í § 5 í løgtingslóg nr. 25 frá 12. apríl 2006 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT) verður ásett:
§ 1. Tá lagt verður frá landi, skal øll manningin á
kappróðrarbáti vera í einum av Skipaeftirlitinum
góðkendum bjargingarvesti, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Undir kappróðri er ikki neyðugt, at manningin
er í bjargingarvestum, men skulu vestarnir vera í
bátinum. Høvuðsdómararnir á kappróðrarøkinum
kunnu tó áleggja manningini at vera í vestinum undir
róðrinum, um hetta verður mett neyðugt.
§ 2. Harumframt skal kappróðrarbátur í minsta lagi
hava hesa útgerð umborð undir venjing:
1) kumpass,
2) pøs ella eyskar at oysa við,
3) radarreflektor, sum er festur á stong, ið røkkur minst ein metur yvir stavnarnar, og
4) floytu ella blásilúður.
§ 3. Brot á ásetingarnar í §§ 1 og 2 verður sambært
§ 9 í lógini revsað við bót.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 19 frá 16. mars 1999 um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum.
Fiskimálaráðið, 17. mai 2006
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður