
Høvdu veljararnir í Kaldbak verið fleirii til seinasta kommunuval, so var grótið frá Eysturoyartunlinum ikki koyrt inn á Sund. Kaldbak er lítið valdømi við 150 atkvøðum, meðan í Havn eru túsundtals atkvøður. Tí fekk fyrrverandi samgongan á Vaglinum kaldar føtur um Skansan og broytti ætlanina, so Skansin ikki misti útsýnið suður í Nólsoyarfjørð. Í Kaldbak er øðrvísi, tí sjálvt um núverandi býráðsamgongan átti 77% av atkvøðunum í Kaldbak, har Tjóðveldi og Fólkaflokkurin áttu 75% av atkvøðunum, so komu kaldbaksfólk ikki til orðanna um grótið. Tey vóru skúgvað til viks, tí har vóru jú ikki so nógvar atkvøður at missa. Hendi hetta tildømis úti á Argjum, har sum fleiri enn tvey túsund fólk búgva, so var einki grót koyrt inn á Sundi. So einfalt er tað. Á Argjum eru alt ov nógvar atkvøður at missa. Av teimum 150 atkvøðunum í Kaldbak á seinasta kommunuvali fekk Tjóðveldi 72 atkvøður, Fólkaflokkurin 41, Javnaðarflokkur 23, Sambandsflokkurin 11 og Framsókn 3 atkvøður. Tjóðveldi og Fólkaflokkurin 75% samanlagt. Beinleiðis óhugnaligt, at hesir stóru flokkar gera slíkt ímóti sínum áður trúgvu veljarum. Edith Vang fekk mest sum allar atkvøðurnar hjá Tjóðveldi, men hon og trý onnur hava longu meldað seg úr flokkinum orsakað av grótmálinum. Mest skakandi orðini í grótmálinum eigur borgarstjórin, sum alment sigur, at tá hon undirskrivaði sáttmálan um grótið tann 27. apríl, vistu hon ikki, at Sjóvar – og Runavíkar kommuna og ein bóndi ynsktu at fáa grótið. Hetta sigur alt um grótmálið og tey á Vaglinum. Havi fylgt við býarpolitikki síðani ungdómsárini, men havi ongantið upplivað eitt so skakandi mál, sum tað inni á Sundi, sum byrjaði longu seinast í 1980-árunum. (Vagnur)