
Spyrt tú fólk á gøtuni um nýggju havnina, sum ætlanin er at byggja suður í Nólsoyarfjørð, so sigur eingin seg vera ímóti ætlanini. Tó nevna næsta øll økið við Skansan. Tórshavnar kommuna lurtaði eftir borgaranum og hevur slept ætlanin at byggja bryggju og bingjupláss fram við Skansanum, sum forðar fyri útsýni suður í hav. Hetta er frálíkt og sjálvandi røtt avgerð. Ein mótmælisfundur var herfyri á Meiarínum, har borgarstjórin var við men ikki formaðurin í havnarnevndini. Ikki var eg á fundinum, men ein maður segði mær, at á fundinum kom fram, at ongar royndir eru gjørdar um veður og vind á serstovni í Danmark. Í fjølmiðlunum verður sagt, at arbeiðið skal bjóðast út í næstum. Haldi, at borgarin hevur rætt at síggja tekningarnar í nýggja uppskotinum, nú nýggja havnin skal byggjast suður í Nólsoyarfjørð. Gjøgnumskygni, sum vit taka til. Millum 50 til 60 ferðamannaskip vitja Havnina um summarið, og farmaskip koma á Havnina mest sum hvønn dag í viku. Ov lítið bryggjupláss er til at taka, tí má Havnin byggjast út, men hetta má gerast við skili, og allar kanningar mugu gerast, áðrenn arbeiðið byrjar. At vit varðveita útsýnið frá Skansarnum suður í Nólsoyarfjørð eru fólk fegin um. Tá fólk nevna útsjónd, so kunnu vit øll vera samd um, at bingjur eru ikki nakað prýði fyri eitt havnarlag og harvið umhvørvið har á leiðini. . (Vagnur)