Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Áhugavert at síggja bingjuíbúðurnar við Marknagilsvegin

$
0
0
108 slíkar bingjuíbúður skulu setast upp á økinum. Í næstum skulu bingjurnar klæðast. (Mynd Vagnur)

Nógv virksemi er í løtuni í Havn, og tað líkist nógv 1980-árunum. Samfelagið sýnist upphitað, og úti Marknagili og við Landsvegin, skulu næstu árini fleiri túsund skúlaungdómar ganga í skúla. Tey ungu skríggja eftir staði at búgva, og tá tíðirnar eru góðar, koma hugskotini. Mánadagin spákaði eg mær niðan um brendu húsini, har Hans Hilmar Dam á sinni hevði verkstað og eisini framleiddi sniðhús. Og har kom eg í prát við tveir ungar handverkarar, sum arbeiddu í bingjuíbúðunum, sum skulu gerast klárar til skúlaárið. Prátið gjørdist ógvuliga áhugavert.

Bingjurnar koma innrættaðar úr Kina til Føroya. (Mynd Vagnur)

Bingjurnar er bílagdar frá hálendskari fyritøku, sum hevur fingið tær framleiddar í Kina. Tær er væl festar í betong, og í næstum skulu tær klæðast. Bingjurnar eru eins og tær, tú sært á bryggjuni, men hyggur inn um, eru tær innrættaðar, og har er alt. Baðirúm, vs, køkur og song. Løgið fyri mær at standa í lítla rúminum, tí plássið er lítið. Havi lisið onkrastaðni, at tey ungu skulu gjalda 3500 krónur í leigu um mánaðin, og tað haldi eg er ov nógv fyri tær minstu íbúðirnar, sum eg skilji bara er hálv bingja.

Tá allar bingjurnar eru komnar til landið og settar upp, eru tær 108 í tali, og onkrastaðni á økinum vera tvær hæddir, og so kunnu fólk eisini fáa størri íbúður, enn vit síggja á myndini. Bingjurnar koma innrættaðar til Føroya, tær hava útlufting, og tær eru mest klárar at flyta inn í. Ungu menninir søgdu mær, at teir høvdu hoyrt, at byggjast skal felagshøli á økinum. Tá allar 108 bingjurnar eru settar upp, kann eg gott ímynda mær frálíkt øki við nógvum ungdómi.

Í næstum vera bingjurnar klæddar. Spennandi ætlan, má sigast. (Mynd Vagnur)

Á veg omaneftir hitti eg eldri mann, sum segði mær, at stórur eftirspurningur er eftir íbúðunum, tí sum hann segði, tað skulu jú ganga hundraðtals ungdómar á Glasir, og øll búgva ikki í Havn, og onkrastaðni skulu tey búgva. Eg kom at hugsa um 1980-árini, tá samfelagið var upphitað, og vit vóru noydd at innflyta útlendska arbeiðsmegi. Minnist allar húsvognarnar á parkeringsplássinum millum Tórshavnar Skipasmiðju og Bacalao. Her búðu nógvir polakkar, sum arbeiddu á Bacalao. Onkur teirra bleiv verandi í Føroyum. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>