Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Nólsoyar Páll er eingin trupulleiki niðri í Vágsbotni

$
0
0
Steinfóturin, sum Nólsoyar Páll stendur á, er 1,7 fermetrar til víddar. Tríggjar/fýra standmyndir av Nólsoyar Pálli kunnu standa á einum parkeringsplássi. So orðini hjá Boga Andreasen hanga slett ikki saman. Koma fleiri beinkir, so kunnu fleiri fólk sita har. (Mynd Vagnur)

Nógv við mær øtaðust herfyri at síggja býráðslimin Boga Andreasen í fjølmiðlunum siga, at hann kundi ynskt sær at flutt standmyndina av Nólsoyar Pálli, tí hon passar ikki inn í umhvørvið í Vágsbotni. Bogi sigur, at tá tiltøk og annað eru í Vágsbotni, tekur standmyndin ov nógv pláss, sum kundi verið brúkt til sitipláss, tjøld og annað, og sum kundi komið fólki til góðar. Orðini hjá Boga er beinleiðis skeiv, tí nú havi eg verið í Vágsbotni við tummastokkinum og mált, hvussu nógv økið standmyndin í veruleikanum tekur av plássinum. Nøkur fá prosent. Steinfóturin er ein tríkantur, og lætt er at rokna. Hálv hædd ferðir grundlinjuna, sum bleiv til 1,7 fermetrar, sum er púrt einki av økinum. Parkeringsplássini, sum vit síggja til vinstru í myndini, máta hvørt tíggju fermetrar. Vit nógvu kunnu vissa Boga um, at ætlar hann at flyta standmyndina, so fær hann mótspæl í Vágsbotni.

Steinfóturin fyllir evarska lítlan part av økinum í Vágsbótni. (Mynd Vagnur)

Trupulleikin í Vágsbótni er ikki standmyndin av Nólsoyar Pálli, men allar fyrst nógva ferðslan. Vágsbotnur er knútapunkt, har nógvu bilarnir skulu í allar ættir. Av Skálatrøð niðan á Vaglið, frá Tórsgøtu út á Skálastrøð ella niðan á Vagli, ja, eisini niðan ímóti Havnar kirkju. Býráðið hevur sjálvt slóða fyri at minka um plássið í Vágsbotni, tí tað er bara at ganga út í Bakka. Har er trongt, tí matstovur sleppa at gera pallar út á koyribreytina, og tá so sølutorgið eisini skal vera har, so treingist.

Vil Bogi hjálpa um plásstrotið í Vágsbotni, so skal hann fyrst at loysa parkeringstrupulleikarnar, tí tá Tjóðpallurin eisini kemur á Skálatrøð, so treingist enn meira har á leiðini. Annars eru vit tó rólig um standmyndina av Nólsoyar Pálli, tí býráðið fer ikki at flyta standmyndina, tá sjálvur listamaðurin er ímóti ætlanini. Hann hevur jú evnað standmyndina at standa júst har í Vágsbotni.

Eg havi varhugan, at fleiri býráðslimir hava ikki nóg stóran áhuga í mentan og søga, tí høvdu teir tað, so kom slett ikki upp á tal at flyta standmyndina av Nólsoyar Pálli ella taka útsýnið frá Skansanum í sambandi við nýggja havnarlagið. Tíbetur fekk Skansin frið, og tað sama skal standmyndin av Nólsoyar Pálli eisini fáa. Tá tað er sagt, so átti standmyndin kanska verið lyft upp hálvan metur, so Nólsoyar Páll fekk enn betri útsýnið suður í Nólsoyarfjørð. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>