
Tá eg var biðin at skriva nøkur orð um Smæruna, nú Starvsmannafelagið hevur keypt bygningin, har Sjónvarp Føroya helt til í M.A. Winthersgøtu/J.H. Schrøtergøtu í Havn, fóru tankarnir skjótt at reika, tí nógv havi eg sporini í Smæruni. Pápi mín, Helge Michelsen (1913-1985), róptur Helgi í Smæruni, kom sum tjúgu ára gamal at arbeiða í Smæruni, eftir at hann í nøkur ár hevði arbeitt hjá Evensen. Hann segði okkum, at hjá Evensen fekk hann 200 krónur um mánaðin, men handilsmaðurin Hans Jacob Jacobsen bjóðaði honum 250 krónur um mánaðin, og hann tók av. Pápi arbeiddi í Smæruni í 48 ár.

Tá Hans Jacob Jacobsen, handilsmaður og vinnulívsmaður, í 1932 læt upp matvøru- og slaktaríhandilin Smæruna, búðu umleið 3000 fólk í Havn. Fólk vóru ivasom, um Hans Jacob fekk eydnu við handlinum, tí handilin lá so langt frá fólkinum, sum flestu búðu úti á Reyni, plagdi pápi mín at siga.
Hans Jacob (1890-1967) var framsíggin handilsmaður, tí longu í 1927 læt hann upp “café” á Høgareyni úti á Reyni. Hetta var ikki bara vanlig “café, men Hans Jacob kundi bjóða nakað, sum bara stórbýirnir kundu bjóða tá í tíðini. Tað fyrsta gestirnir rendu seg í, tá ið teir komu inn um dyrnar, var ein “automat”, og har fekst tú sigarettir, tyggigummi, góðgæti og annað. Í gongini stóð vekt, har fólk kundu viga seg við at gjalda 10-oyra. Á tekjuni stóð stór ljósreklama, sum sást um allan býin.

Longu í 1902 var bryggjarí í Ydun úti á Reyni. Í 1922 keyptu Hans Jacob Jacobsen og Rudolf Michael Jacobsen bryggjaríið. Í 1935 var bryggjaríið flutt av Reyni niðan í Smæruni á Abbatrøð. Í 1935 gavst Hans Jacob við bryggjarínum og seldi tólini til Føroya Bjór í Klaksvík.
Sum smádrongur í 1950-árunum og fyrst í 1960-árunum kom eg heilt nógv í Smæruna. Eitt var, at pápi mín arbeiddi har, men har var so nógv spennandi virksemi. Í slaktarínum arbeiddu Johan Steffansson, sum var leiðari, Nick Hansen og Martin Justesen. Dánjal Húsgarð og Jens Petur Hansen lærdu til slaktara.
Tá í tíðini bíløgdu nógv fólk vøru úr Smæruni, sum í kassum vóru koyrdar til dyrnar hjá fólki. Poul í Skorini koyrdi vørubilin, og mangan koyrdi eg vøru út saman við Poul, sum var fyrikomandi maður. Smæran var mest sum í tveimum. Vanligi kolonialhandilin við stórari skivu og nógvum skuffum við vørum allastaðni. Havi mangan hugsað, um starvsfólkini tá í tíðini høvdu havt fetmátara um beinini, tí langt var at ganga bara eftir einari vøru runt stóra skivuna.

Skuldi tú keypa kjøt ella viðskera, skuldi tú upp gjøgnum einar trappur, har henda deildin var í tveimum. Øðrumegin keypti tú kjøt, fars og annað, hinumegin viðskera og ymisk salatir, sum eg síggi fyri mær. Eisini her var langt at ganga, tí tú skuldi niður gjøgnum tvær trappur, tá tú skuldi niður í slaktaríið.
Pápi mín var arbeiðssamur “altmuligmand”. Hann var vanligur krambakallur, men so fletti hann eisini seyð og neyt. Teir flettu seyðin og skutu neytini í kjallaranum, har Hans Jacob og tey búðu oman ímóti Kilarkanalini. Tað var dagur í viku, tá pápi okkara boðaði frá, at nú skuldi stórur tarvur skjótast, og vit ungu vóru skjót heim í Smæruna.
Í 1967 doyr Hans Jacob, og pápi gjørdist stjóri í Smæruni. Mourits Rubeksen, sum var giftur Gudny, dóttur Hans Jacob, arbeiddi eisini í Smæruni. Mourits læt seinni upp møblahandil í Smæruni, sum var í ovastu hædd í bygninginum, og framsýningarhølini og goymsla vóru í bygningi hinumegin vegin, har Sjónvarp Føroya seinni eisini kom at halda til.

Pápi okkara hevði serlig evni at umgangast fólk. Dugdi serliga væl við fólki, og hann segði mær einaferð, at hann ongantíð hevði sent eina rokning til sakførara. Nógv fólk høvdu bók og guldu eina ferð um mánaðin. Men onkuntíð var keypt ov nógv, og fólk megnaðu ikki at gjalda til tíðina. Tá gjørdi hann avtalu við hesi fólkini, har hann bað tey gjalda einar hundrað krónur meira um mánaðin næstu mánaðirnar, til skuldin var goldin. Hesar avalur hildu mest sum allar, segði pápi okkara.
Stórur dagur var á Abbatrøð, tá Smyril kom úr Mykinesi við oksum. Síggi oksarnar standa bundnar á Molanum, og so at leiða oksarnar niðan í Smæruna. Seyður og oksar vóru næstan bara flettir eftir arbeiðstíð, tí hjálparmenn, sum høvdu annað arbeiði í býnum, komu í Smæruna at fletta. Um heystið kundi pápi okkara fletta til langt út á náttina, og so til arbeiðis morgunin eftir. Summir menn tummaðu, aðrir svævaðu, og uppaftur aðrir tóku burturúr og skivaðu. Minnist, at teir eina heystið flettu 2100 seyðir. Heilar gongur komu av bygd í Smæruna.

Stór broyting fór fram í Smæruni í 1960-árunum, tí nú skuldi Smæran gerast sjálvtøkuhandil, tann fyrsti av sínum slagi í Føroyum. Viðskiftafólkini ivaðust nógv, tí tey hildu, at vørur vórðu stolnar, men leiðslan í Smæruni sá gongdina í Danmark, tí har gjørdust vanligu gomlu handlarnir farin tíð.
Hoyri eg orðið Smæran, hugsi eg mangan um pápa okkara. Hann hevði onga útbúgving av nøkrum slag, bara sjey ára fólkaskúla. Ikki var hann nakrantíð á nøkrum skeiði í eitt nú roknskapi ella leiðslu, men hann dugdi við fólki, og starvsfólkini vóru góð við Helge í Smæruni og hann við tey.
Á kontórinum minnist eg sótu tvey fólk. Laura Højgaard og pápi mín. Síggi hann føra kassabók við sigarett í munninum. Laura gekk við rokningum og hjálpti til á kontórinum. Laura býr nú á Lágargarði og er farin um tey hundrað árini. Haldi, hon er 103 ár.
Útbyggingin av Smæruni gekk væl, og nýggi sjálvtøkuhandilin fekk góðan byr. Men parkeringsumstøðurnar við Smæruna vóru ikki góðar, og tá SMS sá dagsins ljós, tapti Smæran kappingina um kundarnar. Pápi mín gavst í Smæruni í 1981 sum 68 ára gamal. Hansara lív var familjan, Smæran og fólkini á Abbatrøð.
Tá pápi mín gavst í Smæruni í 1981, kom eg ikki nógv har uttan at vitja Oscar í Smæruni. Men so kom eg nøkur ár seinni at arbeiða í Sjónvarpi Føroya, har eg framleiddi ítróttasendingar saman við Árna Gregersen og Leivi Hansen. Tey í Sjónvarpinum varðveittu nakað av tí gamla í Smæruni. Millum annað flísarnar á vegginum í køkinum, har Smæran seldi viðskera og kjøt. Í “pylsumakarínum” í niðastu hædd helt húsavørðurin Øssur Hjalt til. Eg plagdi at skemta við, at har sum sjónvarpsfólkini vórðu smurd, áðrenn tey skuldu á skermin, hevði Smæran stóran hjall, har hundraðtals krov hingu til turkingar.

Tíðirnar broytast. Sjónvarp Føroya er flutt niðan í Sortudíki, og Starvsmannafelagið hevur keypt bygningin, har Smæran helt til. Sum eg skilji á lagnum, ætla eisini tey at varðveita nakað av tí gamla frá Smæruni.
Eg kann at enda nevna, at Hans Jacob Jacobsen stovnaði Bacalao saman við Esmar Fuglø og Poul Hansen. Smæran keypti nógv kjøt úr Íslandi, og mangan var eg við Poul í Skorini í frystarínum á Bacalao bæði við og eftir íslendskum seyðakroppum. Seinni bygdi Smæran stórt frystarí uppí Smæruna, sum seinni gjørdist partur av upptøkuhølunum hjá Sjónvarpi Føroya. (Vagnur Michelsen)