Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Tríggjar serligar hendingar sita eftir í minninum frá ólavsøkuróðrunum

$
0
0
Á Molanum hevði Klaksvíkingur munin og helt tørn inn á málið. (Hvannrók)

1. At Royndin Fríða dreingir hekk føst í startinum, men gjørdi tó tað bragd at vinna bronsuheiðursmerki. 2. At sílakvinnur tóku øll á bóli og vunnu krúsandi sigur 3. Og at kringvarpskvinna gjørdi stórt mistak at rópa út Argjabátin sum meistara, sum ikki var rætt. Hóast ikki góð róðrarlíkindi undir Argjalandi, vóru róðrarnir væl avgreiddir. Vit sóu eins og á fjarðastevnu, at summar manningar duga betri enn aðrar at rógva í gjálvutum sjógvi. Kringvarp Føroya framleiddi frálíka sending í tríggjar tímar, men tað haltaði eitt sindur í samskiftinum millum Sortudíki, málbilin, kringvarpsbátin og steypahandanina.

Sjálvur valdi eg í ár øðrvísi máta at fylgja kappróðrinum, sum eg annars plagi at síggja frá Ísbryggjuni. Ein beiggi mín Torbjørn tók nakrar myndir fyri meg á hálvum máli, og seinastu tríggjar róðrarnar sá eg av Oyggjavegnum, og sum eisini var áhugavert. Á myndunum í sjónvarpinum sást heilt væl, hvussu grótkastið við Molan hevur broytt róðrarøkið, tá ættin er sum hon er. Tað var gjálvut undir Argjalandi og inn á Molan. Haldi, at syðru bátarnir fingu verri veður.

Ingibjørg við dreingjum í harðari kapping við serliga Firild og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)
Ingibjørg við dreingjum og Firildur fóru mest sum javnir um málið men Ingibjørg hevði munin. Tjaldrið er eisini væl við. (Mynd Hvannrók)

Gleddi meg at síggja barnaróðrarnar í sjónvarpi, og eg má siga, at myndir frá barnaróðri er frálíkt sjónvarpstilfar. Vøkur sjón at síggja tær 26 barnamanningar rógva. Bíðaði í spenningi at síggja dreingirnar, ja, um Firildur av Tvøroyri fór at basa Ingibjørg, tí báturin var um at vinna í Miðvági. Heilt nógvir áskoðarar sóu Ingibjørg og serliga Firild kappast um fyrsta plássið, og eins og í Miðvági vann Ingibjørg tepran sigur. Einar tvey hundrað metrar frá mállinjuni var Firildur um at taka Ingibjørg, men so dró Ingibjørg frá aftur vann róðurin.

Barnaróðurin við gentum gjørdist løgin, tí teir í kringvarpsbátinum sóu ikki tað, sum vit hyggjarar sóu. Vit sóu góðar myndir úti á málinum, har vit hoyrdu startdómaran, tá hann rópti á manningarnar at koyra hondina upp, tá tey høvdu fast í startinum og vóru klárar. Haldi, at bátarnir vóru so nógvir, at kringvarpsbáturin ikki rættiliga slapp framat at fáa røttu peilingina í hesum róðri. Teir nevndu nógvar bátar frammi í oddinum, men gloymdi Sílið, sum lá næstur kringvarpsbátin. Ingibjørg legði seg tíðliga á odda og vann sjeynda sigurin á rað í summar, men so bleiv Sílið nummar tvey og Tjaldrið nummar trý..

Vakurt at síggja so nógvar barnamanningar. Tær umborð á Ingibjørg eru stinnar og vinna róðurin. (Mynd Hvannrók)
Tær rógva væl umborð á Ingibjørg. Annars er fjarstøðan millum bátarnar minkað heilt nógv síðani á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

Nú bíðaði eg eftir nýggju skipanini við steypahandanini. Tað byrjaði heilt væl, tá dreingirnir fingu heiðursmerkini, men tá genturnar skuldu fáa heiðursmerkini, bilti við samstarvinum millum steypahandanina, Sortudíki, málbilin og kringvarpsbilin. Beint sum ungu genturnar skuldu fáa heiðusmerkini, sum vóru frálíkar myndir, skuldu vit heldur hoyra sang til heiðurs fyri Jarnbardi kvinnur eldri við einkisigandi myndum. Hetta var ikki nóg gott samskipað, sum má gerast betur eina aðru ferð. Tó skal sigast, at Kringvarpið framleiddi frálíka róðrarsending í tríggjar tímar við góðum frasagnum, samrøðu og so steypahandan.

Triðji róðurin 6-mannafør við kvinnum eldri gjørdist ongantíð spennandi, tí tær umborð á Jarnbardi eru í flokki fyri seg. Fortuna var hampuliga væl við, meðan tær umborð á Gongurólvi og Lómi fótaðu sær slett ikki í gjálvuta sjónum frá byrjan. Eg var spentur til genturóðurin, og serliga við HR brillum, tí Drekin vann knúsandi sigur í Miðvági, og tá veðrið var sum tað var undir Argjalandi, roknaði eg við spennandi róðri. Men spenningur var bara fyrst í róðrinum, hat Drekin fekk heilt góðan start, meðan Firvaldur fekk minni góðan start.

Tær eru bara í flokki fyri seg tær umborð á Jarnbardi við kvinnum eldri. (Mynd Hvannrók)

Longu inni á 400 metrum sást, at Drekin fór einki at gera við Firvald í dag, tí tær umborð á Drekanum róðu alt, alt ov seigan róður, meðan tær umborð á Firvaldi díktu á við kraftigum tøgum sum munaðu í hvørjum taki. Sama flog var slett ikki umborð á Drekanum, sum vit sóu í Miðvági, tí vann Firvaldur tryggan uppibornan sigur. Síðani róður 6-mannaførini við kvinnum. Kann nevna, at fuglfirðingur spurdi meg, hví eg helt við Sølmundi í Miðvági. Eg svaraði, at ein var ein orsøk, at eg ynskti at Sølmundur vann í Miðvági, tí so fingu vit finaluróður um meistaraheitið á ólavsøku. Meira var ikki í hesum.

Stórur munur á bátunum, og Firvaldur fekk ikki ta kapping, sum vit roknaðu við. (Mynd Hvannrók)
Longu á Molanum gjørdist greitt, at Firvaldur við gentum fór at vinna tryggan sígur. (Mynd Hvannrók)

Og kappingin millum Rádna og Sølmund gjørdist eins og í Miðvági, har bátarnir fylgdust allan vegin. Men longu á Molanum sást, at tær umborð á Sølmundi høvdu munin og tak á Rádna, men munurin var bara ein stórur og ein lítil skutur, men seinast í róðrinum slerdi Sølmundur sigurin fastan. Frálíkur róður, góðar sjónvarpsmyndir, góðar frásagnir og góður spenningur.

Sølmundur við kvinnum hevði gott tak á Rádna frá byrjan, og innan fyri Molan var eingin ivi. (Mynd Hvannrók)

Mær vitandi skal startdómarin skjóta róðurin av, um bátur hongur fastur, og tað gjørdi Royndin Fríða við dreingjum. Teir mistu kanska fýra til seks bátslongdir, áðrenn teir sluppu avstað, men tað skuldi gerast upplivilsi at fylgja dreingjunum úr Vági inneftir. Teir herjaðu á, og tað gekk bara lítil løta, so vóru teir ikki aftastir longur. Teir díktu so mikið nógv á, at uttan iva gekk orkan undan inni á Molanum, men so var ikki. Teir heldur øktu ferðina, og áhugavert at síggja teir vinna bronsumerkini, sum er eitt bragd. Hesir ungu garpar skulu vera fegnir og stoltir unglingar.

Eingin gjørdi nakað við Fípuna Føgru við dreingjum , sum var í serflokki. Og millum annað Sílið, sum var nærmasti kappingarneytin hjá Fípuni Føgru á hinum stevnunum, formáddi sær einki. Kappingin um annað plássið var millum Teistan, Royndina Fríðu og Junkaran. Frálíkar myndir og góðar frásagnir. Annars frætti eg frá rógvara umborð á Fípuni Føgru, at teir uttan iva fara allir av Fípuni Føgru, tí tveir umborð eru ov gamlir næsta ár. Tær fara næsta ár antin at manna Páll Fanga ella Nevið Reyða.

Fípan Fagra við dreingjum vinnur knúsandi sigur longu uttan fyri Molan. (Mynd Hvannrók)

Áhugavert at síggja Sundabátin og Hvessing kappast um sigurin, men sjálvt um Hvessingur fekk besta startin, so hevði tú skjótt varhugan, at Sundabáturin skjótt fór at draga frá, tí tey longu seigu tøkini umborð á Sundabátinum hilnast betur í slíkum veðri í mun til tey meira títtu tøkini umborð á Hvessingi. Vil eisini nevna ungu menninar umborð á Hósvíkingi, sum rógva heilt væl. Vóni, at teir halda fram og eru eisini at síggja næsta ár. Fáa royndirnar frá í ár at byggja víðari.

Kappingin kom at standa millum Hvessing og Sundabátin, sum vóru javnir inn á Molan. Hósvíkingur nærmast rør væl. (Mynd Hvannrók)
Tey seigu longu tøkini munaði betur í gjálvuta sjónum uttan fyri Molan. (Mynd Hvannrók)
Her fer Sundabáturin frá Hvessingi og vann tryggan sigur. Eg vóni, at vit síggja ungu menninar umborð á Hósvíkingi næsta ár. (Mynd Hvannrók)

Sílið við kvinnum tók okkum øll á bóli, tí tær vunnu knúsandi sigur og størsta óvæntaða úrslitið á ólavsøku. Tær fingu góðan start og vóru longu á odda við tveimum bátslongdum inni á Molanum. Og so var væntandi, at orkan gekk undan, men tvørturímóti, tær drógu enn meira frá. Mest sum allar umborð eru royndir rógvarar, ja, í besta aldri, og seks teirra eiga børn. Haldi børnini eru ellivu í tali higartil, um vit kunnu siga tað soleiðis. Nú skulu tær bara halda seg í “form til húsbrúk” í vetur, so herja tær á aftur næsta ár.

Hetta er bara so óvirkuligt, at Sílið vinnur slíkan knúsandi óvæntaðan sigur. (Mynd Hvannrók)

Eg havi sjáldan sæð ein só góðan og spennandi róður í sjónvarpinum, sum 8-mannafarsróðurin á ólavsøku. Tað sýntist, sum tað var óslættari at rógva hjá syðri bátunum. Tá Árnfirðingur legði so hart út og fekk so góðan start, var vantandi, at meistariheitið hjá Tofta Regini stóð upp á spæl. Tofta Regin misti meistarahetið, um Argjabáturin vann og Árnfirðingur gjørdist nummar tvey. Hetta var tað, sum var mesti spenningurin. Á Molanum var mest sum javnt millum bátarnar, men so dró Argjabáturin frá, og Árnfirðingurin fylgdi við.

Árnfirðingur fekk besta startin og helt tørn inn á Molan við Argjabátinum og Tofta Regini í hølinum. (Mynd Hvannrók)
Beint innan fyri Molan talaði alt fyri, at Tofta Regin fór ikki at vinna meistaraheitið, tí Árnfirðingur róði væl og var undan Tofta Regini. (Mynd Hvannrók)
Tað var í  seinastu tøkunum, at Tofta Regin gjørdist nummar tvey og tryggjaði sær harvið meistaraheitið. Argjabáturin vann. (Mynd Hvanrók)

Fantastiskt at síggja seinastu tvey hundrað metrarnar, tí alt talaði fyri, at Argjabáturin fór at vinna og Tofta Regin misti meistaraheitið. Men so kom Tofta Regin við øgiligari ferð og í seinastu fáu tøkunum vann hann sær meistaraheitið. Og so ger kringvarpskvinnan øgiligan brølara at kjósa Argjabátin sum meistara, áðrenn endaliga úrslitið fyriliggur. Vit, sum sóu endamyndirnar, vóru greið um, at Tofta Regin gjørdist  nummar tvey og harvið meistari. Vóni, at kringvarpskvinnan lærir hetta til eina aðruferð. Tað ringasta var, at hon helt hyggaran á pínubeinkinum og royndi at drála at koma við úrslitinum.

10-mannafarsróðurin sá eg av Oyggjarvegnum í góðum kikara, og hetta var stórt upplivilsi, sjálvt um eg misti bátarnar burtur eina løtu. Áhugavert at síggja teir koma undan Ísbryggjuni, og har sást munur, tí Klaksvíkingur var undan, og Drekin Reyði, sum eg væntaði mær nógv av á ólavsøku, haltaði aftaná og Havnarbáturin við. Gitti fyri róðurin, at Ormurin fór at vinna og væntaði tað eisini, sjálvt um Klaksvíkingur var stóran skut undan á hálvum Molanum.

Men Klaksvíkingur helt tørn og vann. Eg vil enda við at siga, at ikki dámar mær, at tær eldru manningarnar rógva í sama róðri sum FM-bátunum. Dugi ikki at síggja endamálið, og myndirnar frá róðrunum siga mær eisini hetta. Sjálvandi skulu vit síggja tær eldru manningar í egnum róðri, og eg vóni, at vit síggja hetta næsta ár. Róðrarárið er av og takk fyri frálíkt róðrarár, sjálvt um ikki alt gekk eftir vild á øllum stevnum. Á ólavsøku er altíð okkurt óvæntað úrslit, og óvæntaða úrslitið í ár stóðu sílakvinnurnar fyri, sum vunnu knúsandi sigur. (Vagnur)

Seks 10-mannafør stevna inn á Havnarvág við Klaksvíkingi og Orminum á odda. (Mynd Hvannrók)
Drekin Reyði og Havnarbáturin megnaðu ikki at fylgja Klaksvíkingi og Orminum. (Mynd Hvannrók)
Bátarnir nærkast nú Molanum við Klaksvíkingi og Orminum stavn um stavn, tó hevði Klaksvíkingur munin. (Mynd Hvannrók)
Á Molanum hevði Klaksvíkigur munin, og ungu menninir hildu tørn inn á málið. (Mynd Hvannrók)

 

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>