Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Hann sigur frá eystan ella landssynningi ólavsøku –ímóti inn á stýriborð

$
0
0
Ólavsøkumálið mátar 901,35 metrar og er styttsta mál í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Ólavsøkuteinurin er heilt serligur í ár, tí nú hann sigur frá eystan ella landssynningi, er nýggja grótkastið við Molan eisini partur í ólavsøkuróðrunum. Er ættin eystin, kemur havaldan inn millum Stong og Eystnes, og nú er so mikið nógv grót lagt á botn út frá Molanum, at tað sæst tíðuliga, at sjógvurin lyftist upp við grótkastið sum ein tsunami. Hetta gevur aldur inn ímóti Argjalandi og inn í Sandagerð. Hann sigur tó bara 5-10 m/s um skundið, sum kann gerast nakað av vindi, tá hann serliga er eystan. Hann sigur eisini kanska nakað av sól, og tá kunnu vit fáa sólarvind, sum kann gerast tráður inn á Molan.

Á ólavsøku í fjør var 10-mannafarsróðurin spennandi. (Mynd Vagnur)

Ólavsøkuteinturin kann býtast upp í tveir partar. Frá Argjalandi inn á Molan, og frá Molanum inn á mállinjuna. Heldur ættin sær, so fáa bátarnir mótvind inn á stýriborð fyrsta teinin. Fyrstu fimm róðrarnar í summar høvdu bátarnir viðvind og serliga nógvan viðvind á fjarðastevnu. Vit sóu á vestanstevnu, hvussu úrslitini háttaðu sær, tá manningarnar knappliga skuldu rógva í mótvindi. Ólavsøkuróðrarnir koma at líkast teimum á vestanstevnu.

Tá bátarnir koma inn um Molan er nýggj støða, tí nú ávirkar ættin ikki eins og uttan fyri Molan. Tá fáa vit henda spennandi serliga endateinin, og bátarnir nærkast nógvu áskoðarunum. 7000 fólk sóu ólavsøkuróðranar í fjør, og longu tá barnaróðrarnir skuldu avgreiðast, vóru nógv fólk á bryggjuni. Eisini nógv at siga fyri pengakassan hjá feløgunum, at tað er turt og gott veður.

Ólavsøkuteinurin mátar 901,35 metrar og er styttsa mál í Føroyum. Spennandi. Nú tvey døgn fyri ólavsøkuróðrarnar er líkindini einki serlig undir Argjalandi, men slætt innanfyri Molan. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>