

Havi altíð skrivað, at manningar læra nógv at vera við í ódnartøkunum. Hetta havi eg eygleitt í hvørfall í Álakeri, tí tær ungdómsmanningar, sum eru við í ódnartøkunum bæði um várið og um heystið, mennast heilt skjótt. Ódnartøkini um várið og um heystið kunnu ikki beinleiðis sammetast, tí ódnartøkini um várið er fyrireiking til FM-róðrarnar, har bátarnir hava ta manning, sum skulu rógva fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu. Eftir ólavsøku er øðrvísi, tí tá eru summar manningar troyttar av kappróðri, rógvarar eru longu byrjaður at venja annan ítrótt, og so er nátatíð. Eisini hava manningar slept báti, tí tær tildømis ikki longur kunnu rógva barnaróður ella við dreingja – ella gentubáti. Ódnartøkini eftir ólavsøku eru eisini at meta sum “sosial” róðrarátøk.

Tá hvítu bátarnir við drekastevnu komu aftur í Álaker leygardagin, spurdi eg ungan drong umborð á Sílinum, um tað var stuttligt at rógva ódnartøk. – Tað er bæði stuttligt og spennandi, og serliga tá tú vinnur, segði unglingin. Róðrarárið er stutt, og teir sjey FM-róðrarnir skulu rógvast í tveir mánaðír. Tí kann hugsast, at torført er at halda rógvarum til, tí tað er jú so leingi hjá teimum at bíða tíggju mánaðir, til teir næstu ferð skulu rógva FM-róðrar. Tá eru ódnartøkini kærkomin, sjálvt um vit vita, at allar manningar kring landið ikki møta til ódnartøkini.

Róðrarsambandið er eisini partur í ódnartøkunum, og tólini á málinum eru júst tey somu, sum til FM-róðrarnar. Somu start- og máldómarar eru eisini til arbeiðis til ódnartøkini, men sjálvandi ikki allir. Tað er Magni Nielsen, sum tekur sær av at leggja út startin. Startdómari leygardagin var Jón Johansen. Myndatólið hjá mær var í Miðvági leygardagin, har nakrar myndir vóru tiknar.
Haldi vit mugu nevna, at dreingirnir umborð á Fípuni Føgru, sum vunnu meistaraheitið, róðu leygardagin við 6-mannafarinum Páll Fanga. Ein segði mær, at nakrir av manningini eru gamlir at rógva dreingjaróður næsta ár, tí fara teir allir umborð á Páll Fanga ella Nevið Reyða. Ùrlitini frá ódnartøkunum í Miðvági kunnu síggjast á Kappróðrarkjaki. (Vagnur)



















