
Vakri minnisvarðin við Gjógv sigur alt. Har situr mamma við tveimum børnum og hyggur út í hav, tey bíða eftir pápanum, sum er til útróðrar ella til skips. Handan minnivarðan síggja vit talvurnar, og hetta er dapur lesnaður. Gjógv er gjøgnum tíðirnar rakt av nógvum vanlukkum á sjónum. Mest dapru dagurnir vóru skaðadagin 30. apríl 1870, tá ið Fríðríksbáturin og Rættabáturin gingu burtur við sekstan monnum og 20. mars 1884, tá ið átta menn gingu burtur við Samløgubátinum. Undir seinna heimsbardaga búðu umleið 290 fólk við Gjógv, og skúlabørnini vóru hálvthundrað. Nú búgva hálvhundrað fólk við Gjógv, og skúlabørn eru eingi.
Í 2010 vóru vit við Gjógv, sum er ótrúliga vøkur bygd. Meðan vit vóru har, komu tríggir stórir bussar við ferðafólki. Gjógv man vera millum tær bygdir, tey flestu ferðafólk plaga at vitja. Ei undur í, at so er, tí fyri vestan – og sostatt á leiðini higar – standa hægstu fjøll landsins. Her er eisini nógv tann størsta og sjáldsamasta gjógvin í landinum, og her ber til hjá ferðafólki at njóta ta stórbæru, føroysku náttúruna í øllum sínum veldi og vakurleika. Vit vóru eisini í kirkju, og har upplivdu vit, at orgulspælið kom frá fløguspælara. Eingin urguspælari, men urguspælið var spælt á fløgu, sum var spælt til sálmarnar. Hetta riggaði bara væl.

Hildið verður, at Gjógv er niðursetubygd úr Funningi. Tann elsta búsetingin, fólk vita um, hevur verið Eysturi við Garðar á leið har, kirkja og kirjugarður eru, og oman fyri har. Bygdin er fyrstu ferð nevnd í 1584; men hon er ivaleyst nógv eldri enn so.
Gjógv hevur verið av bestu útróðrarplássum í landinum. Her var nógvur útróður í gomlum døgum, og tríggir handlar keyptu tá útróðrarfiskin, sum teir flaktu, saltaðu, turkaðu og seldu sum klippfisk av bygdini. Her hava eisini verið menn, ið bæði hava átt skip og partar í skipi, og onkuntíð hava verið umleið 70 skipsmenn í bygdini. Undir seinna heimsbardaga róðu einir 13 bátar út frá Gjógv um summarið, og var allur hesin fiskur førdur til Fuglafjarðar og haðani á bretska feskfiskamarknaðin at selja.

Bygdin hevur fleiri ferðir verið fyri svárum missi á sjónum. Í tí hálvu øldini (1870-1920) hava ikki færri enn 33 bygdarmenn látið lív av báts- og skipsvanlukkum, og síðani tá eru eisini aðrir farnir av somu ávum. Teimum til heiðurs hevur bygdarfólkið reist ein prýðiligan minnisvarða, sum stendur Eystur í Kinnini. Tað er listamaðurin Frithjof Joensen, ið gjørdi henda minnisvarða, ið var avdúkaður 1. august 1971.

Til bygdina liggja 15 merkur óðalsjørð, ið ber bæði nógvan og góðan seyð, og merkisverdur er tann nógvi bøurin, ið forfedrarnir hava velt báðumegin Stórá til epli og føði til fenaðin.
Skúlin er bygdur í 1883, og kirkjan er vígd í 1929, og var tað fyrstu ferð, at øll kirkjuvígsla er farin fram á móðurmálinum. Altartalvuna hevur Niels Kruse, listamaður, á Eiði, málað. Myndaevnið, ið tikið er úr Halgubók, sýnir ein føroyskan bát, sum rør innan úr Djúpunum til lands, og har ein av bátsmanningini fer íkóti Jesusi, ið kemur gangandi á sjónum til teirra. Gjáar samkomuhús er karmur um mentanarvirksemið í bygdini. Ungmannafelagið Norðstjørnan hevur eisini sítt virksemi í hesum nútímans húsum, sum ferðafólk eisini dúgliga plaga at leiga.

Frá 1. januar 1948 til 31. december 2004 var Gjógv kommuna, men 1. januar 2005 bleiv bygdin partur av Sunda kommunu. Undir seinna heimsbardaga vóru einusinni 283 fólk og 53 skúlabørn í bygdini, men eftir kríggið fluttu fleiri húski heiman, unga fólkið fór at læra og búsetti seg aðrastaðni, so nú búgva bara umleið 50 fólk við Gjógv, og er meginparturin av teimum gomul fólk. Í bygdini eru stívliga 50 hús. Av teimum stendur nú helvtin tóm. (Vagnur) Keldutilfar: Heimasíðan Gjógv. Myndir Vagnur
