
Tað kom ikki óvart á fólk, at heili trýss stovnar, feløg og áhugabólkur vilja sleppa niðan í Hoydalar, tá Studentarskúlin flytir út í Marknagil. Økið er bæði søguligt og vakurt, tó so, at hasin betongkassin og bingjurnar eru alt annað enn vakurt og skuldi verið burturbeint, so vakra økið kemur til sín rætt aftur. Sanatoriið fyllir 110 ár í ár, og tað var ikki av tilvild, at Sanatoriið, sum skuldi hýsa sjúklingum smittaðir við tuberklum, var bygt so langt frá bygdum øki. Her spældi inn smittivandin. Pápasystir mín Minna Michelsen fekk tuberklar sum tjúgu ára gomul og búði á Sanatoriinum í fleiri tíðarskeiðum. Átta ár seinni mátti hon lúta fyri herviligu sjúkuni. Ùr myndabók hjá Einari Michelsen systkinabarni, havi eg avmyndað nakrar myndir tiknar í Hoydølum, tá Minna var innløgd har. Niðanfyri orðini skrivaði eg fyri tveimum árum síðani, og eg hava lagt nakað aftrat.

Lívslagnan um Minnu pápasystir, sum doyðu bert 28 ára gomul, píndi familjuna ómetaliga nógv, tí Minna var longu smittað við tuberklum sum tjúgu ára gomul og var sjúk í átta ár, til hon doyði. Og mamma sigur.

– Minna, sum var doypt Poulina, var fødd 10. juni 1923, og eg minnist hana sum lívsglaða unga gentu og kvinnu. Minnist, at hon sum átjan gomul fekk arbeiði hjá Frants Restorff, sum hon var so ómetaliga fegin um, tí ikki var lætt tá í tíðini at fáa fast arbeiði. Tey rokna við, at Minna um tjúgu ára aldur varð smittað av starvsfelaga hjá Frants Restorff. Vit høvdu eisini tuberklarnar ógvuliga nær, tí eg eri uppvaksin við Landavegin, og har doyði tveir beiggjar í grannalagnum av tuberklum. Tuberklarnir vóru ógvusligari hjá summum, og sum doyðu skjótt eftir, at tey fingu sjúkuna, meðan onnur vóru sjúk í fleiri ár, og nógv blívu eisini frísk. Summi fólk lógu fleiri ár á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum, sigur mamma.

– Minna kom at liggja á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum í styttri og longri tíðarskeið, tí hon var jú sjúk í eini átta ár. Ikki øll í familjuni kundu vitja Minnu, tí tað var nakað við “blóðtypini pluss og minus” hjá fólki. Bara tveir av beiggjunum kundu vitja Minnu í Hoydølum, og var Helge annar, og eg haldi Aage eisini. Vagn Erik mátti so ikki vitja Minnu, minnist eg. Familjan gjørdi alt, so Minna kundi gerast frísk, millum annað varð hon send niður til Vejle Fjord Sanatorium, sum var besta sjúkrahúsið av síni slagi í kongaríkinum, men Minna kláraði ikki skerini, sigur mamma at enda.

- apríl 1952 doyr Minna av herviligu sjúkuni, og sorgin var øgilig í familjuni. Pápin Hans Jakku í Dalólastovu var føddur 17. november 1878 og doyði 27. februar 1943, og hann upplivdi ikki endaligu lagnuna hjá dóttrini. Sum smádrongur minnist eg nógva prátið um Minnu, og minnist eisini ommu væl. Fyri mína tíð kom eldur í húsini í Tórsgøtu, har húsini fóru illa, men eingin fekk skaða og heldur ikki omma, sum varð borin út í skundi.
Tá læknarnir fingu pencilin ímóti tuberklunum, minkaði tilburðirnir í Føroyum, men tá vóru nógv fólk longu deyð av sjúkuni. Í 1962 vóru sjúklingarnir so fáir í Hoydølum, at tuberklastøðin var flutt í bygda barakk við Landssjúkrahúsið, og Sanatoriið í Hoydølum var brúkt til skúla. Fyri tveimum árum síðani hoyrdist, at nøkur vóru smittað við tuberklum, men nú finst góður heilivágur at basa sjúkuni og er ikki longur deyðilig sjúka.
Ymist, hvussu hart tuberklarnir raktu familjur kring landið
Tað var so ymist, hvussu familjurnar kring landið vóru smittaðar av tuberklum. Í pápasa familju var tað bara Minna, sum var smittið, men í Dávastovu við Landsvegin, har Jens og Ella Súsanna búðu við tólv børnum vóru fleiri smittað, og tvey máttu lúta fyri sjúkuni. El-maðurin Eyðolfur, sum var beiggi Einar Mikkelsen el-innleggjara fortaldi mær einaferð um tíðina, tá hann búði á Sanatoriinum. Minnist, at hann eisini segði frá um sjúkuna í útrvarpinum ella í onkrum av stóru bløðunum tá. Eyðolfur og Einar vóru tveir av systkjunum í Dávastovu.

Kristian Djurhuus, tannlækni, sigur mær, at mamma hansara Esther Djurhuus og tey vóru átta systkin, og øll uttan eina systirin vóru smittað við tuberklum. Systkini Lützen vóru átta í tali: Jacob, Knút, Erik, Aage, Guðrun, Esther, Greta og Tovi. Tað var bara Greta, sum ikke fekk tuberklar. Greta gjørdist seinni Nonna. Øll blivu frísk uttan Aage, sum fekk aðra sjúku av tuberklunum og doyði ungur. Tað var ikki fyrr enn fyrst í 1950-árunum, at ferð kom á at fáa bilbukt við tuberklunum. Sjúklingarnir vóru í “karantenu” á Sanatoriinum, og bara tey allar nærmastu sluppu at vitja, sigur Kristian mær. (Vagnur)






