
Tað frøir mítt róðrarhjarta, at ódnartøk eisini vera fyriskipað í Hvannasundi. Í sambandi við at Norðdepil í fjør fylti 150 ár, ynsktu tey at fáa ódnartøkini norður, og róðrarnir eydnaðust so mikið væl, at tey bjóðaðu seg eisini fram í ár. At fara Norður um Fjall við so nógvum bátum á vognum gjøgnum tveir trongar ótíðarhóskandi tunlar frá 1967, krevir sítt. Hetta eyndaðist eisini væl, tí løgreglufólk stóð við tunnilsmunnarnar og leiddu ferðsluna gjøgnum í smáum “konvoium”. Føroyskur kappróður má ikki miðsavnast, og heldur ikki ódnartøkini. Í fagrasta summarveðri vóru ódnartøkini í Hvannasundi væl fyriskipað og avgreidd, og sum eisini setti punktum fyri róðrarárið 2017. Marnhild Sørensen er forkvinna í Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag, og Anna Arnfríðudóttir Andresen er nevndarlimur, og tær havi eg tosað við.

Kappróður hevur djúpar røtur í Norðdepli og Hvannasundi, og tað var tann tíð, tá 10-mannafarið Norðingur gjørdi vart við seg frammi í oddinum, og so hava tey 5-mannfarið Rituna, og 6-mannafarið Sundabátin, sum gjørdist meistari í ár. Fólkatalið er ikki stórt, og tí gongur striltið at manna bátarnar. Bara Sundabáturin var við í summar. Einstakir rógvarar har norðurin rógva tó við bátum í Klaksvík. Árið 2008 gjørdist serligt í felagnum, tí tá fór neystið í luftina í eini ódn, og allir bátarnir brotnaðu og neystið við. Men tey fótaðu sær aftur. Men hvussu gekst at fáa avgreitt ódnartøkini leygardagin?

– Vit vóru bæði í fjør og í ár heppin við veðrinum, og tað hevur alt at siga. Ódnartøkini er samstarv millum róðrarfelagið, kommununa og Róðrarsambandið. Vit syrgja fyri, at rógvarar fáa okkurt til matna, og so lata vit fólk til málbilin. Nú høvdu vit royndirnar frá í fjør, tá Norðdepil fylti 150 ár, og tá vóru ódnartøkini eisini væl avgreidd. Stóri knúturin er at fáa bátarnar gjøgnum tunlarnar, og tað høvdu vit nakað av trupulleikum av í fjør, men í ár gekk nógv betur. Løgreglan var á staðnum og leiddi bátafylgið í gjøgnum tunlarnar.

– Tá tú spyrt um at manna bátarnar, so var bara Sundabáturin við í summar. Fólkatalið er lítið, og tá so ungdómar íðka annan ítrótt, so er torført at fáa mannað bátarnar. Sundabáturin vann so meistaraheitið í summar, og leygarkvøldið skipaði kommunan fyri hugnaløtu fyri manningini umborð á Sundabátinum. Hetta fór fram í kirkjuhúsini, sum er hús bygt við kirkjuna í Hvannasundi, siga tær báðar í stuttari viðmerking, og sum eisini eru fegnar um, at alt spældi væl av. Veðrið var gott og róðrarnir allir væl avgreiddir.

Somikið stutt er um Hvannasund, at fólk kunnu standa báðu megin sundið og fylgja róðrunum. Og heilt fitt av fólki sóu ódnartøkini. Nú var so sett punktum fyri frálíkum róðrarári 2017, tó vil eg siga, at tað haltaði meira og minni á summum FM-stevnum, og hetta má Róðrarsambandið eftirmeta rætt. Vit mugu ongantíð góðataka, at róðrar vera seinkaðir ein tíma, tí hetta kunnu vit slett ikki bjóða okkara rógvarum. Sjálvandi er veður og vindur partur í føroyskum kappróðri, men tað má bara ikki henda, at skip slíta start, og tað gongst so illa at flyta start frá 500 metrum út á 1000 metrarmálið. Vit skulu alla tíðina gera arbeiðið betur.

Til tess at venda aftur til ódnartøkini, so spurdi eg nevndarlim í Froðbiar-Sóknar Róðrarfelag, hví bátar av Tvøroyri ikki eru við í ódnartøkunum eftir ólavsøku, tí í vár vóru bæði Firvaldur, Hulda og Firildur við í ódnartøkum. Viðkomandi segði mær, at tey fáa ikki mannað bátarnar, tí tey ungu íðka eisini annan ítrótt. Og so er eisini langt at ferðast, Sjálvur hevði eg yngst, at bátarnir úr Fuglafirði eisini eru við, tí ódnartøkini er frálíkt róðrarátak til tess at leingi um róðrarárið.

Magni Nielsen og Jógvan Clementsen løgdu út startin. Í málbilinum sótu fólk frá Róðrarsambandinum og fólk frá Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag. At enda vil eg takka Teiti Samuelsen, at hann hevur víst vælvild at tikið mítt myndatól við á øllum stevnum, tað veri seg FM-róðrarnar og ódnartøkini. Nógv ymist ungfólk hava tikið myndir, og myndatólið er altíð komið aftur í øllum góðum. Takk skulu tit hava fyri tað, og takk fyri í ár. (Vagnur)
