Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Mynd av abba tikin á Reyni seinast í 1800-talinum

$
0
0
Abbi okkara Hans Jacob Michelsen stendur uttast til vinstru. Løgið at síggja abba, sum doyði, áðrenn eg var føddur. Kanska onkur kennir hinar á myndini.

Heíma í arbeiðsrúminum hongur henda myndin á bróstinum, sum eg eri sera fegin um. Àhugaverd mynd fyri meg, tí uttast vinstrumegin stendur abbi mín, sum er um sekstan ára gamal. Tað vil siga, at myndin er frá seinast í 1800 – talinum, tí abbi Hans Jacob Michelsen (Hans Jakku í Dalólastovu) er føddur 17. november 1878 og doyði 27. feburar 1943. Havi áður skrivað um abba, men tá var henda myndin ikki við. Myndin sigur so nógv, millum annað, hvussu fólk á Reyni vóru klødd tá. Langstivlar, tuftur og húðaskógvar gingu fólkini í. Hann var uppvaksin Dalólavstovu á Reyni, sum er til enn og er nýtímansgjørd. Hans Jakku fekk skiparaprógv 29. mars 1897, og tað varð tikið umborð á krússaranum Hejmdal, men einki verður sagt um, hvør lærarin var.

Sum hjá allarflestu føroyingum tá var sjógvurin álitið hjá Hans Jakku. Hann var til skips við ymsum skipum millum øðrum William Martin í Rituvík og Beautiful Star í Havn. Í átta ár var hann bestimaður hjá Jens Mohr við Lallu Rookh. Ì 1906 var fyrsta árið, føroyingar vóru royndarfiskiskap í Grønlandi. Tvey skip skuldu fara: Karin hjá Napoleon í Dali í Havn og Havgásin hjá Tummasi við Kráir í Vági. Hans Jakku var tá við Havgásini sum bestimaður. Í 1908 var danska havrannsóknarskipið Thor inni á havnini og sóknaðist eftir evnum til bátsmann. Teir vóru á veg til kanningarferð i Miðal- og Svartahavinum. Tað var Hans Jakku, sum fór við. Ferðin vardi í tríggjar mánaðir.

Síggi í teksti, at hann í 1906 var suðurin á Gørðunum og seymaði segl, og hann seinnu árini var havnarmeistari í Havn. Hann var eisini í býráðnum frá 1922 til 1934. Løgið ikki at hava møtt hesum manni, sum doyði, áðrenn eg var føddur. Tað er so nógv, tú kundi havt spurt hann um. (Vagnur).


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>