
Kona skrivaði herfyri til mín og spurdi, hvussu man gjørdi, tí hennara fimtan ára gamla genta ynskti at rógva kapp. Skrivaði aftur, at hon kundi venda sær til nevndarlim í kappróðrarfelag, men hetta er lættari sagt enn gjørt. Kappróður er øðrvísi enn aðrar ítróttagreinar, tí vanliga eru tað ikki nevndirnar, sum mannað bátarnar, men persónar taka seg saman at manna bát. Ella rættari sagt, at ungfólk venda sær til onkran í nevndini um at fáa bát. Tað er næstan bara í barnaróðri, at tey hava eykarógvarar, tí tey ungu skulu uttanlands við øðrum ítróttagreinum ella foreldrum, og kunnu tí ikki rógva allar FM-róðrarnar. Í eldri bátastøddunum eru eingin eykarógvari, tí hevur einstaki rógvarin eyka ábyrgd í mun til aðrar ítróttagreinar. Torført at geva avboð til venjing, tí eykarógvari kann ikki útvegast í knappari vending. Í kappróðri kanst tú heldulr ikki bara møta upp til venjing, og so gert tú partur í stórum bólki, sum tildømis í bólltspølunum.
Hyggja vit at myndini omanfyri, so rógva hesir rógvarar allar FM-stevnurnar, um eingin fær skaða. Teir vita, at eingin rógvari er at skifta við, og teir eiga í veruleikanum plássið umborð fyri árið. Ikki er lætt at fáa mannað 10-mannafar, og tað vísir seg, at serliga torført er at finna seinastu tveir rógvararnar, sum skulu sita á ávísum plássi umborð. Í summar róðu Klaksvíkingur, Drekin Reyði, Ormurin og Havnarbáturin allar sjey FM-róðrarnar, men gomul róðrarstøð sum Vestmanna, Tvøroyri, Vágur og Runavík megnaðu tíverri ikki at manna 10-mannafar. Tað var tann tíð, tá millum sjey og níggju 10-mannafør vóru við í FM-kappingini. Spennandi at frætta, hvussu nógv 10-mannafør rógva í 2018. (Vagnur)